týsdagur 17. januar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EFTIR 9. FLOKK:
GAR
ÁM
Heiðrun Hammer Erlingsson 15 ár Skúlin á Fløtum
Jón Róason 16 ár
Hoyvíkar skúli
Róar Arge 15 ár
Hoyvíkarskúli
– Ábyrgdin ella uppgávan hjá mær, sum
skúlavegleiðari, er at kunna næmingunum
um
teir
ymsu
møguleikarnar
eftir
níggjunda flokk. Eisini at seta teirra tankar
í gongd um hesi viðurskifti, geva íblástur
og vegleiða teir sum frægast, men valið
eigur næmingurin einsamallur.
Tað sigur Annika við Skipá, skúlaveg
leiðari í Hoyvíkar skúla.
Tað er ikki altíð so lætt at velja, tí út
boðið er breitt, og nógvar nýggjar útbúgv
ingar eru komnar, bæði her og uttanlands.
Um tú ikki veist, hvat tú skalt lesa ella
læra til, er klókt at velja fak og annað eftir
áhuga. Eisini kanst tú hugsa um møgulig
krøv til ymsar útbúgvingar, sum tú kanska
kundi hugsað tær seinni.
Flestu næmingar ivast í níggjunda
flokki, hvørja útbúgving teir skulu velja
seinni í lívinum. Teir fara sum oftast á
miðnám ella yrkisnám, sum so letur hurð
ar upp fyri víðari lestri.
Nám-X er eisini væl dámt og kann vera
eitt ár, har tú búnast bæði fakliga og ikki
minst sosialt. Tú kanst eisini hugsa víðari
um valið eitt ár afturat.
Fleiri næmingar fara uttanlands á eft
irskúla, sum skiftisnæmingur og aðrar
staðni og koma so heim aftur á miðnám.
AFS er ein skiftisnæminga
felagsskapur, har ung úr øll
um heiminum velja sær eitt
land at búgva í í eitt ár. Har
búgva tey so hjá eini verts
familju og ganga í skúla.
Eg valdi AFS, tí eg kendi
fleiri, ið høvdu verið skiftis
næmingar. Øll lótu væl at og
søgdu, at tað var ein størsta
uppliving teirra nakrantíð.
Mær dámar eisini væl
at ferðast og uppliva nýggj
ting. Eg fari til Portugal at ganga í 10. flokki, so eg læri jú
bæði eitt nýtt mál, nýggja mentan, og har afturat fái eg eisini
fleiri nýggjar vinir runt í heiminum.
Eg rokni avgjørt við, at tað verður extremt stuttligt og læruríkt.
Tá 9. flokkur er liðugur, fari eg í Studentaskúlan
í Hoydølum ella Glasir í Marknagili, um tað er
liðugt tá.
Eg fari í student, tí at mín familja sigur, at eg
skal tað, og eg haldi eisini sjálvur, at tað er gott
fyri meg at fara í student.
Eg veit ikki hvat fyri leið eg skal velja enn,
men eg giti, at tað verður ein av teimum fýra,
ið eru á náttúrubreytini.
Eg fari á ein eftirskúla, sum eitur
KIES, Københavns idrætsefterskole
og liggur í Valby.
Tey hava tríggjar linjur: hondbólt,
fótbólt og badminton.
Eg kenni onkran, sum hevur
gingið har, ið hevur fingið nógv
burturúr. Eg havi valt at fara á hond
bóltslinjuna, sum eg havi hoyrt nógv
positivt um.
Eg vil gjarna fáa nógv burturúr
hondbóltsliga, so hettar er ein eftir
skúli, sum eg vil royna.
Aftan á níggjunda ætli eg mær at fara í
tíggjunda í Eysturskúlanum.
Eg valdi tíggjunda av tí, at eg ikki føli meg
heilt fyrireikaðan til student enn, og velji tí eitt
ár í Nám X fyri at fáa eitt sindur meira av læru,
áðrenn eg fari í student.
Umframt hetta vil eg eisini bara fáa eitt
hugnaligt og avslappandi ár í tíggjunda.
AFS
STUDENT
EFTIRSKÚLA
TÍGGJUNDA
Marita Mortensen 15 ár
Skúlin við Løgmannabreyt
Praktikantar
á Sosialinum:
Elisabet
Holm Simonsen
Janita
Sivertsen
Anna
Lindenskov Schiller
Jóhanna
Óladóttir Joensen