Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgfrøðingar til Heilsu- og innlendismálaráðið HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir tveimum løgfrøðingum til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting, so eru hesi størv kanska nakað fyri teg. Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisit- ing hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og inn lendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórn ar ráðnum til. Førleikar Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á før oysk- um, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyri munur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild. Arbeiðsuppgávur Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálv- støð ugt. Høvuðsuppgávurnar verða løg- frøðilig ráðgeving, lógar- og kunn gerð- ar smíð, máls viðgerð, gera hoyringssvar, um framt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora. Talan er um eitt fast starv og eitt av loys- arastarv í ½ ár. Arbeiðsøkið í fasta starvi- num fevnir serliga um náttúru-, og um- hvørvismál umframt byggi-, lendis- og býarskipanarøkið, meðan avloysara starv- ið fevnir serliga um kommunumál. Størvini eru mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast størv- ini eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráð- num. Lønar- og setanartreytir Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanirnar fevna um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmans skriv- stovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á himr@himr.fo Umsóknarfreist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. januar 2017, kl. 12:00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, tlf. 304050 ella umvegis teldupost til hilmarh@himr.fo. Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Klinikk fyri fótterapi á Argjum nú sum tann fyrsta við heimasíðu og online booking Marit Hansen Klinikk fyri fótterapi Bílegg tíð online á www.fotterapi.fo Her snýr tað seg um vælveru til tínar føtur. Eg eri góðkendur fót tera peutur og útbúgvin til at hjálpa tær við trupulleikum við føturnum. Her kanst tú fáa hjálp til m.a. skógvainnlegg, niðurgrónar negl, at taka burtur líktorn, viðgerð av fótvortum ella um tú ynskir vanliga fótarøkt, ið kann fyribyrgja ymiskir trupulleikar við føturnum, og geva tær vælveru. Klinikkin hevur hildið til á Argjum nú í skjótt 1 ár, men eg havi arbeitt sum fótterapeutur á Tvøroyri síðan 2010. Her á klinikkina koma allir aldursbólkar. Børn, ung, tilkomin og eldri fólk við ymiskum fóttrupulleikum og fólk, ið bert ynskja vælveru og vanliga fótrøkt. Eisini koma her kundar, ið hava fingið staðfest diabetes ella aðra diagnosu, ið hevur rætt til ískoyti til gjald gjøgnum Heilsutrygd. Fyri at gera tað so lætt sum møguligt at booka sær tíð, havi eg valgt at stovna eina heimasíðu, ið inniheldur online booking og yvirlit yvir viðgerðir, tó ber eisini til at ringja á tlf 268989 og biðja um tíð, ella at senda mær eini boð gjøgnum facebook Vælkomin til fótterapi á Argjum