Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 30. september 2004 19 19 18 Nr. 186 - 30. september 2004 Beint fyri døgurða miku- dagin kom Pressarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju á Havnina við bátinum "Malik", sum var upp- steðgaður við Kirkjubønes. Malik er ein gamal grøn- lendskur bátur, sum sein- astu tíðina hevur ligið á Miðvági. Vandi var ongan- tíð fyri bátinum ella nøkr- um umborð. tn Týsdagin vóru ein kvinna og ein maður, sum hava sitið fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á børnini hjá kvinnuni, endaliga fríkend av Landsrættinum. Nú verður arbeitt við at reisa endurgjaldskrav FRÍDØMING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tey hava vitað tað leingi, at Eystari Landsrættur í gjár fór at fríkenna tey fyri at hava gjørt seg inn á børnini, men tað varð tó ikki fyrr enn á rættarfundinum í gjár, at tað veruliga gekk upp fyri tey bæði dømdu, at tey nú eru endaliga fríkend. Vil hava børnini aftur Tey bæði blivu dømd, tí at børnini hjá kvinnuni áður í Føroya Rætti og Lands- rættinum hava greitt frá, at mamman og maðurin, sum hon tá livdi saman við, høvdu gjørt seg inn á tey. Seinni hava børnini tikið frágreiðingarnar aftur, og tí vóru kvinnan og maðurin í gjár fríkend í Eystara Landsrætti. Tann dømda kvinnan, Nina Kruse, hevur sitið 16 mánaðir í fongsul, og hetta var ein sera hørð tíð, har hon varð noydd til at skifta fongsul fleiri ferðir, tí hon ikki fekk verið í frið fyri øðrum fangum. Tann tíðin, meðan sakar- málið koyrdi, og meðan Nina Kruse sat handan rimar, hevur tikið ógvuliga hart upp á 43 ára gomlu kvinnuna, og hevur millum annað havt við sær, at hon so at siga ikki er før fyri at hava eitt vanligt arbeiði longur. Nina Kruse sigur, at tað hevur verið ótrúliga hart, men at hon tó ikki hartar børnunum fyri at hava sagt ósatt í rættinum. Stjúkmamman verður kannað Tað er nógv, sum bendir á, at tað er stjúkmamman, ið livdi saman við pápanum hjá børnunum, ið hevur noytt børnini til at lúgva um gerðirnar hjá mammuni og táverandi sambúgva henn- ara. Børnini hava seinni greitt frá, at stjúkmamman hevði sagt við tey, hvat tey skuldu siga við løgregluna og í rættinum. Hetta, sum børn- ini søgdu, varð seinni grundarlagið undan av- gerðini hjá bæði Føroya Rætti og Eystara Lands- rætti um at senda tey bæði handan rimar. Nú Nina Kruse og fyrr- verandi sambúgvi hennara eru fríkend, er spurningurin so, hvat ið nú skal henda. Hjá ákæruvaldinum verður upplýst, at avgerð er tikin um ikki at seta børnini fyri rættan, tí at tey hava sagt ósatt. Hinvegin arbeiðir løgreglan við málinum um stjúkmammuna, sum fekk børnini at siga ósatt, og neyvan er síðsta orðið sagt í tí málinum. Arbeiða við endurgjaldskravi Nú tey bæði eru fríkend, arbeiða advokatarnir hjá teimum við at reisa eitt endurgjaldskrav fyri tíðina, ið tey hava sitið í fongsul. Tá ið endurgjaldskravið er reist, leggur ákæruvaldið tað fyri ríkisadvokatin, sum síðani skal taka støðu til, um hann góðtekur kravið, ella um hann vil hava tað avgjørt í rættinum, verður upplýst hjá ákæruvaldinum í Havn. Bjørn á Heygum, sum er advokatur hjá tí dømda manninum, sigur, at tað skuldi ikki tikið so langa tíð, áðrenn endurgjalds- kravið er klárt. Hann sigur, at í slíkum førum tekur man útgangsstøði í nøkrum standardupphæddum, ið eru ásettar fyri hvønn dag, ið viðkomandi órættvíst hevur sitið handan rimar. Í serligum førum kann upp- hæddin hækkast, og tað metir Bjørn á Heygum so avgjørt verða galdandi í hesum málinum. Tá verður upphæddin vanligani hækkað 25 prosent. Ógvuliga sjáldsamt mál Slík mál sum hetta, har fólk verða fríkend, eftir at tey hava sitið fongsulsrevsing, eru tíbetur ógvuliga sjáld- som, sigur Bjørn á Heyg- um. Advokaturin sigur, at tað er positivt, at tað ber til at koma aftur um aftur og fríkenna fólkini, heldur enn at eitt justitsmorð bara bleiv staðfest. Bjørn á Heygum sigur, at málið hevur verið sera be- lastandi fyri tey dømdu, og hann heldur, at rætturin neyvan nakrantíð fær rætt- að fult upp á mistakið. – Tað sár, sum tey nú frí- kendu hava fingið av hes- um máli, lekist neyvan nakrantíð fult og heilt, sigur Bjørn á Heygum at enda. Endiliga fríkend Nina Kruse er ikki beisk inn á børnini hjá sær, sum søgdu ósatt í rættinum, og harvið vóru høvuðsorsøkin til, at hon noyddist at sita 16 mánaðir í fongsul Mynd: Dimma-Kalmar Uppsteðgaður á Kirkjubønesi Beint fyri døgurða mikudagin kom Pressarin á Havnina við Malik, sum var uppsteðgaður við Kirkjubønes Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 18