Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 EM-UNDANKAPPINGIN Føroyska A-landsliðið tapti báðar dystirnar í EM-undankappingini, sum varð spæld á heimavølli í vikuskiftinum. – Vit hava sæð í kappingum uttanlands og í venjingunum her heima, at leikararnir hava spælt nógv betur og við størri frælsi, enn teir gjørdu í hesari undankappingini, sigur hjálparvenjarin hjá landsliðnum GAGNNÝTTU IK HEIMAVØLLIN Neli Heldarskarð Seinasti hálvurannar mán­að­ urin hevur verið sera hend­i­ ngarríkur í føroyskum lands­ liðs­hondbólti. Fyrst var tað A-lands­liðið hjá kvinnum, sum í byrjanini av desember spældi HM-undankapping á heima­vøll, har allir dystirnir tó blivu taptir. Í síðstu viku var tað síðani stóra sól­ skins­søgan í føroyskum lands­liðshondbólti, U21- lands­liðið, ið skrivaði søgu við at vinna seg víðari til HM-endaspælið í Algeria í summ­ar. Hetta vikuskiftið var tað síðani A-landsliðið hjá monnum, sum átti tørn á gula gólvinum í høllini á Hálsi, tá ið undankapping til EM í 2020 skuldi spælast.  Báðir dystirnir ímóti ávíka­vist Kýpros og Grikka­ landi vórðu taptir, men í báðum dystum vóru møgu­ leikar at vinna stig. Ein ørgrynna av brendum møguleikum Frammanundan varð Kýpros mett at vera mótstøðuliðið, har besti møguleikin var at vinna stig. Føroyar byrjaðu und­ankappingina ímóti júst Kýpros, og skjótt gjørdist greitt, at her var okkurt at heinta. Kýpriotisku leikararnir vóru onki at reypa av krops­ liga, og tað sást aftur á hond­ bólts­spælinum hjá teim­um, sum varð spælt við rætti­ liga lág­ari leikferð. Stóri trumf­ur­in hjá Kýpros var tó mál­verjin, Christoforos Nungo­vitch, sum longu eftir 10 min­uttir hevði havt heili fimm bjargingar. Kýpros hevði munin ein stóran part av fyrra hálvleiki, men sein­ astu løtuna bragdaði hjá før­ oy­ing­um, sum við máli frá Nicklas Selvig í síðsta sek­ undi av fyrra hálvleiki fóru til hálvleiks á odda 9-8. Ein føroyskur sigur tyktist sann­líkur í seinna hálvleiki, tá ið Føroyar komu á odda 11-8, men so kom stígur í. Nungo­ vitch í kýpriotiska málinum byrj­aði aftur at gera um seg, og brádliga var føroyska leiðsl­an burtur og støðan 12- 12. Eftir hetta komu Føroyar ong­an­tíð á odda aftur og taptu at enda 20-19. –  Serliga í hesum dyst­in­ um eru vit yvirhøvur ikki nøgdir við avrikið hjá hvørki leik­ar­um ella okkum venj­ar­ um. Vit venjarar høvdu eis­ ini kunnað roynt at broytt meira leikliga, enn vit gjørdu, men ta ábyrgdina mugu vit so bara taka á okkum, sigur Birg­ ir Hansen, hjálparvenjari hjá lands­liðnum. Heimavøllurin ikki gagnnýttur Fyri viku síðani var ongin ivi um, at ein stúgvandi full høll av føroyskum áskoð­ ar­um gjørdu sítt til, at tað gekk so væl hjá U21-lands­ lið­num í sínari und­an­kapp­ ing. A-landsliðið hevði eis­ ini eina so at siga fulla høll í rygginum, hóast hesir áskoð­ar­ar ikki vóru nakað ser­liga mælskir. Birgir Han­ sen heldur, at landsliðið ikki klár­aði trýstið, sum eis­ini fylg­ir við, tá ið ein slík und­ an­kapping verður spæld á heima­vølli. – Tað skal havast í huga, at nógv­ir av hesum leikarunum spæla á heimavølli á fyrsta sinni. Vit hava spælt nakrar dystir uttanlands, har so at siga onki uppmerksemi hevur ver­ið á okkara leikarum, og tí spældu vit meira frítt tá. Nú var tó eitt størri trýst á lands­ lið­num við áskoðarum, størri upp­merksemi og væntanum til lið­ið. Úrslitið hjá U21 síðsta viku­skiftið gjørdi nokk eisini sítt til, at trýstið bleiv enn størri á okkara menn, sigur Birg­ir Hansen. Serliga í dystinum ímóti Kýpros gjørdu føroysku leik­ ar­ar­nir óneyðuga nógvar vill­ ur. Ov ofta blivu tekniskir feil­ir gjørdir, og í fleiri førum høvdu føroyingarnir trupult við at yvirhøvur raka málið, tá ið teir vórðu spældir leysir. Stutt sagt, so spældi føroyska lið­ið ikki upp til sítt besta. –  Eg haldi, at utt­an­fyri­ kom­andi viðurskifti fingu størri ávirkan, enn roknað varð við frammanundan. Vit hava eisini sæð í venj­ing­un­ um her heima, at leikararnir hava spælt nógv betur og við størri frælsi, enn teir gjørdu í hesari undankappingini. Onk­urs­vegna var tað ymiskt í høvdinum hjá leikarunum, sum gjørdi, at vit ikki fingu meira burturúr, sigur Birgir Han­sen. Tað sigur eisini sítt, at føroyska liðið í hesum dyst­ inum hevði heili 31 mál­ royndir, ið ikki úrslitaðu í máli.  Betri ímóti Grikkalandi Bert eitt av teimum trimum lond­unum kundu spæla seg víðari til komandi und­ an­um­farið. Leygardagin vann Grikkaland 24-17 ímóti Kýpros, og hetta merkti, at før­oyska liðið framvegis hevði ein møguleika at spæla seg víðari undan avgerandi dyst­inum ímóti grikkum sunnu­dagin. Tað fór tó at krevja ein fimmmálssigur.  Grikska liðið hevur fleiri leik­ar­ar, ið eru yrkisleikarar, og tí var øllum greitt, at her bíð­aði føroyska liðnum ein stór avbjóðing.  Meginpartin av fyrra hálv­ leiki gekk væl hjá Føroyum, sum megnaðu at fylgja við grikk­um á máltalvuni. Enn eina­ferð brendi føroyska liðið tó ov nógvar møguleikar, og tað gjørdi, at Grikkaland fór til hálvleiks á odda 13-11. Bestu løtuna í dystinum høvdu føroyingar í fyrstu 10 minuttunum av seinna hálv­leiki, tá ið føroyska verj­ an fullkomiliga lukkaði av, samstundis sum álopið rigg­ aði betur. Føroyar komu á odda 15-13, men nærri kravda fimm­máls­sigrinum komu okk­ara menn ongantíð. Síðsta kort­er­ið byrjaði at ganga aft­ urá, og endin var tann, at Grikka­land hevði trygt tam­ ar­hald á støðuni og vann 26- 24. Rúni Joensen er ein av fleiri kollfirðingum á landsliðnum Mynd: ÁlvurHaraldsen Kári Nielsen og Birgir Hansen kjakast um gongdina  Mynd: ÁlvurHaraldsen