Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 29. september 2004 19 Skála-NSÍ 1-2 (0-2): Tómhentir skálamenn Eftir eitt ár, har liðið støðugt hevur myndað oddin, er Skála nú í vanda fyri at standa við svartaperi, tá heið- urskrónurnar og euro- peisku atgongumerk- ini skulu býtast út FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Mánakvøldið kundi nærum ikki verið hjá skálafólki, um tosast skal um fótbólt. Eitt er, at Skála mátti taka til takkar við tapi á heimavølli. Annað - og verri - er, at liðið nú er í vanda fyri at standa púrasta tómhent við kappingarlok. Eftir eitt ár, har liðið fyri tað mesta hevur tikið øll á bóli, og har teir stóran part av árinum hava verið við til at mynda avgjørda oddin á stiga- talvuni, kunnu teir nú á seinasta leikdegi yvirhálast av bæði EB/Streymi og NSÍ, soleiðis at talan hvørki verður um bronsu- krónur ella inter-toto fót- bólt ella nakað sum helst. Kanska høvdu teir undan kappingarárinum fegnir vilja selt seg fyri eitt heið- urligt fimta pláss, men tá tú alla tíðina hevur verið við, har sum tað er stuttligt at vera, so er tað nóg so óstuttligt brádliga at skulu taka tvey fet eftir hæli. Breiddin restar Men partvíst sýndi dysturin mikukvøldið eisini greitt, hvør ein tann størsti trup- ulleikin hjá liðnum er. Tað er einki at ivast í, at Skála hevur nakrar frálíkar bólt- spælarar, sum allir í felag høvdu heiðurin av støðuni, sum liðið var í undan summarsteðginum, tá mest sum øll mótstøða varð kveistrað til viks. Men sammett við fleiri av størru feløgunum, so er er breiddin í hópinum sera lítil. Liðið kann ikki fara eftir leikara nummar 12, 13 og 14, uttan at hetta merkist í dygdini í spælinum, og í eini langari kapping, har skaðar og leikbann altíð vilja raka, tekur hetta fast. Hesaferð vóru Bárður Olsen, Iulian Florescu og Nenad Stan- kovic vóru allir leikbann- aðir, og so er trupult at seta mann í mans stað. Hinvegin taldi tað nógv rætta vegin, at Pauli G. Hansen nú aftur er á liðn- um. Hann hevur verið skaddur tað mesta av heyst- inum, og tó at motorurin enn ikki er í fullum snún- ingum, so gav hann heilt greiðar ábendingar um, hvønn týdning hann hevur fyri liðið. Bæði sum bólt- vinnari og spælskipari. Ein dupult-leiklutur, sum tað annars eru sera fáir leikarar í landinum, sum megna. Hjá NSÍ var eisini talan um fráveru. Soleiðis vóru hvørki Ian Højgaard, Kári Hansen ella Dánjal Hansen at síggja á liðnum, meðan ein hálvsjúkur Helgi L. Petersen bert leikti seinasta korterið. Men partvíst var talan her kanska ikki um heilt so týðandi fráveru sum hjá Skála, og partvíst hevði NSÍ í størri mun av- loysararnar klárar. Hóast Skála royndi at fáa sítt vanliga spæl at koyra, so stóð eisini skjótt greitt, at hetta ikki gekk heilt so væl, sum tað kundi gjørt. Hóast roynt var at trýsta NSÍ miðvøllin í botn, so hendi tað dekan ov ofta, at Skála sjálvt varð spælt tunt av hesum, og í nøkrum førum megnaði NSÍ við kvikum sendingum at flyta bóltin úr trýstinum, fyri síðani at skapa vandastøður framman fyri Skála málið. Skála megnaði tó eisini viðhvørt at senda kviku framherjarnar avstað, tá press-spælið gav úrslit, men teir vóru ikki nóg neyvir, tá møguleikin beyðst, og ístaðin var tað NSÍ, sum fekk tað so týdn- ingarmikla fyrsta málið, tá Ike kundi stúta eitt innlegg frá Sjúrði Jacobsen í kassan, Vakur kontra-mál Og so kundu runavíkingar- nir leggja seg at dúva uppá kontra-spælið. Hetta gav Skála munandi færri møgu- leikar, tí nyttan í press- spælinum langt ífrá er tann sama, tá móstøðan liggur djúpt, og so taldi tað eisini rætta vegin hjá gestunum, at Gert Langgaard kundi skora eftir eitt kontra, sum var fullkomuliga eftir bók- ini. Gert vann sjálvur bóltin stutt uttan fyri egnan brots- teig. Hann rak nakað, fyri síðani at senda víðari, áðr- enn hann sjálvur helt leið- ina niðan eftir vøllinum. Ike og Jónstein spældu skjótt sínamillum, og tá bólturin at enda varð leiktur inn í brotsteigin, var Gert aftur á staðnum, og í aðru atløgu fekk hann beint bóltin í kassan, Myrkaspæl Soleiðis varð lagt upp til satt Skála-trýst seinastu trý korterini, og partvíst bleiv hetta eisini so. Fyri tað nógva, so gjørdist talan tó um sera tilvildarligt spæl. Ikki minst tá heystar- myrkrið alt meira sýndi, at dysturin helst átti at byrja hálvan tíma fyrr. Við øktari ferð, minni orku og minni ljósið batn- aði spælið heldur ikki, sum minuttirnir gingu, og sein- asta korterið ella so gjørdist tað nærum vandamikið at vera spælari, tí tacklingar í hálvdimmi ofta hava tað fyri at koma í seinna lagi, soleiðis at dómarin ikki færri enn seks ferðir mátti taka ostaflísini fram hesa løtuna. Tað eydnaðist Skála at minka um munin, tá Eugen Stanceu fekk góða tíð at avgreiða eitt innlegg úr høgru, men hóast bólturin ferðaðist nógv á NSÍ- hálvuni, so gjørdist talan sjáldan um teir stóru møgu- leikarnar, og alt í alt mundi tað vera á eini leið, at stigini fóru tvørtur um fjørðin, tó at tey verða verandi í komm- uni, sum onkur tók til. KÍ smádreingir vunnu før- oyameistaraheitið hetta ár- ið. Talan gjørdist at enda um eitt trætumál millum KÍ og NSÍ um, hvussu reglur- nar á økinum vóru. Úr- skurðurin hjá kapp- ingarnevndini talaði tó fyri KÍ, og við einum sigri í seinasta umfarinum kundu teir tí staðfesta heitið. Hetta gjørdist tó stríggið, men endin varð, at KÍ vann dystin 2-1, og so kann liðið ikki bara kalla seg føroya- meistara – men eisini greipuvinnara. -jm Meistarar Føroyameistarar 2004. Aftan frá vinstru: Hans Jacob Heinesen, venjari, Bárður Heinesen, Bogi Jacobsen, Jógvan Isaksen, Páll Klett- skarð, Árni Petersen, Hjalti Heðinson, Eli Simonsen, Andrias Ellingsgaard, Finn Johannesen, venjari. Framm- an frá vinstru: Eli Andreas- sen, Poul Johan Poulsen, Sámal Olsen, Eilif Arge, Óli Jacobsen, Daniel Dam, Teit- ur Fles og Jan Elmar Sørensen Hóast Skála royndi at trýsta, so eydnaðist kontra-spælið NSÍ sera væl. Ikki minst takkað verið Gert Lannggaard og Ikechukwu Onyema Mynd: Álvur Haraldsen Skála-NSÍ 1-2 (0-2) 0-1: Ikechuckwu Onyema, 30 0-2: Gert Langgaard, 44 1-2: Eugen Stanciu, 84 Skála: Igor Bjarni Kostic - Rói Jacobsen, Arnold Berg, Dusan Jaic, Eugen Stanciu - Hanus Thor- leifson, Pauli G. Hansen, Rúni Rasmussen (Teitur Joensen, 83.), Alexandur Johansen - Jónhard Fred- eriksberg, Bogi Gregersen GK: Hanus Thorleifsson, 65., Dusan Jaic, 68., Eugen Stanciu, 75., Arnold Berg, 82. NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen, Johan P. Davidsen, Sjúrður Jacobsen - Andy Olsen, Alexandar Jovevic (Áki L. Hansen, 85.), Jústinus R. Hansen, Jónstein Petersen - Gert Langgaard, Ikechuckwu Onyema (Helgi L. Peter- sen, 76.) GK: Alexandar Jovevic, 34., Ikechukwu Onyema, 76., Áki L. Hansen, 85. Dómari: Georg N. Rasmussen. Hevði alla tíðina góða føling við spæli, og nógvu gulu kortini móti dystarenda mundu eins nógv vera orsakað av myrkrinum, sum av ljótum spæli FAKTA 19 18 Nr. 185 - 29. september 2004 Máltindurin Sonni L. Petersen EB/S 13 Súni Olsen GÍ 11 Rógvi Jacobsen HB 11 John Petersen B36 8 Heine Fernandez HB 8 Jacob Bymar KÍ 8 Bogi Gregersen Skála 8 Jonhard Frederiksberg Skála 8 Anderson B68 7 Sorin Anghel EB/S 7 Høgni Zachariassen ÍF 7 Egil á Bø B36 6 Krzystof Popczynski GÍ 6 Heðin á Lakjuni HB 6 Erling Fles KÍ 6 Jákup á Borg HB 5 Rúni Nolsøe HB 5 Milan Kulic VB 5 Magni á Lakjuni ÍF 4 Gert Langgaard NSÍ 4 Ian Højgaard NSÍ 4 Ikechukwu Onyema NSÍ 4 Nenad Stankovic Skála 4 Mindaugas VB 4 Eftir at NSÍ megnaði at koppa Skála, fer finalan um bronsu- krónurnar leygar- dagin at standa á Mølini millum heimaliðið og Skála, sum eftir øll seytjan tey fyrstu umførini hevur verið á heiðurs- merkjaplássi 17. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Mánakvøldið gjørdist tað til veruleika, sum tað størsta partin av kappingar- árinum hava verið heilt góðar ábendingar um fór at gerast veruleiki. Eftir 24 ár í fremstu røð, eftir at teir tríggjar ferðir hava verið meistarar, og eftir at teir hava vunnið fleiri sett av bæði silvur og bronsu krón- um - í fjør vunnu teir bronsu - noyðist B68 tungu leiðina niður í næstbestu deildina. At hetta skuldi gerast veruleiki hevur ligið í luftini mesta partin av kappingarárinum. Bara tær seinastu vikurnar hevur B68 liðið skúmað eitt sind- ur og skavað stig til sín. Mánakvøldið var avrikið heldur ikki tað, sum er orsøkin til beinleiðis niður- flyting. At B68 er dømt til niður- flyting, kemst sjálvandi av, at tey átta stigini, sum teir hava skavað saman, ikki røkka nóg langt. ÍF hevur undan síðsta umfarinum fingið tólv stig. Teir hava vunnið tríggjar ferðirnar. Í tveimum av førunum hevur tað verið móti NSÍ. Um grannarnir hjá B68 høvdu havt staðið seg betri móti ÍF, enn teir hava gjørt, so hevði støðan hjá bæði B68 og NSÍ havt verið øðr- vísi. Mánakvøldið hevði NSÍ venjarin givið fleiri av royndu spælarunum bonk- arkjans. Tveir dreingjaliðs- spælarar vóru millum teir fyrstu ellivu, og tað roynd- ist væl. Dreymurin hjá NSÍ hevur verið og er at vinna fyrsta meistaraskapin. Hann verður í hvussu so er at bíða inntil næsta ár. Talan verður heldur ikki um lættaru sløgini av heiðurs- merkjum í ár. Tað kundi tað havt verið, um NSÍ ikki hevði havt mist so nógv móti ÍF. Mánakvøldið hoppaði NSÍ fýra pláss fram á støðutalvuni, og sjálvandi iðra teir seg nú um, at tað ikki spurdist okkurt slag av krónum burturúr. Við sigri á Skála syrgdi NSÍ fyri, at tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at Skála í síðsta umfarinum fer at missa bronsukrónurnar. Um hetta gerst veruleiki, so verður tað rættuliga merk- isvert. Eftir átta tey fyrstu umførini var Skála á gull- plássinum, síðani vóru teir fleiri umfør á silvurpláss- inum, og nú hava teir vart bronsuplássið nakrar ferð- irnar. Men tað er støðan eft- ir átjanda og síðsta um- farið, sum er avgerandi, og tá kann tað altso koma soleiðis fyri, at Skála fer at standa eftir við ongum. Uttan at teir nýttust at fara í stuttu brøkurnar tryggjaðu teir í B36 sær mánakvøldið silvurmerk- ini. Við sigri á Skála syrgdi NSÍ fyri, at B36 fær somu endastøðu, sum teir rukku í fjør. EB/Streymur hevur ong- antíð havt endastøðu, sum hevur verið so góð, sum hon var í fjør. Tá endaðu teir á sætta plássinum. Við sigrinum á Svangaskarði mánakvøldið er tað upp til teir á Mølini at gera av, um teir skulu vinna fyrsta settið av heiðursmerkjum og har- við luttøku í Intertoto Cup. Treytin er, at teir leygar- dagin fara at vinna, tá ið skálamenn koma norður á Mølina. Tað er so mikið tætt millum tey í miðjuni, at tað eisini er møguleiki fyri, at EB/Streymur kann lenda á sjeynda plássinum. Tað fara teir at gera, um Skála fer at vinna á Eiði, og um KÍ á heimavølli fer at vinna á ÍF, og NSÍ og GÍ sam- stundis á hvør sínum heimavølli fara at vinna á ávikavíst HB og VB. TB er best fyri í kapping- ini um at loysa B68 av. Teir eru javnir í stigum við B71. So eru tað innanhýsis dyst- irnir, sum eru avgerandi. Har er eisini javnt. B71 vann á TB á Sandi, og TB vann á B71 á Sevmýri. Í innanhýsis uppgerðini verður bara roknað við stigum og ikki við málum. Í samlaðum málmuni er TB eitt veti betri enn B71, og tað kann fara at verða av- gerandi. Í síðsta umfarinum skal TB spæla á heimavølli móti longu niðurflutta VB, meðan B71 skal spæla á útivølli móti B36. Um tað skuldi borið á, at oddaliðini kiksað, so hevur AB, sum leygardagin skal vestur í Vágar, framvegis møguleikan at røkka sama stigatali sum TB og B71. Hvussu tað so fer at tørna út valdast um so nógv, og tað verður at liggja, inntil tað nærkast meiri síðsta umfarinum. Fimm og ikki trý Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v- j - t mál mál munur stig 1 HB 17 12-4 - 1 45 16 29 40 2 B36 17 9-4 - 4 31 19 12 31 3 Skála 17 8-3 - 6 31 23 8 27 4 EB/ Streymur 17 7-4 - 6 30 24 6 25 5 NSÍ 17 7-3 - 7 26 23 3 24 6 KÍ 17 5-8 - 4 22 22 0 23 7 GÍ 17 6-5 - 6 29 31 -2 23 8 VB 17 6-4 - 7 23 22 1 22 9 ÍF 17 3-3 - 11 23 48 -25 12 10 B68 17 2-2 - 13 17 49 -32 8 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v- j - t mál mál munur stig 1 TB 17 11-2 - 4 45 23 22 35 2 B71 17 11-2 - 4 47 30 17 35 3 AB 17 10-2 - 5 30 23 7 32 4 LÍF 17 8-4 - 5 30 28 2 28 5 FSV 17 8-3 - 6 54 36 18 27 6 Royn 17 8-1 - 8 38 39 -1 25 7 Sumba 17 6-4 - 7 24 30 -6 22 8 B36 17 5-3 - 9 27 45 -18 18 9 KÍ 17 3-3 - 11 26 39 -13 12 10 VB 17 1-4 - 12 18 46 -28 7 Tíverri hevði eitt mistak sníkt seg inn í uppgerðir okkara av støðuni í aðru deild. Mistakið kundi sum so nærum ikki verið óhepn- ari, tí hetta viðvíkti mál- muninum hjá bæði B71 og TB. Onkursvegna eru vit her á blaðnum komin at skriva úrslitið í dystinum, B71- TB, til 3-1. Rætta úrslitið var 2-1, og tað merkir so, at tað eru fimm mál á muni undan seinasta umfarinum. Og altso ikki trý, soleiðis sum vit skrivaðu í týsdags- blaðnum. Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar, og prenta her dagførdu støðurnar fyri fyrstu og aðru deild. -jm Toftamenn 24 ár millum teir bestu At B68 er dømt til niðurflyting, kemst sjálvandi av, at tey átta stigini, sum teir hava skavað saman, ikki røkka nóg langt Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18