mikudagur 29. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 29. september 2004
21
Tað gjørdist til eitt
fyribils farvæl, tá B68
mánakvøldið mátti
ásanna, at veruleikin
nú snýr seg um dystir
í aðru deild í kom-
andi kappingarári.
Einki er tó at ivast í,
at uttan B68 verður
besta føroyska deildin
eina uppliving fátæk-
ari
B68-AFTURHVARV
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Trý gullmerki, eitt silvur-
merki og seks bronsumerki.
Tað er úrtøkan, sum B68
hevur havt í bestu deildini,
síðani teir í 1981 fyri fyrstu
ferð royndu seg í deildini.
Sanniliga avrik, sum tey
fægstu
feløgini
kunnu
standa mát við, men fyri-
bils eru hetta nú tøl, sum
eru farin í gloymibókina.
Kaldi veruleikin sigur
kann lesast á stigatalvuni.
Og boðini haðani eru greið.
Toftamenn mugu til kom-
andi kappingarár smyrja
seg við at spæla fótbólt í
næstbestu deildini, eftir at
teir í samfull 24 ár hava
verið partur av toppinum av
føroyskum fótbólti.
Og tað er helst einki at
ivast í, at tað eru fleiri við
toftamonnum, sum harmast
um hetta. Tí hóast nostalgi
og kenslur sum so ikki bera
nøkur stig við sær, so hevði
føroyskur fótbóltur verið
nógv fátækari, um ikki
toftamenn høvdu verið við í
bestu deildini hesa næstan
fjórðings øldina.
Kollvelting í føroyska
fótbóltsheiminum
Fyrstu árini, sum toftamenn
komu upp, var talan at kalla
um
eina
ævintýrkenda
støðu. Kanska ikki bara á
Toftum, men í Eysturoynni
sum heild.
Her høvdu fuglfirðingar í
1979 sum fyrsta eysturoy-
arliðið nakrantíð vunnið
gull í FM-kappingini, og
yvirhøvur vóru nógva staðni
greið tekin um ta fram-
gongd, sum fótbóltinum í
Eysturoynni var fyri. Sama
árið - í 1979 – fór GÍ flúgv-
andi ígjøgnum aðru deild,
og við fullum stigatalið!
vunnu teir sær rætt til at
spæla í bestu deildini. Gøtu-
menn hava nærum ikki litið
aftureftir síðani tá, og fram
til í ár tóktist tað sama vera
galdandi fyri B68.
Teir vunnu aðru deild
árið eftir – í 1980 – og alt
fyri eitt gjørdu teir vart við
seg. HB og TB kappaðust
sum vant um gullið, men
eysturoyarliðini settu tó
sína spor í hesa kapping.
HB tapti bert tríggjar ferðir
hetta árið. Tvær ferðir fyri
GÍ og eina ferð - Í Gunda-
dali – fyri B68. TB fekk tó
ikki gjørt sær dælt av
hesum, og høvdu teir bara
vunnið ein av dystunum
móti B68, kundu teir ognað
sær gullið, men báðu
ferðirnar megnaði nýggja
liðið at fáa javnleik, og so
vann HB gullið við betri
málmuni enn TB. GÍ gjørd-
ist nummar trý og B68
nummar fýra, so ein nýggj-
ur maktdepil var spakuliga
at hóma.
Næsta árið verður ofta
sagt at vera tað truplasta hjá
einum uppflytara, og hetta
var 1982 eisini gott dømi
Afturhvarv á Toftum
Eitt minni um gyltu tíðirnar á Toftum. Við einum máli frá blaðunga Peturi Hans Hansen, vann B68 1-0 á NSÍ, og kundu teir so annað árið á rað rópa seg
føroyameistarar
Framhald á síðu 22
21
20
Nr. 185 - 29. september 2004
Málið er
at koma
upp á
pláss
aftur
Í B68 fara teir nú
undir fyrireiking-
arnar til nýggja
kappingarárið, tá
ið avgjørda málið
verður at fáa liðið
aftur í bestu
deildina
B68
Jóannes Hansen
Fyri fyrstu ferð síðani
1980 verður tað næsta ár
leygardagsfótbóltur
á
Toftum. Tað valdaði
tøgn í skiftisrúminum
eftir 4-2 tapið móti EB/-
Streymi.
Spælararnir
høvdu lagt tað í, sum
teir orkaðu, men hesa
ferð spældu teir móti
einum heilt góðum liði.
Ivaleyst mundu hugs-
anirnar ferðast til aðrar
dystir, tá ið tað ikki
hevði roynst nakað ser-
ligt.
B68 formaðurin, Nicl-
as Davidsen, staðfesti
veruleikan, sum hann
nú er:
– Nú eru vit fluttir nið-
ur. Tað taka vit til eftir-
tektar, og so mugu vit
arbeiða og leggja til
rættis út frá tí veruleik-
anum. Vit halda okkum
hava karmarnar til 1.
deildarfótbólt. Tí skulu
vit ikki hugsa so nógv
um tað næsta ár. Tá
verður avgjørda málið at
flyta upp aftur í bestu
deildina. Vit hava eina
uppgávu, og tað er at
hugsa um tað, sum skal
ganga fyri seg á vøll-
inum.
Er tað greitt, hvussu tað
verður við venjara og
spælarum?
– Vit eru júst fluttir
niður. Tað hevur ikki
borið so væl til at lagt til
rættis, tá ið vit ikki hava
verið greiðir yvir, um
tað nú fór at vera í bestu
ella næstbestu deildini,
at vit fóru at spæla.
Hetta er nakað, sum vit
skjótt fara at taka upp.
Hvussu vóru tit nøgdir
við avrikið hesa ferð?
– Okkara gjørdu tað,
sum teir orkaðu. Mót-
støðuliðið var rættuliga
gott. Teir skoraðu tvey
mál fleiri enn okkara, og
tað kunnu vit ikki siga
so nógv um, staðfestir
formaðurin í B68, Nicl-
as Davidsen.
Men í steðginum vóru
gestirnir á Svanga-
skarði samdir um, at
hóast teir høvdu mist
tveir stuðlar, so
noyddust teir at vísa
heilt øðrvísi hugburð,
og tað eydnaðist
EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
hevur EB/Streymur møgu-
leika at vinna heiðursmerk-
ir og harvið at kvalifisera
seg til Intertoto Cup kapp-
ingina. Á Mølini leygar-
dagin verður gjørt av, um
tað skal vera EB/Streymur
ella Skála, sum fær henda
heiðurin.
– Hetta verður mest
spennandi dysturin í síðsta
umfarinum. Tað man vera
fyri at fáa spennandi upp-
gerð um síðsta altjóða
plássið og bronsumerkini,
at kappingin er løgd so-
leiðis, at EB/Streymur og
Skála skulu spæla í 18.
umfarinum,
staðfestir
EB/Streyma liðformaðurin,
Jákup
Martin
Joensen,
skemtandi.
Nú er tað upp til tykkum
sjálvar at avgera?
– Vit spældu við henda
ynskitankan í síðstu viku.
Men vit skulu vísa betri
avrik, enn vit gjørdu í 1.
hálvleiki hesa ferð, um tað
skal eydnast at vinna á
Skála. Í steðginum, tá ið vit
høvdu mist Sorin Anghel
og
Fróða
Clementsen,
hingu vit eitt sindur við
høvdinum. Vit vóru ikki
nøgdir við hugburðin, sum
vit høvdu víst í 1. hálvleiki.
Men so samdust vit um, at
hetta bar ikki til, nú brons-
an og Europa var so tætt
undir borðinum. Vit hava
onkra ferðina spælt betur,
men eg eri stak væl nøgdur
við hugburðin, sum vit
vístu eftir steðgin, sigur
Jákup Martin Joensen.
Sorin Anghel breyt nøs-
ina,
Fróði
Clementsen
hevði pínu í rivjabeinunum,
og Hallur Jacobsen noydd-
ist út, tí hann hevði trupul-
leikar við hælinum. Í EB/-
Streymi verður vónað, at
allir verða tøkir, tá ið
finalan um bronsuplássið
leygardagin
verður
á
Mølini.
Gestirnir á Svanga-
skarði staðfestu, at
teir eiga eitt fínt fót-
bóltslið, har breiddin
hesa ferð rættuliga
stóð sína roynd
B68-EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Tað var stórur kontrastur, tá
ið dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð. EB/-
Streymur hevði vunnið 4-2,
og tá ið tað gjørdist greitt,
at Skála einki hevði fingið
burturúr, fegnaðust teir í
Sundalagnum eyka um, at
nú hava teir møguleika at
vinna bronsumerkini.
B68 spælararnir fóru
stillisliga av vøllinum. Teir
høvdu verið annar parturin
í teirra egnu jarðarferð.
B68 hevði roynt at gera tað,
sum teir vóru mentir. Tað
var bara ikki nóg mikið.
Mótstøðuliðið hevði størri
breidd og tyngd, og tað var
rudduliga staðfest, at á
EB/Streyma liðnum eru
fleiri spælarar, sum eru
stinnir í framrættaða spæl-
inum, samstundis sum tað
hongur væl saman millum
keturnar. Gunnar á Steig
ger ikki nógv hóvasták
burturúr sær, men hann er
tryggur. Pacek er stinnari,
enn hann leingi hevur
verið, og Fróði Clementsen
er eisini hollur í miðverj-
uni. Gert Hansen og Jóhann
á Stongum byrgdu væl fyri
í borðunum. Hans Pauli
Samuelsen og Bárður Ol-
sen eru góðir í miðvallar-
borðunum, Jákup Martin
Joensen og Marni Djurhuus
stríðast væl á sentrala mið-
vøllinum, og í álopinum
seta Sorin Anghel og Sonni
L.Petersen støðugt mót-
støðuverjuna undir trýst.
Eftir steðgin noyddist
EB/Streymur at klára seg
uttan bæði Sorin Anghel og
Fróði Clementsen, men tað
tóktist ikki at bila. Teir um-
skipaðu tvær ferðir. Fyrst
fór Hans Pauli Samuelsen í
álopið, Jákup Martin Joen-
sen í vinstru og Knút Vest-
urtún á sentrala miðvøllin,
og so fór Knút í miðverj-
una, Hans Pauli aftur á
miðvøllin og Hallur kom
inn í álopið.
Tað var ferð og nerva í
fyrsta stóra tíman. Men
mesta partin av fyrra um-
farinum var spælið ikki
serliga flótandi. B68 legði
bragdligari fyri, og tað var
einki forgjørt í tí, at teir
eftir hálvan tíma fingu hol
á. Eftir skjótt álop í høgru
varð Eyðstein Skipanes
feldur, og Anderson var
tryggur úr ellivu metrum.
Fýra
minuttir
seinni
bríkslaði dómarin aftur fyri
brotssparki. Sorin Anghel
lá flatur, eftir at hann hevði
roynt at draga framvið ein-
um reyðum, og Sonni L.
Petersen umsetti úr ellivu
metrum.
Fyrsta ábendingin, um at
B68 kundi líða skipbrot,
kom, tá ið tað restaðu átta
minuttir av fyrra umfarin-
um. Eftir frísparksfram-
legging mitt í brotsteigin
sneiddi Sorin Anghel ein
av, og flata skotroyndin eitt
sindur úr vinstru endaði við
2-1 máli til EB/Streym.
B68 svaraði aftur fimm
minuttir undan hvíldini.
Bólturin stakk til Stanislav
Stankov, sum mitt fyri setti
framvið Gunnari á Steig.
Besta løtan
Eftir steðgin var spælið
eina góða løtu væl betri,
enn tað hevði verið undan
steðginum. Serliga teir í
EB/Streymi
funnu
væl
hvønn annan. Tá ið umfarið
var níggju minuttir gamalt,
løgdu teir seg framum aft-
ur. Eftir innkast í vinstru,
sneiddi Hans Pauli Samuel-
sen til baklinjuna. Í verju-
spæli er tað skandala at
geva loyvi til, at maðurin
við bóltinum fer framvið á
sjálvari linjuni. Tað megn-
aði Hans Pauli, og tá ið
hann lyfti inn fyri málið,
stóð høgri vongverjin, Gert
Hansen, púra leysur mitt
fyri og skoraði við høvd-
inum.
Tólv minuttir seinni und-
irstrikaði Sonni L. Peter-
sen, at hann í løtuni er
vandamiklasti álopsspæl-
arin í landinum. Við fremra
stólpan stýrdi hann innleggi
úr høgru upp í nettakið, og
so var tað greitt, at B68
næsta ár skal spæla í næst-
bestu deildini, meðan EB/-
Streymur leygardagin skal
stríðast um bronsumerkini.
At Anderson, sum fyrsta
tíman hevði verið væl upp-
lagdur, varð rikin av vøllin-
um fyri púra viðsíðuna av
eftirtakling, tá ið eitt korter
restaði, kundi ikki takast
fyri annað enn frustratión
um veruleikan soleiðis,
sum hann hevði tikið seg
upp. At brasilski álopsmað-
urin - eftir at hava fingið
reyða kortið - skumpaði
dómaran, fer ikki at gera
leikbannið styttri.
Hingu við høvdinum eina løtu
B68-EB/Streymur 2-4 (2-2):
B68 fór um koll í góðveðrinum
Toftamenn stríddust, men
teir gjørdust ov stuttir móti
EB/Streymi, og so er tilveran
í bestu deildini fyribils av
Mynd: Álvur Haraldsen
B68-EB/Streymur 2-4 (2-2)
1-0: Anderson br 29.
1-1: Sonni L. Petersen br 33.
1-2: Sorin Anghel 37.
2-2: Stanislav Stankov 40.
2-3: Gert Hansen 54.
2-4: Sonni L. Petersen 66.
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Meinhardt Joensen - Ronni Svalbard (Mikkjal
Thomassen, 75.), Oleif Joensen, Kári Sigvardsen,
Øssur Hansen - Stanislav Stankov (Kristian Anton
Andreasen, 60.), Bogi Petersen, Eyðstein Skipanes
(Fabricio, 79.), Øssur Jacobsen - Anderson, Jóhan
Petur Poulsen
Gult kort: Øssur Hansen
Reytt kort: Anderson 75.
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Gert Hansen,
Andrzej Pacek, Fróði Clementsen (Hallur Jacobsen,
46./Esmar Eiðisgarð, 80.), Jóhann á Stongum -
Bárður Olsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djur-
huus, Hans Pauli Samuelsen - Sonni L. Petersen,
Sorin Anghel (Knút Vesturtún, 43.)
Gult kort: Marni Djurhuus, Hallur Jacobsen
FAKTA
C
M
Y
K
20