mánadagur 16. januar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Í dystinum ímóti grikk
um eru vit væl nøgdir við tí,
sum leikararnir leggja fyri –
serliga í fyrstu 45 minuttun
um. Men eftir hetta tykist tað
sum, at menn fara eitt sindur
í sjálvdrátt og víkja frá okkara
konsepti. Hetta var helst eitt
úrslit av manglandi royndum.
Vit hava tó lært nógv av hes
ari undankappingini, men
framvegis er nógv at betra,
sigur Birgir Hansen.
Birgir Hansen vísir eisini
á, at í slíkum dysti koma góð
ar royndir væl við – hesar
royndir manglaðu føroyingar.
–
Grikkar
blivu
ikki
trýstir nakað serliga ímóti
Kýpros, og eisini hava teir
leikarar,
ið
hava
nógvar
royndir.
Tilsamans
hava
teirra leikarar spælt nógvar
landsdystir, og fleiri av teirra
leikarum eru eisini at síggja í
evropeiskum kappingum við
teirra feløgum. Tað sæst aftur
í okkara dysti ímóti teimum,
tí hóast vit komu framum við
tveimum, so kom ongin fjált
ur á grikkar, sigur Birgir Han
sen og leggur afturat:
Tær royndirnar, sum vit
mangla, hava grikkar. Í trýst
um støðu megnaðu teir í
størri mun at halda høvdið
kalt, enn vit gjørdu.
Vil ikki samanbera
við U21-landsliðið
Tá ið tað bert er ein vika síð
ani, at U21-landsliðið bergtók
føroyska hondbóltsheimin
er sjálvandi skjótt at hugsa,
hvat A-landsliðið manglar
í mun til U21-landsliðið.
Helst er ongin ivi um, at
U21-landsliðið er væl betur
samanspælt enn A-lands
liðið, sum hetta vikuskiftið
spældi sín fyrsta undan
kappingardyst síðani 2011,
men Birgir Hansen heldur
tað vera skeivt at samanbera
eitt ungdómslandslið og eitt
A-landslið.
– Eg haldi tað vera skeivt
at samanbera U21-landsliðið
ov nógv við A-landsliðið. Tað
er ein himmalstórur munur á
teimum heilt vaksnu leikar
unum og teimum ungu. Sjálvt
hjá teimum bestu U-landslið
num gongur tað eitt sindur
upp og niður, meðan A-lands
liðini, sum vit spæla ímóti,
sum heild eru nógv meira
jøvn í teirra avrikum, sigur
Birgir Hansen.
Fáa enn ein møguleika
Landsliðið fær tó enn ein
møguleika at spæla seg til
endaliga
undanumfarið
til EM í 2020. Í summar er
nevniliga kapping á skránni
fyri tær tjóðirnar, ið líka
sum Føroyar ikki megnaðu
at spæla seg víðari úr fyrsta
undankappingarbólkinum.
Heilt nágreiniliga hvar og
nær henda kapping verður
spæld er ikki heilt greitt enn.
Birgir Hansen heldur, at
møguleiki er fyri, at Føroyar
kunnu
spæla
seg
víðari
ígjøgnum hesa kappingina,
men talan er um jøvn lond.
– Øll londini í komandi
kappingini
kunnu
bæði
vinna og tapa ímóti hvørjum
øðrum. Tað verður nokk
tað liðið, sum best klárar at
finna støðufesti, ið vinnur
seg víðari til komandi und
ankappingina. Hendan kapp
ingin kann blíva sera góð fyri
okkum, men onki garanti er
fyri, at vit koma víðari, sigur
Birgir Hansen at enda.
Millum mótstøðuliðini hjá
Føroyum í hesari kappingini
verða
Turkaland,
Kosovo,
Luksembourg, Georgia og
Kýpros.
neli@sosialurin.fo
EM-UNDANKAPPINGIN
KKI
Liðskiparin, Tróndur Kragesteen, í dysti móti Grikkalandi
Mynd: ÁlvurHaraldsen
Hans Eli Sigurðbjørnsson var
millum stinnastu spælarar
Mynd: Álvur Haraldsen