mikudagur 29. september 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 185 - 29. september 2004
um. Toftamenn endaðu
næstaftastir.
Eitt
stig
framman fyri ÍF, og tungan
á vágskálini var uttan iva
sigurin
hjá
B68
í
Fuglafirði.
Eysturoyargullið
Næstu árini sýndu av álv-
ara, at eysturoyggin nú var
at rokna sum maktdepilin í
føroyskum fótbólti.
GÍ vann gullið í 1983, og
so komu toftamenn av
álvara ígongd. Við John
Kramer at stýra liðnum,
eydnaðist tað tvær ferðir á
rað at vinna meistaraheitið.
Og ikki minst var tað ein
imponerandi staðfesting, at
liðið hesi bæði árini bert
tapti tríggjar landskapping-
ardystir. Og tá lagt verður
afturat, at liðið - eftir at hava
tapt fyrsta dystin í 1985 4-1
– spældi trettan dystir við
málmuninum 18-3.
Leikararnir á B68-liðn-
um hesi árini fingu í nógvar
mátar hetju-status á Toft-
um. Millum hesar kunnu
nevnast nøvn sum Axel
Højgaard, Jens Christian
Hansen, Ingemar Olsen,
Kjartan Nesá og Ingolf
Petersen.
Og eftir hetta var B68 eitt
lið, sum tú skuldi rokna við
í føroyskum fótbólti. Tað
var kanska ikki altíð, at
endastøðan varð heilt so
ovarlig, men stríðsviljin var
eyðkendur. Teir góvust ikki
fyrr enn seinasta bríkslað,
og tó at teir av mongum
fingu eyknevnið, B-Gúpp-
og-trýss, so mundi hetta
einamest vera eitt tekin um
hálvgum øvundsjúku frá
liðum, sum kanska megn-
aðu at spæla vakrari fótbólt
enn toftamenn, men sum
ikki megnaðu at fylgja við
tí engagementi, sum tofta-
menn løgdu í sítt spæl, og
sum oftani tryggjaðu teim-
um stig, sum teir kanska
ikki so nógv spældu seg til.
Hildu støðinum
Og tó at tað skuldu ganga
sjey ár, áðrenn gullið fyri
triðju ferð kom á Svanga-
skarð, so vóru toftamennnir
alla tíðina við. Tó at teir í
1987 máttu niður á sætta
plássið, so vóru teir árið
eftir við til tað allar sein-
asta, tá teir endaðu eitt stig
aftan fyri HB í einum
kappingarári, har B36 í
summarsteðginum mundi
halda seg hava vunnið alt.
Í 1989 gjørdist talan aftur
um bronsu, meðan árini ’90
og ’91 ikki teljast millum
teirra, sum tey í felagnum
hava størstu minnini um.
Tó at úrslitini her ikki vóru
av teimum allarbestu, so
var tó greitt, fleiri nýggir
stórleikarar vóru um at
finna vegin fram á Toftum.
Eingin teirra var bjartari
enn Øssur Hansen, ið sum
21 ára gamal í 1992 var
maðurin, sum heilt nógv
roknaðu við. Eisini hevði
liðið nú fingið styrk við
Abraham Hansen, umframt
at
málslúkurin,
Bergur
Magnussen, eisini byrjaði
venjingarnar her, tó at
honum skjótt stóð greitt, at
drúgvur knæskaði fram-
haldandi var til fortreð.
Við Jógvani Norðbúð
sum venjara, hugdi B68
sjáldan aftur hetta kapp-
ingarárið. Einastu ferðina
var kanska, tá teir á gras-
inum á Svangaskarði vórðu
mest sum úrlætnir av GÍ.
Men enn einaferð vann
treiskni hjá toftamonnum
fram, og eftir at hava vunn-
ið í Vági á næst seinasta
leikdegi, var mest sum
greitt, at gullið kom til
høldar, og tað gjørdi tað
eisini.
Óheppin samanfall
Hetta var seinasta ferðin, at
B68 var heilt uppi á tind-
unum. Gaman í megnaðu
teir av og á at stinga høvdið
heilt fram í heiðursmerkja-
røðina, men fyri tað mesta
snúu 90’ini seg umat
byggja eitt nýtt lið upp.
Toftamenn
gjørdu
tó
eisini um seg í aðrar mátar,
nú nýggju tíðirnar av álvara
vóru komnar til føroyskan
fótbólt. Teir høvdu í nøkur
ár roynt seg við ymsum
útlendskum leikarum, men
tá markið í 1999 varð økt til
fýra leikarar, gjørdu teir
skjótt av. Ikki færri enn fýra
brasilianskir leikarar vórðu
fingnir til vega, og tó at tað
var ymiskt, hvussu tað
hildnaðist hjá hesum, so
fær fáur talað ímóti eks-
plosiónini, sum toftamenn
um hetta mundi stóðu sum
fremstu eksponentar fyri.
Bronsukrónurnar,
sum
liði vann í 2000, 2001 og
2003 vóru sum so eisini
partvíst úrslit av eini hepn-
ari hond á útlendingaøkin-
um, eins og felagið - hóast
truplu støðuna í 90’unum –
alla tíðina hevði framt eitt
miðvíst ungdómsarbeiði.
Eitt nú hevur felagið hesi
árini uppalt leikarar sum
Fróða Benjaminse, Arn-
bjørn Danielsen og Jann
Inga Petersen, og saman
við
bæði
lokalum
og
fremmandum kreftum hava
hesir borgað fyri eini slíkari
góðsku, at liðið framvegis
varð roknað sum eitt óvan-
liga trupult mótstøðulið.
Tá tosað verður um
fyrstudeildarfótbólt, so er
tann tíðin nú fyribils farin.
Tað er altíð lætt at vera
eftirklókur, men sæð í
bakspeglinum, so eru helst
lutir, sum í vetur kundu
verið gjørdir øðrvísi á
toftum. Neyðugu garder-
ingarnar fyri Hans Fróða
Hansen
og
Fróða
Benjaminsen
komu
ongantíð til felagið, og har-
til var liðið sera meint rakt í
nógvar mátar. Allar ringast
var kanska, at Albert Sæv-
arsson mátti stinga í sekkin
beint undan kappingarbyrj-
an, og tað var ikki fyrr enn
í seinnu kappingarhálvu, at
skikkaður avloysari varð
funnin í málið. Tað taldi
heldur ikki rætta vegin, at
Mikkjal Thomassen, sum
skuldi avloysa Fróða í
maskinrúminum, at kalla
alt árið stríddst við skaða,
eins og Herbert í Lon Jac-
obsen tíðliga á árinum
breyt beinið. Hetta saman
við teimum so væl kendu
marginalunum
–
sum
hesaferð hava vent ímóti
B68 – hevur so líðandi máa
støðið undan liðnum, og
hóast liðið nærum megnaði
at gera ein »Skála« seinastu
umførini, so var – sum
bretin segði – too little too
late. Toftamenn mugu til
komandi kappingarár venja
seg við at skula spæla leyg-
ardag, og í so máta man
seinasti dysturin á árinum
vera ein forsmakkur til tað,
sum nú er í væntu.
Men eitt er tó víst.
Treiskni býr framvegis í
monnum, og tað skal vera
heilt løgið, um B68 ikki
telist millum liðini, sum
fara at stríðast heilt frammi
í oddinum, tá tosast skal
um, hvør skal vinna sær
rættin til at flyta upp í bestu
mansdeildini um eitt ár.
Gongdin hjá B68 tey 24 árini í bestu deildini. Trý gull-, eitt silvur-, og seks bronsumerki er úrtøkan, nú felagið fyribils sigur
farvæl við bestu deildina
Útisetarnir vunnu aftur
Føroyska útisetaliðið ÍF Føroyar vann sín annan dyst á
rað, tá ið teir um vikuskiftið spældi ímóti ØKF í seriu
1.
Síðani summarferiuna hevur tað gingið striltið at
vinna dystir, men nú ber aftur til hjá føroyska liðnum.
Hesaferð vann ÍF Føroyar 6-1.
Jørgen Meitelberg gjørdi trý mál, og Pætur Dahl,
Finn Mørk og John Heri Dam skutu hvør sítt mál.
-ek
Keane fekk bumbu í túnið
Liðformaðurin á írska fótbóltslandsliðnum, sum
Føroyar skulu spæla ímóti um góðar tvær vikur, fekk
ein ordans kvøkk í mánakvøldið.
Roy Keane, sum eisini er liðformaður hjá Man-
chester United, var heima saman við konuni, sum er
við barn, og sínum fýra børnum, tá ið ein heimagjørd
bumba varð tveitt eftir húsunum hjá honum.
Bresturin var ógvusligur, men eingin fekk skaða av
bumbuni, sum var gjørdu burtur úr einum kassa við
fýrverki.
Saman við bumbunu vóru eisini ein boð til Keane:
Tín írski býttlingur.
Løgreglan kannar nú málið, men veit einki at siga um,
hví bumban var tveitt eftir húsunum hjá Roy Keane.
-ek
Nýtt stadion í Liverpool
Enska felagið Liverpool hevur fingið grønt ljós mynd-
ugleikunum til at fara undir at byggja sær ein nýggjan
leikvøll at spæla. Anfield Road, sum núverandi leik-
vøllurin hjá Liverpool, er ikki tíðarhóskandi longur, og
tí er ætlanin at byggja nýtt stadion. Hetta stadion skal
taka 60.000 áskoðarar, og tað fer at kosta hálva aðru
milliard krónur. Tað skal standa liðugt í 2007.
-ek
Minni avlop í Manchester
Heimsins ríkasta fótbóltsfelag, enska Manchester Uni-
ted, vinnur ikki so nógvar pengar nú, sum tað hevur
gjørt seinnu árini. Avlopið í Manchester United er
seinnu árini farið úr 600 milliónum krónum og niður í
400 millónir krónur, og útlit eru til, at avlopið fer at
minka meira næstu árini. Orsøkini er fyrst og fremst, at
felagið fær minni pengar fyri sjónvarpsrættindini til
sínar dystir.
-ek
Verjuspælari datt á súkklu
Verjuspælarin Enrique Romero var ikki við í
Champions League dystinum hjá spanska felagnum
Deportivo týskvøldið. Orsøkin var, at hann datt á
súkklu um vikuskiftið.
Romero súkklaði í nánd av húsunum hjá einum vin-
manni, tá ið ein hundur kom fyri súkkluna hjá honum.
Endin var, at Romero datt av súkkluni skaddi sær nið-
asta partin av rygginum. Skaðin er ikki álvarasamur,
men Romero fekk ikki spælt týskvøldið.
-ek
Zidan bót fyri at jubla
Danska felagið FC Midtjylland fer at fáa eina rokning
frá AGF eftir superligadystin sunnudagin.
Tað kemst av, at tá ið Mohamed Zidan legði FC
Midjylland á odda 1-0, feiðraði hann málið við at
sparka hol á eina bandalýsing á vøllinum. Tað vilja teir
í Århus ikki finna seg í, og teir fara at senda FC
Midtjyllandi eina rokning.
Stjórin í AGF, Frank Heskjær, sigur við heimasíðuna
onside, at rokningin verður einar 1600 krónur.
Ítróttarstjórin í FC Midtjylland vil ikki gera
viðmerkingar til rokningina frá AGF.
Framhald av síðu 21
C
M
Y
K
22
Nr. 185 - 29. september 2004
23
Skipasmiðjan søkir
skrivstovunæming
Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru á Tórs-
havnar Skipasmiðju?
Tú hevur miðnámsútbúgving, og harumframt
kundu vit hugsa okkum, at tú:
• Ert opin og hevur lætt við at samskifta
• Dugur mál (føroyskt, tey norðurlendsku og
enskt)
• Hevur góðan telduførleika
• Ert framfýsin og ágrýtin
Í lærutíðini fert tú at starvast á ymsum deildum
hjá fyritøkuni í Havn.
Talan verður um nakrar mánaðir á goymslunum,í
bókhaldinum,
í
lønardeildini
og
í
innkeypsdeildini. Góður møguleiki er fyri føstum
starvi eftir lokna lærutíð. Tað er ikki verri, um tú
hevur áhuga fyri skipum og teknikki.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal
sendast til
P/F Tórshavnar Skipasmiðja
Att.: Helgi Nielsen
Postsmoga 65
110 Tórshavn
í seinasta lagi tann 11. oktober 2004. Hevur tú
okkurt at spyrja um hesum viðvíkjandi, kanst tú
venda tær til Helga Nielsen á tlf. 30 11 00.
________________________________________
Á p/f Tórshavnar Skipasmiðju starvast um 230 fólk við at veita
tænastur og sølu av eykalutum til skipaflotan og vinnuna á
landi. Hesar tænastur umfata mekaniskar, stál, timbur, máling,
beding, tekniska ráðgeving og beinleiðis sølu av goymslu.
Skipasmiðjan hevur deildir í Havn, á Skála, í Vestmanna og í
Runavík.
Søkt verður eftir
verkfrøðingi
Fyri starvsfólk í farloyvi søkir Fiskirannsóknar-
stovan eftir fólki í eitt 2 ára tíðarskeið til data
viðgerð og viðlíkahald av tólum. Starvið umfatar
viðgerð av m.a. streym-, hita- og saltmátingum.
Harumframt umfatar arbeiðið eisini viðlíkahald
av tólum eins og at gera tól klár til mátingar og
annað hesum viðvíkjandi.
Umsøkjarar skulu hava verkfrøði prógv við
høvuðsgrein innan matematikk, fysikk, geofysikk,
elektronikk ella samsvarandi øki.
Løn og setanartreytir vera sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag.
Umsóknir við prógvum og c.v. skulu sendast til:
Fiskirannsóknarstovan
Boks 3051
FO-110 Tórshavn
og vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. oktober
2004.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Karin Margrethu H. Larsen á Fiskirannsóknar-
stovuni, tlf. 35 39 00.
Fiskirannsóknarstovan
Vallisti
Vallistin til kommunuvalið 9. november 2004 yvir
veljarar í Vestmanna Kommunu liggur frammi til
alment eftirlit á kommunu-skrivstovuni í van-
ligari skrivstovutíð frá 4. til 18. oktober 2004.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan,
ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í sein-
asta lagi 1 viku fyri valdagin verða send val-
nevndini, sum kannar og tekur endaliga avgerð í
málinum.
Vestmanna Kommuna
Lesið
-so eru tit við!
23