Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Kjartan Joensen í Leirvík, sum bæði er kendur úr vinnulívi og politikki, hevur seinnu árini roynt seg sum útróðrarmann við einum Awi Star 42. Báturin var upprunaliga 35 føtur langur, men er longdur upp í 42 føtur og er partvís innilokaður. – Eg vil ikki kalla meg út­ róðrarmann, tí eg haldi, at hetta meira at kalla er við­ fáningur. Tit áttu heldur at snakkað við aðrar útróðrar­ menn, sum eru hvørja løtu á útróðri, tá líkindi eru, sigur hann lítillátin. Týsdagin, tá vit høvdu Kjartan Joensen í Leirvík í telefonini, tóktist hann eitt sindur harmur um, at hann ikki hevði loyst kvøldið fyri, nú týsdagurin royndist so hampiligur til veður, og streym­urin er spakari. – Í gjárkvøldið fóru fleiri bátar til útróðrar, og eg síggi, at teir nú eru á veg aftur til lands. Vit áttu ivaleyst eisini at havt loyst í gjár. Mær dámar tað Tá frægu løturnar eru, plaga Kjartan Joensen og báts­ felagi hansara at fara við 30- 36 stampum. – Línan verður rikin um í landi, og tað eru pensjónistar, sum taka sær av hesum. Ein slíkan útróðrartúr eru vit altíð tveir á báti. Kjartan Joensen, sum í nógv ár var rækjuskipari og skipaeigari, sigur, at hann tímir ikki einki at gera. – Eg rógvi út, tí mær dám­ ar tað. Útróður er næst­an vorðin søga, og her er at kalla eingin tilgongd. Hann vísir á, at ein út­ róðrar­dagur krevur einar 18 tímar, og tað skal ein øgilig orka leggjast í, um lønsemi skal spyrjast burtur úr. – Tað er væl skiljandi, at menn ikki tíma at rógva út, soleiðis sum útróðurin hevur verið í fleiri ár. Í fleiri bygdum, sum áður vóru útróðrarbygdir, er at kalla eingin útróður longur. Ætlar tú tær at tjena pengar, skalt tú helst gera okkurt annað. Heldur frægari Kjartan Joensen vísir á, at setur, sum ikki geva meira enn eini 50 til 70 pund á stampin, loysa seg slett ikki. Tá verður tú fátækari við at loysa enn at liggja við bryggju. – Tað var steindeytt við fiski í heyst, og tú fekst valla fyri agn. Nakað undan jólum gjørdist fiskiskapurin frægari, og higartil í ár hevur nakað av fiski verið at fingið. Hetta skuldi eisini verið besta fiskitíð, sum vónandi fer at halda sær nakað langt út á várið. Hann heldur eisini, at tendensurin er nakað betri nú, enn hann hevur verið. Skal útróðurin roynast, er neyðugt, at útróðrarbátar bæði fáa tosk og hýsu – og ikki bara annað fiskaslagið. – Eg síggi á tølunum í dag, at bátarnir aftur hava fingið hýsu, og tað er positivt, sigur 69 ára gamli, Kjartan Joensen. Tími ikki at ganga fyri einki VINNA Kjartan Joensen í Leirvík sigur, at ein útróðrardagur krevur einar 18 tímar, og tað skal ein øgilig orka leggjast í, um lønsemi skal spyrjast burtur úr útróðri Kjartan Joensen: Kjartan Joensen hevur ein Awi Star, sum er 42 føtur langur, og hann og bátsfelagi hansara plaga at fara við 30-36 stampum ein vanligan útróðrardag Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Umboð fyri Rock Trawldoors í Vági, sum framleiðir trol­ lemmar til fiskiflotan, eru í hesum døgum í Danmark, har nýggir trollemmar hjá fe­lagnum eru royndir í royndartanganum í Hirts­ hals. – Talan er um tvey heilt nýggj modell av lemmum - eitt flótitrolsmodell og eitt model, sum er ein víðari út­bygging av Sea-Hunter- modellinum. Hans í Líðini, stjóri í Rock Trawldoors, segði eftir royndina í Hirtshals, at tá teir vaknaðu um morgunin, sum nýggju lemmarnir skuldu roynast, lá ein spennandi dagur fyri framman. – Nakrir dagar í lívinum kennast meira spennandi enn aðrir. Nú tað kvøldar, kunnu vit ikki vera meira nøgdir við tey fantastisku úr­ slit, sum vit fingu í royndar­ tanganum í Hirtshals í dag. Kraftmikil vilji Ovurfegni stjórin vísti á, at nógvar royndir umborð á trolara og ein kraftmikil vilji hevur givið eitt óvæntað gott úrslit í royndartanganum. – Hetta hevur verið ein góður dagur, og nú hava vit knappliga tvey bein aftrat at standa á, sigur Hans í Líðini, stjóri í Rock Trawldoors. Tvey nýggj bein at standa á – Nógvar royndir umborð á trolara og ein kraftmikil vilji hevur givið okkum eitt óvæntað gott úrslit, sigur Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors í Vági Rock Trawldoors fekk sera góð úrslit, tá nýggir trollemmar vórðu royndir í Hirtshals mánadagin