Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Meðan flestu liðini hava fingið størsta partin uppá pláss til komandi kappingarár í Effo-deildini, verður bíða eitt sindur eftir HB og nýggja suðuroyarliðnum. Har fer helst okkurt at henda tær komandi vikurnar, har onkrir útlendingar koma at vera avdúkaðir í báðum feløgunum. TAÐ VERÐUR BÍÐ NÝGGJA SUÐURO André Olsen Um minni enn tveir mánaðar fer Effo-deildin aftur av bakkastokki, eftir ein vetrarsteðg síðani síðst í oktober farna ár. Øll liðini hava arbeitt dúgliga í vetur við at hava fingið hóparnar til komandi kappingarárið uppá pláss, men ikki øll eru liðug við at styrkja seg enn. Tá verður serliga hugsað um HB, sum eftir seinasta kappingarár, har felagið endaði á fimta plássi, meldaði út at tað fór at stremba hægri komandi kapp­ ingarár. Hóast greiðu útmeldingina, hevur hópurin hjá HB mestsum bara havt frágongd í mun til farna kappingarár, og tað tykist eingin ivi vera um, at seinasti styrkurin hjá HB ikki er komin enn. Eisini hjá nýggja suðuroyarliðnum fer okkurt at henda afturat. Felagið fær í næstum nýggjan útlendskan venj­ ara, og helst fær felagið styrk av málverja, ið áður hevur spælt í føroyskum fótbólti. Alt um tað seinasta nýggja í Effo-deildini her. Víkingur: Tilgongd: Adeshina Lawal Frágongd: Geza Turi, Finnur Justinussen Lítil útskifting í Víkingi Hjá føroyameistarunum úr Vík­ingi hevur lítil útskifting verið í hópi­ num í vetur. Hóast ivamál var um fleiri leikarar frá farna kapping­ar­ árið, hava teir flestu av teimum longt sáttmálan við Víking. Ivamál var um teir báðar rutineraðu mið­ vallararnar, Hans Jørgen Djurhuus og Sorin Anghel, sum tó báðir vera partar av hópinum til komandi kappingarár. Eisini var ivamál um Erling D. Jacobsen, sum leingi ljóðaði at vera ávegis til HB. Hann longdi tó sáttmálan við barn­dóms­ felagið stutt áðrenn nýggjár. Einasta frágongdin sum hóp­ur­ in hjá Víkingi hevur í løtuni er málverjin, Geza Turi, sum fyribils er steðgaður við at spæla fótbólt. Har hevur Víkingur ikki heinta nakran styrk inn ístaðin, og tað er vænt­ andi at teir báðir ungu og evnaríku málverjarnir, Elias Rasmussen og Bárður á Reynatrøð, fara at kappast um málmanssessin í Víkingi hetta kappingarárið. Eisini hevur Vík­ ingur havt frágongd av Finni Justinussen, sum tó spældi lítið í farna kappingarárið, av teirri orsøk at hann í fyrru hálvu spældi við danska felagnum, Fremad Amager, meðan hann í seinnu hálvu breyt beinið hjá sær, soleiðis at hann ikki varð so drúgvur sum væntað í felagnum. Ein tilgongd hevur verið í hópi­ num hjá Víkingi í summar. Tað er álopsleikarin, Adeshina Lawal, sum er komin til frá grannunum úr ÍF. Tað ljóðar eisini at Víkingur fer at fáa tilgongd frá landsliðsleik­ara­ num, Fróða Benjaminsen, úr HB. Tað tykist at vera sannlíkt, tí Fróði Benjaminsen og familjan eru nýliga flutt inn í Eysturoynna at búgva. KÍ: Tilgongd: Dion B. Splidt, Hørður H. Askham, Albert Adu Frágongd: Niels Pauli Danielsen, Súni Olsen Sterkari KÍ hópur enn í fjør Hópurin hjá steypavinnarunum úr KÍ kom skjótt uppá pláss til komandi kappingarár eftir farna kappingarár. Tríggjar vikur á rað avdúkaði KÍ nýggjar spælarar, har Dion B. Splidt, Hørður H. Askham og Albert Adu komu til. Teir avloystu Súna Olsen og Niels Paula Danielsen, sum eru teir einastu leikararnir sum hópurin hjá KÍ hevur havt frágongd av í vetur. Tað tykist ikki sum um at KÍ fer at fáa stórvegis av tilgongd afturat, tí hópurin til hetta kappingarárið er rímuliga intaktur í mun til farna kappingarár. KÍ hevði í fjør sítt besta kappingarár síðani minn­ing­ arríka árið í 1999. Nakað sum fólk í Klaksvík leingi hava hungrað eftir, tí tey nógvu árini undan tí bjóðaðu uppá vónbrot. Til komandi kappingarár tykist KÍ at vera ein av avgjørdu biðlunum til at strúka avstað við FM-heiti­ num. Hópurin tykist í øllum førum ikki verri enn farna kappingarár. NSÍ: Tilgongd: Jan Ó. Ellingsgaard, Karl A. Løkin, Bárður J. Hansen Frágongd: Nikolaj Køhlert, Jákup Andrias Gaardbo – Tíðin vil vísa, um okkurt afturat hendir Í NSÍ verður sæð við stórum bjart­ skygni fram ímóti komandi kapp­ ingarárið. Felagið fyllir hetta kapp­ ingarárið 60 ár, og seinast tá felagið fylti runt – 50 ár, vann NSÍ sítt fyrsta FM-heitið í søgu felagsins. NSÍ hevur lagt nógv fyri í vetur, har tað hevur verið vant miðvís fram ímóti komandi kappingarárið. Og eisini í hópinum hevur nakað av útskifting verið, tó at tað mesta hevur verið tilgongd. NSÍ fekk tíðliga tilgongd av teim­um báðum ÍF leikarunum, Karl A. Løkin og Jan Ó. Ellingsgaard, har teir skuldu avloysa danska Nikolaj Køhlert og verjuleikaran, Per Lang­ gaard. Men stutt eftir, boðaði NSÍ frá, at verjuleikarin, Per Langgaard, allíkavæl tók eitt ár afturat í felag­ num. Beint áðrenn jól fekk NSÍ til­ gongd av landsliðsleikaranum, Bárð­ur J. Hansen, sum er komin til felagið frá danska Fremad Amager. Og tað ljóðar at NSÍ ætlar sær uppaftur meira tilgongd, har fel­ag­ ið hevur ein nýggjan miðverja høgt á ynskilistanum. Vit vendu okkum til NSÍ venj­ aran, Anders Gerber, sum ikki bein­ leiðis vildi svara um felagið fór at fáa meira styrk inn. – Vit hava fingið eina góðan byrjan uppá uppstartin, har leik­ ararnir síggja væl út fysiskt. Men um tað kemur meira tilgongd ella frágongd, dugi eg ikki at siga enn. Tað fer tíðin at vísa, sigur NSÍ venjarin, Anders Gerber. Eitt úttalilsi sum kundi bent á, at tað seinasta úr Runavík helst ikki er hent enn. B36: Tilgongd: Patrik Johannesen, Christian R. Mouritsen, Philipp Lund Frágongd: Jákup á Borg, Hanus Thorleifsson, Jónas Tór Næs, Hørður H. Askham B36 er styrkt frameftir vøllinum Í B36 er eisini nakað av útskifting til komandi kappingarár. Felagið hevur sagt farvæl við fleiri ruti­n­ eraðar leikarar, umframt at út­ skifting hevur verið á venjara­ síðuni, har Jákup á Borg nú skal avloysa Eyðun Klakstein í venjara­ sessinum. Men eisini hevur verið nakað av tilgongd í hópinum. Hópurin tykist serliga at vera styrktur til tey framrættaðu plássini, har tað bert eru komnir framrættaðir leikarar afturat hópinum. Felagið heintaði tíðliga AB-toppskjúttan, Patrik Johannesen, men hava seinni eisini kunngjørt Christian R. Mouritsen og Philipp Lund, sum báðir fyrr hava víst seg at verið stórir profilar í Effo-deildini. Hópurin tykist tí at hava nógv fleiri streingir at spæla uppá fram­ eftir vøllinum hetta kappingarárið enn farna kappingarár, men í verjuni tykist avbjóðingin størri. Jónas Tór Næs og Hørður Askham spældu báðir fast í B36 verjuni í fjør. Helst vera teir avloystir av Høgna Eysturoy og Odmari Færø, sum báðir høvdu aðrar leiklutir á liðnum farna kappingarár. HB: Tilgongd: Levi Hanssen Frágongd: Øssur M. Dalbúð, Arnbjørn Hansen, Teit Jacobsen HB fær helst útlendskan styrk Størsta ivamálið til komandi kapp­ ingarár tykist at vera HB, sum beinavegin eftir farna kappingarár, meldaði út, at teir strembaðu hægri. Tað ljóðaði tá at felagið ætlaði at styrka seg við fleiri profilum, sum tó iki enn hevur verið støðan í vetur. Heldur hevur hópurin hjá HB bara havt frágongd í mun til farna kappingarár. Álopsleikararnir Arnbjørn Hansen og Øssur M. Dalbúð halda báðir ikki fram í HB, og stutt undan jólum seldi felagið eisini stóra talentið, Teit Jacobsen. Tað ljóðar tó úr HB, at felagið fer