Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leikarametingarnar hjá føroysku landsliðsleikarunum í hesum dystinum eru gjørdar í samráð við Julian Johansen, hondbóltsviðmerkjara. LEIKARAMETINGAR: KÝPROS - FØROYAR Neli Heldarskarð Málmenn: Lars Larsen Black: 4 Málverjin úr ÍF Føroyum spældi meginpartin av dystinum og var ein av teimum betru hjá Føroyum. Eftir trilvandi byrjan byrjaði hann at taka frá, og at enda hevði hann 11 bjargingar. Hevði sína bestu løtu í byrjanini av seinna hálvleiki, tá ið hann bjargaði tríggjar ferðir á rað. Eisini legði hann upp til trý føroysk mál við sínum útkøstum. Ári Egason Dam: 2 Kom inn eina løtu í seinna hálv­ leiki. Gjørdi ikki nakað serligt um seg í málinum, tí hann fekk fimm skot ímóti sær og eina bjarging. Sum heild hevði hann tó eisini lítið at arbeiða við. Niklas Simonsen: Kom inn til tvey brotskøst. Fekk hondina á tað eina, men var óhepp­ in, tí bólturin snýkti seg í málið kortini. Ov stutt inni at fáa eina meting. Útileikarar: Rókur Akralíð: 5 Besti maður hjá Føroyum ímóti kýpriotum. Stóri og sterki striku­ spælarin skaraði framúr við at vera vera stinnur í verjuni, og í álopinum eydnaðist tað honum eisini at skora fimm mál upp á síni sjey skot. Helgi Hildarson Hoydal: 3 Tíðliga í dystinum vóru boð eftir U21-landsliðsliðskiparanum á strikuni, tá ið hann varð innskiftur. Í verjuni greiddi hann sína skyldu, men í álopsstøðu, har hann tó ikki spældi serliga nógv, var hann ikki sjónligur. Tony Hammer Weyhe: 3 Spældi fyri tað mesta í verjuni, har hann vardi væl og var undangongumaður. Verri gekk í álopsstøðu. Skoraði eitt mál, men brendi eisini tvey skot afturat tveimum støðum, har hann ikki loftaði bóltinum. Rúni Joensen: 2 Byrjaði inni á vinstra vongi. Var tó ikki sannførandi og skifti tí eitt sindur ímillum at vera inni og úti á bonkinum. Skoraði eitt mál, men brendi eisini tvey skot. Saman­ umtikið var avrikið ikki á heilt nøktandi støði. Tróndur Kragesteen: 2 Spælstýrari á føroyska liðnum. Fekk tó ongantíð glið á sítt álopsspæl. Spældi so at siga allan dystin, men ongin mál, fýra brend skot og ein tekniskur feilur geva undir miðal í støðumeti. Nicklas Selvig: 3 Gamaní skorar hann fýra mál, men avrikið er kortini ikki meira enn miðal, tí eisini brendi hann heili átta skot. Eisini gjørdi hann fýra tekniskar villur. Royndi at gera sítt, men villurnar vóru ov nógvar. Allan Norðberg: 2 Spældi lítið, men ta tíðina hann var ikki, kendi hann ikki vitjun­ artíðina. Brendi eitt týdningarmikið skot í dystarendanum, sum kundi broytt útfallið. Eitt mál og tveir stórir møguleikar blivu brendir, og tað gevur eitt undir miðal avrik. Andrias Eriksen: 2 Kom inn í seinna hálvleiki, har hann fekk eina løtu at vísa seg fram. Hevði trý skot, sum øll blivu brend, men í eina førinum bleiv hann kanska eitt sindur illa viðfarin av dómaraparinum. Kjartan Johansen: 2 Eftir sannførandi avrikini í farna vikuskifti við U21-lands­ liðnum varð nokk roknað við meira frá honum. Brendi tvey skot frá høgra vonginum. Eftir 20 minuttir varð hann útskiftur orsakað av skaða og kom ongantíð innaftur. Julian Olsen: 3 Varð innskiftur í fyrra hálvleiki og spældi síðani tað mesta av dystinum. Fekk tvey mál upp á síni fýra skot, men eisini gjørdi hann tvær dýrar tekniskar villur. Tyktist ikki at vera líka kaldur, sum vit plaga at síggja hann í FTZ-deildini. Hans Eli Sigurbjørnsson: 4 Við sínum fimm málum gjørdist hann deildur toppskjútti saman við Róki Akralíð. Í fyrra hálvleiki brendi hann tveir góðar møgu­ leikar, men annars var ikki nógv at seta fingurin á. Sást kanska ov lítið til hann í avgerandi løtunum ímóti dystarenda. LEIKARAMETINGAR FØROYAR-GRIKKALAND Neli Heldarskarð Málmenn: Lars Larsen Black: 3 Fyrstavalið frá fyrra dystinum byrjaði ikki inn, men spældi ein hálvan tíma. Hevði onkrar bjarg­ ingar, men eisini vóru eini tvey skot, sum hann kundi tikið. Miðal avrik. Ári Egason Dam: 2 Kom inn í síðstu 10 minuttunum. Arbeiðsumstøðurnar vóru ikki tær bestu, tí tað var um hetta mundið, at føroyingar byrjaðu at satsa og slaka upp á verjuspælið. Hevði ikki nakra bjarging. Niklas Simonsen: 4 Fekk kjansin í seinna dystinum, har hann byrjaði inni. Hevði fýra góðar bjargingar í fyrstu 20 min­ uttunum, men varð síðani útskiftur fyri Lars Black. Gott avrik ta tíðina, sum hann spældi. Útileikarar: Rókur Akralíð: 4 Enn einaferð ein av teimum betru á føroyska liðnum. Sterkur í verjuni, men tó gekk ikki líka væl við málskjótingini sum í fyrra dystinum, tá ið hann skoraði fimm mál. Hesaferð skoraði hann trý. Hjalti Mohr Jacobsen: 2 Skoraði trý mál upp á síni seks skot, sum er eitt vet ov lítið. Spælskiparin úr Kyndli tyktist eisini at hava trupulleikar við at finna røttu loysnirnar í álopsstøðu, og tað ger, at hann ikki fær meira enn 2. Helgi Hildarson Hoydal: 3 U21-landsliðsliðskiparin spældi fyri tað mesta í verjuni. Gjørdi ein tekniskan feil í álopsstøðu, men annars var avrikið á einari leið í verjupartinum. Tony Hammer Weyhe: 4 Var aftur sera stinnur í verjuni, har hann veruliga gongur á odda. Spældi eisini eitt sindur við í álopi­ num, og tað úrslitaði í tvey mál. Tróndur Kragesteen: 2 Enn einaferð gekk ov illa við málskjótingini. Føroyski liðskiparin hevði fimm skot, men bert eitt av hesum fór í málið. Spældi minni í seinna dystinum, enn hann gjørdi í fyrra. Nicklas Selvig: 3 Ikki líka nógvar skotroyndir sum í fyrra dystinum. Skorar tvey mál upp á fýra skot, men man situr við kensluni av, at hann hevði meira at bjóða uppá. Allan Norðberg: 3 Kom sera væl frá byrjan við tveim­um málum, men síðani fánaði góðskan á skotunum hjá høgra vonginum, ið varð útskiftur í hálvleikinum og ikki kom inn aftur fyrr enn ímóti dystarenda. Fýra mál upp á átta skot gevur eitt miðal avrik. Andrias Eriksen: Julian Olsen: 4 Fekk kjansin og byrjaði inni á vinstra vongi. Ein av teimum heilt góðu hjá Føroyum. Tordi at taka ábyrgd og skoraði fimm mál. Hevði eisini tveir avbrennarar. Hans Eli Sigurbjørnsson: 3 Hevði trupulleikar við at taka røttu avgerðirnar til tíðir, og tað úrslitaði í tveimum tekniskum villum. Eydnaðist tó við at bróta ígjøgnum mótstøðuverjuna nakrar ferðir og skoraði trý mál. Tó eisini trý skot, sum blivu brend. Rúni Joensen: Ov stutt inni at fáa eina meting Bogi Gaard Davidsen: Ov stutt inni at fáa eina meting Kjartan Johansen: Spældi ikki við vegna skaða Kýpros - Føroyar 20-19 (8-9) Kýpros: Julios Argyrou 8, Christos Argyrou 5, Andreas Miltos Markides 3, Vassilis Demosthenous 2, Kyriakos Sophocleous 1, Themistoklis Tsivikos 1. Føroyar: Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rókur Akralíð 5, Nicklas Selvig 4, Julian Olsen 2, Allan Norðberg 1, Tony Weyhe 1, Rúni Joensen 1. Grikkaland - Kýpros 24-17 (13-6) Grikkaland: Vyron Papadopoulos 6, Charalampos Mallios 5, Ioannis Basmalis Gomez 3, Christodoulos Mylonas 3, Anastasios Papadionysiou 3, Evaggelos Arampatzis 1, Panagiotis Nikolaidis 1, Adam Papadopoylos 1, Efstathios Zampounis 1. Kýpros: Julios Argyrou 4, Christos Argyrou 3, Georgios Stylianou 2, Christos Chrysanthou 1, Evangelos Costa 1, Vassilis Demosthenous 1, Andreas Miltos Markides 1, Dimitris Nikiforou 1, Yiannos Nikiforou 1, Marios Trimithiotis 1, Themistoklis Tsivikos 1. Føroyar - Grikkaland 24-26 (11-13) Føroyar: Julian Olsen 5, Allan Norðberg 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Hjalti Mohr Jacobsen 3, Rókur Akralíð 3, Nicklas Selvig 2, Tony Weyhe 2, Tróndur Kragesteen 1, Andrias Eriksen 1. Grikkaland: Vyron Papadopoulos 6, Adam Papadopoylos 4, Evaggelos Arampatzis 3, Ioannis Basmalis Gomez 3, Garyfalos Bagios 2, Petros Kandilas 2, Charalampos Mallios 2, Efstathios Zampounis 2, Christodoulos Mylonas 1, Panagiotis Nikolaidis 1. Føroyski málskjúttalistin: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Rókur Akralíð 8, Julian Olsen 7 Nicklas Selvig 6, Allan Norðberg 5, Hjalti Mohr Jacobsen 3 Tony Weyhe 3, Rúni Joensen 1, Tróndur Kragesteen 1, Andrias Eriksen 1 HONDBÓLTUR