Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Eftir at vit øll somul fyri viku síðani blivu fullkomuliga forkelað og oyðiløgd av U21- landsliðnum í manshondbólti, komu vit niður aftur á jørðina um vikuskiftið, nú A-landsliðið stóð fyri tørni í síni undankapping til EM- kappingina. Ikki tí, liðið tapti tveir dystir tepurt – fyrst við einum máli fyri Kypros og síðani við tveimum málum fyri Grikkalandi – so úrslitaliga hevur tað mangan sæð verri út. Vit eru heldur ikki von við so nógv, tí í hesi øldini hava vit tapt 34 undankappingardystir og bara spælt ein javnan, so hetta eru vit næstan von við. Allíkavæl er talan ikki um nakað burturspilt landsliðsvikuskifti, tí vit eru øll fullgreið yvir, at A-landsliðið er ikki tann sama heildin sum U21-landsliðið, so her skulu fleiri dystir og miðvís venjing til, áðrenn tað bragdar. Og hví skuldi tað ikki tað, tá vit hava sæð tað hjá øðrum liðum? Fyri tveimum árum síðani mundi U17-landsliðið hjá kvinnum spælt seg víðari til eitt endaspæl og fyri minni enn einum ári síðani komu U19-kvinnurnar heimaftur úr Georgia við gulli í síni Women’s Trophy-kapping, og nú fyri eini viku síðani megnaðu altso U21-menninir sum teir fyrstu at spæla seg víðari úr eini veruligari undankapping. Alt samalt er hetta úrslit av einum góðum leisti, Hondbóltssamband Føroya hevur lagt fyri landsliðshondbóltin, og vit vita, at her nógv gott á veg, so hetta kann líka so gjarna bara vera byrjanin til eitt longri føroyskt hondbóltsævintýr, har okkum bíða nógvar góðar upplivingar fyri framman. Talentmassin er stórur og hugurin góður, so verður nú hildið fram við tí góða arbeiði, ið skjøtil er settur á, fara úrslitini eisini at koma. Tá vit hava fingið eina óbrotna rekkju av góðum liðum og spælarum allan vegin frá teimum yngstu og upp til tey elstu, sum arbeitt verður við nú, verða vit hilmarjan@sosialurin.fo Fyrr ella seinni… KLUMMAN Hilmar Jan sigur sína hugsan... HB er bert undirskriftina frá at gera sáttmála við tveir danskar leikarar. Gongur eftir ætlan, verður skrivað undir í komandi viku. Men samstundis er eisini greitt, at HB skal hava nýggjan formann MANGLAR BARA UNDIRSKRIFTIN Terji Nielsen Tað hevur verið rættiliga lítið at frætta um tilgongd av spælarum hjá HB, men her­fyri skrivaði in.fo, at havnarfelagið hevði sam­ band við tríggjar danskar leikarar, sum ætlir høvdu royndir frá lutfalsliga høgum støði. Sum skilst er HB nú komið ásamt við tveir av leikarunum um sáttmálar. Fýra ferðir danskur meistari Tann meira navnframi av teimum báðum dønunum er 32 ára gamli Martin Berg­vold, sum umframt at hava spælt við FC Keyp­ mannahavn og vunnið danska meistaraheitið heili fýra ferðir, eisini hevur umboðað Lyngby og Esbjerg í superliguni umframt Vend­ syssel í næstbestu kapp­ing­ ini. Martin Bergvold hevur eisini spælt í Seriu A í Italia við felagnum Livorno. Í dag spælir Livorno í triðbestu kapp­ingini í Italia, Seriu C, og har hevur Martin Bergvold verið seinasta hálva árið. Martin Bergvold, sum kann spæla bæði á sentrala miðvøllinum ella úti í borðinum, hevur somu­ leiðis spælt fleiri enn 50 U-landsdystir fyri Dan­ mark, men hann hevur ongan­tíð verið á danska A-landsliðnum. Hin leikarin, sum HB er kom­ið ásamt um sáttmála við, er áleyparin Daniel Ped­ er­sen. 27 ára gamli danin hev­ur bróðurpartin av sínari tíð í vaksnamannafótbólti spælt fyri felagið BK Frem í Valby, har hann hevur skor­ að 53 mál í 87 dystum. Sáttmálarnir eru klárir Sosialurin veit frá álítandi keldum, at umboð fyri HB hava verið í Danmark og hitt annan leikaran, og at man er komin ásamt um innihaldið í sáttmálunum við báðar leikararnar. Tað, sum nú restar í, at leikararnir báðir koma til Føroya at hyggja eftir umstøðunum. Tað gera teir eftir ætlan í komandi viku, og eru teir nøgdir við umstøðurnar, so verður skrivað undir beinanvegin. Tað var uppá tal, at ein dani afturat eisini skuldi koma til HB, men hetta tykist ikki blíva til nakað. Í farnu viku longdi HB samstarvið við bæði Trónd Jensen og Rók av Fløtum Jespersen, og sum skilst verður eisini skrivað undir við onkran føroyskan leikara afturat fyrsta dagin. Bæði Bárður Olsen, sum í fjør leikti við AB, og Heðin Hansen, sum er sáttmálabundin við Víking, hava verið nevndir, og somuleiðis hevur fyrr­ verandi HB-leikarin, Símun Samuelsen, vant við HB seinastu vikuna. Finnbogi Arge takkar fyri seg Samstundis sum HB er við at styrkja seg við donskum leikar­um, so er greitt, at formaðurin seinastu seks árini, Finnbogi Arge, fer at takka fyri seg á aðal­fundi­ num síðst í hesum mánaði­ num. Tað váttar Finnbogi Arge sjálvur. - Eg haldi, at tíðin er tann rætta nú, tí vit hava eina øgi­liga góða nevnd, og eina góða ungdómsnevnd og eina góða Effonevnd við góðum leiðarum. Eg velji at fara, tá fólk eru har, sum kunnu taka við beinanvegin, og mann­ingin er góð nú, sigur Finn­bogi Arge í stuttari við­ merk­ing. Hann sigur, at hann følir ikki, at hann er útbrendur, men at hetta er tað rætta at gera beint nú, og at tað er sunt fyri felagið. FÓTBÓLTUR: Martin Bergvold, sum her dystast við navnframa hollendska Clarence Seedorf, í dysti fyri Livorno móti AC Milan í Seriu A í 2010 Mynd: Polfoto