Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í Býin 21 Jákup Mikkel- sen til B36 Jákup Mikkelsen fer komandi tvey árini at verja málið hjá B36. Avtala er gjørd millum partarnar, sum komandi tvey árini bindur lands- liðsmálverjan at árstals- felagnum. Orsøkin til skiftið er fyrst og fremst, at Jákup gongur á læraraskúlan- um í Havn, og at tað tí kann gerast møtumikið við ferðing aftur og fram hvønn dag. Umframt at vera mál- verji, skal Jákup eisini virka sum málmans- venjari í felagnum. -jm Taptu 3-0 Føroyska U-19 lands- liðið hjá kvinnum er í hesum døgum í Pólandi, har tær taka lut í so- nevndari mini-kapping. Fyrsti dysturin var á skránni týsdagin, tá tær leiktu móti vertstjóðini í einum dysti, sum Pó- land vann 3-0. Støðan í hálvleikinum var 1-0, men seinnapart- in av seinna umfarinum skoraðu pólversku kvinnurnar so tvær ferðir. Hósdagin verður næsti dysturin hjá føroyska liðnum á skránni. Hann verður móti Belgia, og seinasti dysturin verður so móti Kroatia. -jm Nr. 186 • hósdagur • 30. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo NSÍ-leikari fer til Everton Elspa í essinum 16 ára Johan Troest Davidsen, sum í ár hevur verið kring besta NSÍ-liðið, fer í næstum at gera trý ára sáttmála við enska Premier-League felagið FÓBÓLTUR Jákup Mørk Á føroyska U-17 lands- liðnum var eitt av avgjørdu álitunum á liðnum, tá hesir herfyri stóðu seg framúr væl í Finnlandi, og á U-19 landsliðnum verður hann uttan iva eitt av verjuálitun- um, tá teir í næstum skulu royna seg í altjóða fót- bóltskapping. Ivaleyst er hann eisini millum leikararnar, sum mongu talent-skótarnir tá kundu hugsað sær at hugt nærri at, men alt bendir á, at tað tá ikki er stórvegis at heinta hjá hesum. 16 ára gamli Johan Troest Davidsen fer nevnliga fyrsta dagin at skriva sátt- mála við enska Premier League felagið, Everton, og verður talan um sáttmála, sum komandi trý árini fer at binda hann at felagnum. Enn eru tíðindini ikki váttað. Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá leikaranum, sigur seg onga viðmerking hava til málið í løtuni, og tað hevur heldur ikki eydnast okkum at fáa nakra viðmerking úr Ev- erton. Sosialurin veit tó frá álítandi keldum, at pappírið verður undirskrivað fyrsta dagin, og so kann runavík- ingurin royna seg í fóta- sporunum hjá leikarum sum Wayne Rooyne, Fran- cis Jeffers, og øðrum leik- arum, sum hava fingið sína fótbóltsuppaling í bláa Liverpool-felagnum. Hóast hon bert er 12 ára gomul, hevur Elspa Mørkøre longu svomið undir krav- tíðirnar til Oyggja- leikirnar. Hartil setti hon tvey føroysk met og eitt bólkamet á Suðuroyar Stevnuni um vikuskiftið SVIMJING Jákup Mørk Stór svimjikapping var í Vági um vikuskiftið, har svimjarar úr sjey feløgun- um tóku lut. Kappingin fevndi um bólkarnar 4 og 5. Hóast talan er um kapp- ing, sum liggur somikið tíðliga á svimjiárinum, so var hugaligt at síggja, at tvey nýggj føroysk met vórðu sett. Bæði vórðu tey sett av bara 12 ára gomlu Elspu Mørkøre úr Fuglafirði, sum avgjørt má roknast sum eitt av heilt stóru føroysku svimjitalentunum. Elspa hevur júst skift aldursbólk, og eisini í bólki 4, sum hon svimur í, setti hon nýtt met. Hetta setti hon í 200 metra rygg- svimjing í tíðini 2.29,8. Tey bæði føroysku met- ini, sum Elspa setti, vóru í 200 metra blandað við 2.30,80 og í 50 metra rygg í tíðini 0.31,69. Samstundis sum talan var um føroysk met, gevur hetta eisini Elspu rætt til luttøku á komandi Oyggja- leikum, og tað má sigast at vera satt bragd hjá bara 12 ára gomlu gentuni. Umframt metini hjá Elspu, vórðu bæði silvur- og bronsunálir lætnar trim- um svimjarum. Kári J. á Høvdanum, sum eisini svimur í Fuglafirði, fekk silvurnál fyri at svimja 200 metra rygg í 2.29,8, og Anna Maria Midjord úr Vági og Sólvá Túna Rúna- dóttir av Tvøroyri fingu bronsunálir. Elspa Mørkøre úr Fuglafirði gjørdi eitt ordans hál, tá hon setti tvey nýggj føroysk met um vikuskiftið Tá talt varð saman, hevði Fuglafjarðar svimjifelag vunnu nógv tey flestu heiðursmerki. Samlaða býtið av metallinum gjørdist hetta: Felag Gull Silvur Bronsa Fuglafjarðar Svimjifelag 24 4 2 Tvøroyrar Svimjifelag 17 12 6 Flot 12 8 3 Ægir 11 5 2 Vágs Svimjifelag 6 11 2 Skeggjar 6 6 7 Havnar Svimjifelag 6 4 3 Herfyri var Johan á venjingarferð í Everton, og eftir øllum at døma vóru teir í felagnum somikið væl nøgdir um tað, sum teir sóu, at teir nú hava boðið runavíkinginum trý-ára sáttmála. Her eru hann (hm.) og Kristian Restorff Mouritesen (vm.) avmyndaðir saman við einum íslendskum leikara C M Y K 20