Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR A EFTIR HB OG YARLIÐNUM at styrkja seg við trimum útlendsk­ um leikarum, sum koma til felagið í februar. Teir koma ikki í februar, tí at flytingarvindeygað uttanlands letur aftur 31. Januar. Teir ætla tá at dúva uppá onkrar útlendskar profilar, sum ikki hava sáttmála við nakað felag uttanlands tá. Men hvørjir profilar talan er um, tykist enn ógreitt. Nøvn sum Martin Bergvold, Brent McGrath og Daniel Pedersen eru nevnd. Verður talan um teir tríggjar, skal HB avgjørt takast í álvara, tí tað eru alt leikarar sum kunnu lyfta eitt og hvørt felag í Effo-deildini. ÍF: Tilgongd: Jákup Andrias Gaardbo, Ndende Adama Gueye, Niels Pauli Danielsen, Bogi R. Petersen Frágongd: Jan Ó. Ellingsgaard, Karl A. Løkin, Adeshina Lawal, Leivur Joensen ÍF hevur mist nógvar profilar Í hópinum hjá ÍF út til farna kapp­ ingarár, hevur talan verið um somu frágongd, sum tað hevur verið tilgongd. Merkisvert við tí er tó, at rættuliga markantir profilar frá farna kappingarárið eru farnir úr hópinum. Tíðliga gjørdist greitt, at teir báðir liðskiparin, Jan Ellings­ gaard og varaliðskiparin, Karl Løk­ in, skiftu til NSÍ. Eisini gjørdist tíðliga greitt, at felagið misti topp­ skjúttan Adeshina Lawal til grann­ arnar úr Víkingi. Í seinastu viku var so aftur frá­ gongd í ÍF hópinum. Høgri bakk­ urin seinastu árini, Leivur Joensen, varð tá kunngjørdur sum nýggjur leikari á Skála. Hóast eitt sindur av frágongd, hevur ÍF eisini styrkt seg í vetur. Jákup Andrias Gaardbo og Ndende Adama Gueye og Bogi R. Petersen eru komnir inn fyri at styrkja liðið defensivt, meðan Niels Pauli Dan­ ielsen er komin afturat á miðvøllin. Á pappírinum tykist hópurin ÍF eitt vet veikari enn farna kappingarár, men bert tíðin vil vísa, um tann spádómurin er rættur ella ei. TB/FCS/Royn Tilgongd: Jón Krosslá Poulsen Frágongd: Casper Radza, Ndende Adama Gueye, Kofi Appiah, Albert Adu, Mamuka Torondjadze, Valerian Iobashvili Russiskur málverji til Suðuroyar Í Suðuroy verður hetta kappingar­ árið eitt nýtt felagslið í bestu deildini. Felagsliðið, sum higartil ber navnið TB/FCS/Royn er ein samanrenning av øllum fótbólts­ liðunum í Suðuroy. Enn er støðan hjá suðuroyar­ liðnu ógvuliga ógreið. Leingi hevur verið leitað eftir venjara, sum umsíðis sær út til at eydnast. Helst verður tað fyrrverandi íslendski landsliðsvenjarin, Atli Eðvaldsson, ið verður nýggjur venjari í Suður­ oynni. Sunnukvøldið boðaði suður­oy­ ar­felagið so frá, at felagið hevði fingið fyrstu tilgongdina. Hon kom í fyrrverandi Víkinga áleyparanum, Jón Krosslá Poulsen, sum komandi kappingarár aftur fer at spæla í Suðuroynni. Tað ljóðar annars úr Suðuroy at felagið fer at fáa tveir útlendskar leikarar inn í hópin. Helst ein málverja, og so eisini ein fram­ rættaðan profil. Sum skilst bendir nógv á, at málverjin fer at vera russiski Mark Ryutin, sum áður hevur spælt við Skála, umframt at hann eisini hevur verið eykamál­ verji hjá Vendsyssel. Av frágongd hevur suðuroy­ arliðið higartil mist allar sínar útlendsku leikarar frá í fjør. Skála: Tilgongd: Mamuka Torondjadze, Valerian Iobashvili, Michal Przybylski, Andras Fredriksberg, André Olsen, Leivur Joensen Frágongd: Fritleif í Lambanum, Rógvi Egilstoft Nielsen, Símun Petur Poulsen, Álvur Christiansen, Rasmus Anderson, Pauli G. Hansen Nógv útskifting á Skála Skála, sum farna kappingarár yvir­ livdi sum uppflytari, skal hetta kappingarárið av álvara staðfesta sína tilveru. Og á Skála, eins og flestu aðra staðni, er nakað av útskifting farið fram í vetur. Fleiri leikarar eru farnir úr hópinum hjá Skála í mun til farna kappingarár, men nógvir nýggir eru eisini komnir inn ístaðin. Serliga góður styrkur tykjast teir báðir georgisku leikararnir, sum seinastu tvey árini hava spælt við FC Suðuroy. Sláa teir, og hópurin hjá Skála til í ár, fer Skála avgjørt at kunna spæla upp ímóti øllum liðunum í Effo-deildini. EB/Streymur: Tilgongd: Arnbjørn Hansen, Tóki á Lofti, Dan í Soylu Frágongd: Arnbjørn skal vísa vegin fyri EB/Streym EB/Streymur, sum í nógv ár tald­ist millum oddaliðini í før­ oyskum fótbólti, var eitt rend niðri í næstbestu deildini farna kappingarár, eftir at felagið nú er í einari uppbyggingarfasu. Vendið í næstbestu deildini var tó stutt, tí EB/Streymur vann sannførandi næstbestu deildina. Komandi ár verður so aftur Effo-fótbóltur á skránni í Sunda­ lagnum. Til at standa á odda fyri tí, hevur EB/Streym í ár fingið fatur á Heðin Askham sum venjara, sum seinast var venjari í felagnum í 2012, tá felagið vann FM-heitið. Hóast fortreytirnar og væntanirnar til hann eru ikki tær somu nú sum tá, hava sundalagsfólk eina stóra tiltrúgv til fryntliga havnamannin. Málsetningurin hjá honum er greiður. Felagið skal fyrst og fremst yvirliva í deildini. Á manningarsíðuni hevur EB/ Streym styrkt um hópin. Teir hava fingið tilgongd av ungu og evnaríku Dan í Soylu og Tóka á Lofti, meðan fyrrverandi landsliðsleikarin, Arn­ bjørn Hansen, er leikarin, sum skal slóða vegin fyri ungu EB/Streyma leikararnir. Men um tað verður nokk, vil bara tíðin vísa. 07 Vestur: Tilgongd: Ken Fagerberg, Thiago Pinto Borges, Petter Bjørlund Frágongd: Søren Nielsen, Tóki á Lofti 07 Vestur við markantum styrki Eftir nøkur ár í næstbestu deildini, verður aftur Effo-fótbóltur á skránni í Vágunum í ár. 07 Vestur er nevniliga ein av uppflytarunum í deildini til komandi kappingarár, og teir ætla sær ikki einki. Felagið hevur ein málsetning um at enda millum tey ovastu liðini í Føroyum innan fá ár, og fyri at royna at staðfesta sína støðu í deildini, hevur felagið fingið markantan styrk. Teir tríggir útlendingarnir, Ken Fagerberg, Thiago Pinto Borges og Petter Bjørlund, eru alt leikarar ið hava royndir á munandi hægri støðið enn føroyskum fótbólti. Megna teir leikararnir at lyfta liðið hjá 07 Vestur, fer 07 Vestur avgjørt at klára at yvirliva sum uppflytari. Men koma teir leik­ ararnir at trívast illa, kann tað eisini koma at ávirka avrikini hjá 07 Vestur tann negativa vegin. Tað tykist tó eingin ivi vera um, at fótbólturin í Vágunum í dag hevur tað betri, enn hann leingi hevur havt tað.