týsdagur 17. januar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Mong hava ampa av ov nógvari
magasýru, men hesin trupulleiki
er ikki neyðturviliga tað sama sum
at hava ov nógva magasýru. Tað
kunnu eisini vera onnur viðurskifti,
sum gera seg galdandi, eitt nú
hvussu viðkvæmur magin er fyri
magasýruni.
Hevur tú súran maga og bróst
sviða er sjáldan talan um álvarsliga
sjúku, men hetta er til ampa, um tað
javnan stingur seg upp.
Trupulleikar
við
magasýru
kunnu elva til tríggjar ymiskar
sjúkur; bróstsviða (refluks), súran
maga (dyspepsi) og magasár (ulcus).
Hvat er bróstsviði?
Bróstsviði
er ein pínufull, brennandi
ella svíðandi kensla í maganum, aftan
fyri bringubeinið ella í hálsinum.
Vanliga eru eyðkennini mild og ikki
drúgv. Við hvørt – men sjáldan – kann
bruni koma í vælindinum.
Bróstsviði kemur av, at súra
innihaldið í maganum rennur upp
aftur í vælindið ella í munnin. Fólk
siga, at tað rennur uppaftur. Niðast
í vælindinum er ein lokavøddi, sum
skal forða hesum. Um lokavøddin
ikki arbeiðir, sum hann eigur, renn
ur magasýran uppaftur í vælindið.
Av tí at slímhinnan í vælindinum
ikki tolir tað súra úr maganum, so
elvir hetta til pínu, tí slímhinnan
verður skadd. Hendir hetta í longri
tíð, kunnu bruni og sár koma í slím
hinnuna.
Vandin fyri, at tað rennur upp
aftur, verður størri, um nógv maga
sevja er – ella, um tú hevur etið
ríkiligt. Hetta hendir eisini, um eitt
hvørt trýstir á magan.
Ofta fáa fólk bróstsviða eftir
eina búrmáltíð, ella um tey benda
seg framyvir. Barnakonur kunnu
hava bróstsviða og súr rop, tí barnið
tekur pláss og trýstir á lokavøddan.
Barnakonuhormonið progesteron
kann gera, at lokavøddin ikki virkar
fullvæl. Vøddin verður ov krafta
veikur, og hann viknar við aldri
num. Hetta er eisini orsøkin til, at
fleiri eldri fólk hava trupulleikar
við bróstsviða.
Nøkur fólk, sum vita ov nógv,
líða av ov nógvari sýru í vælindin
um, tí trýstið á lokavøddan er ov
stórt, og royking kann eisini elva
til bróstsviða og súr rop.
Bróstsviði er ein ógvuliga van
ligur ampi, og flestu fólk hava upp
livað hetta av og á.
Um súran maga
Tað, sum eyðkennir súran maga,
er pína og ampi ovast í maganum.
Súrur magi kann benda á, at talan
er um bróstsviða, magasár ella
krabbamein. Tí er tað av týdningi,
at farið verður til lækna fyri at
útiloka aðra sjúku, um tú javnan
hevur hesi sjúkueyðkenni, og tú
ikki kennir seg væl.
Eisini skulu fólk yvir 45 ár, sum
hava sjúkueyðkennini, men sum
áður vóru teimum ókend, fara til
lækna.
Sjúkueyðkennini koma ofta, tá
fólk eru svong, hava etið í meira
lagi, hava drukkið alkohol ella hava
tikið ibuprofen.
Orsøkin til hesar trupulleikar
er ikki kend, men ymisk viður
skifti kunnu vera galdandi. Or
søkirnar kunnu eitt nú vera, at
sodningarlagið verður overvað,
ovurviðkvæmi og stúran.
Fleiri av teimum, ið hava bróst
sviða og súran maga, kunnu vinna
á sjúkunum við at broyta lívsførslu,
eitt nú á henda hátt:
• Et ikki mat, sum tú av
royndum veitst ger
støðuna verri, eitt nú
sterkt kryddaðan mat,
feitan mat, royktan mat,
súran mat, juice, kaffi
• Et ikki nógv og seint
um kvøldið - tað
økir um náttligu
sýruframleiðsluna
• Et ikki í tríggjar av
teimum seinastu
tímunum, áðrenn tú
leggur teg
• Drekk ikki ov nógv kaffi,
og roykir tú - legg so av
• Lyft høvdalagið 15-20
sentimetrar, um tú hevur
pínu um náttina
• Vigar tú ov nógv, so royn
so at lætna
• Ver ikki í ov trongum
klæðum - tað kann linka
bróstsviða
• Royn at sleppa undan
arbeiðsstøðum, sum gera,
at tú bendir teg ov nógv
framá í longri tíð
Hvat er magasár?
Magasár er eitt sár í slímhinnuni í
maganum ella í ovara parti í tólv
fingratarmunum.
Vanliga eru slímhinnurnar í
maganum
mótstøðuførar
fyri
magasýru, men viknar magavegg
urin, kann magasýran tæra slím
hinnuna, og av hesum kemur sár.
Vanligasta orsøkin til bruna í
slímhinnuni er bakterian “helico
bacter pylori”, ið fólk eru vorðin
smittað av sum børn. Henda bak
teria kann trívast í maganum,
hóast magasýran er sterk. Mong
hava
helicobacter-bakteriuna
í
maganum alt lívið - uttan at tey
merkja nakað til tað. Tað eru bert
umleið 15 prosent av teimum, ið
hava bakteriuna í maganum, sum
fáa magasár.
Tú kanst eisini fáa magasár av
at taka ávísan heilivág fyri liða-
og vøddapínu, tí hesin ávirkar
slímhinnuna í maganum.
Um tú roykir, verður vandin fyri
at fáa magasár størri, men einki
bendir á, at ein ávísur kostur ella
alkohol kunnu elva til magasár.
Heldur ikki bendir nakað á, at
strongd elvir til magasár.
Vanligastu sjúkueyðkennini við
magasári eru pína í ovara parti av
maganum. Ofta linkar pínan, tá
tú etur, tí maturin neutraliserar
magasýruna, ella tá tú tekur sýru
neutraliserandi heilivá.
Men, máltíðin ger samstundis,
at meira sýra verður gjørd, og tí er
pínan ofta ringast ein tíma eftir, at
tú hevur etið.
Pína um náttina er eisini eitt
eyðkent sjúkueyðkenni, eins og
vaml og spýggjan heldur ikki eru
ókend.
Summi hava bróstsviða og súr
rop. Um magasárið bløðir, verður
skarnið svart, og fólk kunnu
spýggja blóð sum líkist kaffigruggi.
At viðgera magasár er treytað
av, um sjúklingurin er smittaður
av Helicobacter pylori bakteriuni
ella ikki.
Á heimasíðuni – www.apotek.fo
– kann lesast um viðgerðarhættir
fyri magasár.
Hvat er bróstsviði, súrur magi og magasár? Í hesi greinini fæst kunning
um hesar sjúkur og sjúkueyðkenni, sum mong dragast við
Hvat liggur aftan fyri hesar sjúkur?
HEILSA