týsdagur 17. januar 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EFTIR 9. FLOKK:
Nú nærkast tíðin til, at næming
arnir skulu taka hesa avgerð, tí
flestu umsóknirnar hava freistir
innan fyri tveir mánaðir.
Nógvir næmingar ivast, og
hetta er ikki serliga løgið, av tí at
tað eru sera nógvir møguleikar.
Tú kanst velja at fara í
tíggjunda,
miðnám,
nýggja
íttróttarháskúlan í Vági, og so
kanst tú eisini fara uttanlands á
eitt nú eftirskúlar ella sum skift
isnæmingur.
Umframt hetta velja nakrir
næmingar at fara beint til skips,
á lærupláss, ella at arbeiða.
Mentamálaráðið gjørdi eina
kanning í 2015. Tey kannaðu,
hvussu nógv 17 og 18 ára gomul
fingu studning. Síðani kannaðu
tey, hvussu nógv 17 og 18 ára
gomul búgva í Føroyum. Tá komu
tey fram til, at umleið 1000 næm
ingar fáa studning, og at 1500
ung 17 og 18 ára gomul búgva í
Føroyum. Hetta vil siga, at umleið
67 prosent av føroyskum 17 og 18
ára gomlum fara á miðnám.
Síðani valdu vit sjálvar at
kanna, hvussu nógvir næmingar
ganga í tíggjunda og á miðnámi.
Vit prátaðu við Sámal í
Skorini, fulltrúa á Mentamála
ráðnum, ið gav okkum fleiri
upplýsingar um Miðnámsskúlar.
Aftan á hetta valdu vit at
ringja til fólkaskúlarnar, sum
hava tíggjunda flokk. Tá komu
vit fram til, at eini 450 næmingar
ganga í tíggjunda flokki og
umleið 950 næmingar ganga á
fyrsta árið á miðnám.
TVEIR TRIÐIN
FARA Á MIÐN
Tá næmingar eru mitt í skúlaárinum í
níggjunda flokki, skulu teir taka eina stóra
avgerð. Tá skulu næmingarnir sjálvir gera
av, hvat teir vilja gera tey komandi árini.
Annika við Skipá
Skúlavegleiðari
Hoyvíkar skúli:
Næmingurin
eigur valið
einsamallur