mánadagur 16. januar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. Hey Helgi, nú hevur tú
spælt landsliðshondbólt
í meiri enn eina viku út
í eitt. Hvussu er tað?
Tað er hart at spæla so nógvar dystir,
upp á so stutta tíð. Tó er tað øgiliga
stuttligt. Tað er ein stórur heiður,
at spæla á føroyska landsliðnum - í
føroyum- og eg hevði uttan iva gjørt
tað í 20 ár afturat, um møguleikin var
til staðar.
2. Tú hevur roynt at
vunnið við U21 liðnum og
tapt við A-landsliðnum.
Hvat var munurin?
Tað er stórur munur á, at vinna
og at tapa. Tað var sjálvandi ein
stór uppliving at spæla mín fyrsta
landsdyst við a-landsliðnum, men eg
má viðurkenna, at U21 var stuttligari
enn hetta. Eg fari aldrin at gloyma
mín fyrsta dyst, við a-landsliðnum.
Hitt fari eg tó heldur aldrin at
gloyma. So fyri meg, eru tað tvær
stórar upplivingar, men tó er U21
kappingin eina tonn størri enn
a-landsliðskappingin.
3. Liðskiparin á
A-landsliðnum helt
skemtiliga fyri, at tit
á U21 liðnum reypaðu
so nógv. Passar tað?
Eg eri øgiliga góður við Trónd og
hann hevur kanska rætt í, at tað
verður tosað nógv um tað, men eg
haldi Tróndur treingir til eitt klemm.
4. Ert tú blivin kendur,
eftir hesa vikuna við
landsliðshondbólti?
Nógv fólk hava skrivað til mín, enntá
onkur úr Russlandi. Men eg føli ikki,
at tað hevur gjørt meg kendan. Eg
eri tó glaður fyri, at miðlarnir gera
nógv burturúr okkara avriki.
5. Hvat er títt størsta ynski
fyri føroyskan hondbólt?
At vit sum land kunnu stað
festa okkum á altjóða hondbólt
spallinum.
Vónandi
fara
allir
landsliðsleikarar at uppliva allar
tær U-landsliðskappingarnar sum
eg - og nógvir við mær - havi havt
møguleikan at uppliva. Eg eri ikki
í iva í, at um teir yngru leikararnir
fáa møguleikan, so fara teir at bera
Føroyar og føroyskan hondbólt fram
í oddin á altjóða pallinum.
Vikan ið fór
U21 landsliðið í hondbólti verður
fagnað, eftir at hava skrivað søgu og
vunnið seg víðari til HM endaspælið.
Millum annað heilsar liðið upp á
løgmann
A-landsliðið megnar ikki at liva upp til
U21 landsliðið. Vónbrotið er stórt, tá teir
tapa fyri einum veikum kýpriotiskum liði
Heldur ikki í seinna dystinum móti
Grikkalandi megnar Føroyar at vinna.
Niðurstøðan er, at vit eru ov illa
samanspældir og brenna ov illa
HB menn og B68 kvinnur vinna óalmennu
FM innandurakappingina í fótbólti, sum
veður aftur komandi ár
Sára Ryggshamar Nysted setur
stórt nýtt met í 200 metrar firvald á
langgeil
TB/FCSuðuroy/Royn hevur Atla
Eðvaldsson á vitjan. Hann er fyrrverandi
stórspælari og venjari hjá íslandska
landsliðnum
FIFA hevur avgjørt, at tað skulu
48 lond til HM endaspælið í 2026.
Avgerðin er fyri nógvum kritikki, tí
luttøkutalið nú er so høgt
Cristiano Ronaldo verður kosin til heisins
besta fótbóltsspælara á FIFA Best Player
Awards.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningartil føroysk ítróttarfólk...
Navn: Helgi Hildarsson Hoydal
Aldur: 20 ár
Ítróttur: H71, U21 landsliðið
og A-landsliðið
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1: Kári Nielsen og Birgir Hansen 2: Nummar 6
3: Leeds, Newcastle, Aston Villa og Manchester
City 4: 38 meistaraheiti (Manchester United 20
og Liverpool 18) 5: Allan Mørkøre 6: 76 túsund,
rundað upp frá 75.635) 7: TB/FC Suðuroy/Royn 8:
Helgi Hildarson Hoydal
ÍTRÓTTARMYNDIN
1. A-landsliðið í hondbólti hevur tveir venjarar. Hvørjir
eru teir?
2. Paul Pogba er heimsins dýrasti fótbóltsspælari. Hvat
nummar hevur hann á troyggjuini hjá Manchester
United?
3. James Milner, sum skoraði málið hjá Liverpool móti
Manchester United hevur spælt við fýra øðrum
feløgum. Hvørjum?
4. Hvussu nógv ensk meistaraheiti hava Manchester
United og Liverpool vunnið til samans?
5. Landsliðsfótbóltsspælarin er seldur til ÍBV saman
við Kaj Leo í Bartalsstovu. Í 1999 spældi annar
føroyskur spælari við felagnum. Hvør er fyrrverandi
landsliðsspælarin, sum í 1998 bleiv kosin til ársins
fótbóltsspælara í føroyskum fótbólti?
6. Old Trafford er størsti leikvøllurin í Premier League.
Hvussu nógvar túsund áskoðarar er tað pláss fyri?
7. Jón Krosslá Poulsen hevur skift frá Víkingi til?
8. Hvør er spælarin á myndini? Mynd av Helga Hoydal í
landsliðstroyggju, men sløraðum andliti
Endaspurturin í NFL ella amerikanskum fótbólti er í gongd, og í gjárkvøldið vóru fleiri avgerandi dystir leiktir. Mason
Crosby, við nummar tvey á bringuni, hevur júst skorað eitt sonevnt fieldgoal fyri Green Bay Packers trý sekund fyri
leiklok og tryggjað Green Bay ein 31-28 sigur á Dallas Cowboys í einum ótrúliga spennandi og intensum dysti.