Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KUNNING til ØLL í FØROYUM, serliga til PENSJÓNISTAR og KOMANDI PENSJÓNISTAR Eg missi onki av, at onnur fáa rættindi Post SKAALUM KJAK Samhaldsfasti er ein partur av full­ ari fólkapensjón. Útgjaldið verður tó stýrt av eini broyting, sum varð gjørd í lógini í 2009. Tá kom kravið um, at persónur skal hava búð 40 ár í Føroyum fyri at fáa fult útgjald. Broytingin í lógini hevði við sær eina avlaging av Samhaldsfasta. Tey, sum hava búð í Føroyum í styttri enn 40 ár, eru vorðin frátikin rætt­in til fult útgjald, sjálvt um tey hava goldið inn frá byrjan. Hesi fólk fáa í dag skert útgjald úr Samhaldsfasta, sjálvt um tey eis­ini eftir lógarbroytingina hava goldið inn í Samhaldsfasta. Helst eru tað nøkur, ið ikki hava varn­ast hesa broyting, tí tey fáa netto­pen­ sjón á kontu. Eru fólk í iva, kunnu tey venda sær til TAKS um hetta. Fult útgjald er kr. 4.025,-. Sostatt hava tey, sum vórðu pen­ sjón­er­að áðrenn 2009, fingið fult út­gjald, men fleiri av teimum, sum vórðu pensjónerað aftan á 2009, hava verið fyri stórum vanbýti. Til­ sam­ans eru tað uml. 300 fólk, sum hava havt rætt til fult útgjald, men sum mistu henda rætt í 2009. Hesin mismunur skal rættast, og tí skulu vit á fund við Kristinu Há­ foss tann 18. jan. 2017. Tað, ið vit vilja, er at fáa ein setn­ ing inn í lógina frá 2009, sum ljóðar so­leið­is:“Tey, sum hava goldið inn frá byrjan, hava rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta.“ Tað snýr seg nevniliga ikki bara um útlendingar, sum fáa ov lítið út­goldið, men eisini um føroyingar, sum hava búð og arbeitt í útlondum og eru komnir heim aftur. Teir skulu hava rætt til fult útgjald, um teir hava goldið inn frá byrjan! Hesin mismunur skal burtur, og tí er neyðugt at gera hesa tillaging í lóg­ini, áðrenn pensjónsnýskipanin verð­ur samtykt og sett í verk. Sum tað ljóðar, skal hon fyri tingið í heyst. Eisini vísir tað seg, at persónar, sum av ymsum orsøkum ikki hava gold­ið inn, men hava búð í Før­ oy­um í 40 ár, hava fingið rætt til fult útgjald, uttan mun til, um tey búgva her ella í Danmark. Vit vilja ikki døma ella frátaka nøkr­um nakað, men vit vilja vísa á, at fólkapensjónin í Føroyum er minni enn tann í Danmark, og tað skal ikki gerast mismunur. Um nakar fær at vita, at hann/ hon ikki fær fult útgjald úr Sam­ halds­fasta, ber til at venda sær til Lands­felag Pensjónista á shf@mail. fo Ærað verður minnið um syst­ kyna­barnið John. Vegna tey, sum eru fyri vanbýti Bozena Rasmussen Ole Jensen Jóna Jimenez Koos Kamminga Inger Flø Jørgensen Tráin Petursson Nónklett Landsnevndarlimur í Unga Tjóðveldið Hjúnabandið er elli­ gam­alt, og hevur broytt seg leypandi. T.d. bar ikki til at gifta seg hjá ogn­ar­ leys­um í Føroyum fyrr. Hetta er tí­bet­ ur broytt, og nú er eisini uppá tíð­ ina, at tvey av sama kyni sleppa at gift­ast borgarliga. Hendan broyt­ ing­in er hend nógvum øðrum lond­ um, og kanska serliga londum, sum vit eru glað at samanbera okkum við, t.d. Ísland, Danmark og Svøríki. Góð demokratisk væl­ferð­ar­sam­fe­ løg, har eisini minnilutar hava sjálv­ søgd rættindi. Ein meiriluti av Føroya fólki ynskir broytingina, og ein meiriluti av løgtinginum hevur sam­tykt at broyta hjúna­bands­lóg­ ina, so nú er tíð uppá at fólksins vilji verður settur í verk. Eg skilji slett ikki, hvussu tað ber til at vera ímóti, at samkynd kunnu gift­ast borgarliga. Borgarlig vígsla er ikki partur av einari religiøsari sið­venju. Tað ber til hjá ikki-trúgv­ andi og ikki-kristnum fólkum at verða gift borgarliga. Hví skal tað so vera í lagið at forða samkyndum hend­an møguleikan? Tað má vera upp til vaksin fólk, at sjálvi finna útav sínum maka. Hetta eiga Jógv­ an á Lakjuni, Bergur Debes Joensen og Miðflokkurin ikki at hava av­ gerð­ar­rætt í. Tað fer at gera tað lættari hjá LGBT persónum at búgva og trív­ast í Føroyum við broytingini av hjúna­ bands­lógini. Hetta er ikki bara jaligt fyri LGBT persónar, men eisini hjá fam­ilju og vinum teirra. Tað fer at gleða meg, tá míni samkyndu vin­ir (og øll eg ikki kenni) fáa somu rætt­ ind­ir sum eg. Eg missi onki av, at onn­ur fáa rættindi. Virgar T. Dalsgaard Eftir at fólka­tings­ mað­ur­in Sjúrður Skaale hevur út­ giv­ið sína rættiliga væl­skriv­aðu, men sjálv­andi selektivu ver­si­ón av teimum bi­z­arru politisku hendingunum stutt fyri ártúsund-skiftið, má tað vera eitt fólkakrav, at ØLL fáa inn­lit í, hvussu leikur reelt fór fram. Tað er eingin DONSK lóg, sum forð­ar okkum í at fáa almanna- kunn­gjørt tey røttu skjølini og alt orða­skiftið, sum SS sjálvandi ikki hev­ur kunnað tikið við. Hann hevur sorterað per­són­ liga, og tað hevur hann rætt til, men vit mugu krevja, at hvør stav­ur og hvørt komma verdur al­ment. Er nakar ímóti, at skjølini koma fram? Ja, tað finnast helst fleiri fólk Í FØR­OYUM, sum vilja krógva skjøl­ini fyri veljarunum, tí tað er pín­ligt fyri tey, men er tað nóg sterk orsøk til, at fjøldin av fólki má gita og fanta­sera ella skapa und­arligar myt­ur um, hvussu tann absurda evna­gongd­in var. Ella noyðast við tann "sub­jekt­ iva sannleikan" hjá Sjúrði. Fólk hava avgjørt rætt til inn­lit í søgulig mál, sum ikki eru loynd­ ar­stempl­að og slett ikki  hava nakr­an mili­ter­pol­it­iskan týdning. Hesar fáu reglur eru tí ein OPIN SPURN­INGUR til Lands­ stýr­ið og ser­liga til løg­manns: "NÆR verða øll hesi skjøl al­ manna­kunngjørd, og HVIS tit ikki vilja gera tað – hvat er so be­grund­ ils­ið fyri, at tað ikki verður gjørt?" Tað undrar meg, hvussu høgt tað ber til at ganga uppí seksualitetin hjá onkrum øðrum. Hvussu tað ber til at halda seg hava rætt at blanda seg uppí, hvørjum vaksin gifta seg við. Jógvan á Lakjuni hevur sett alt embætisverkið í sving, tí hann hevur sett eina rúgvu av spurningum til okkara landsstýrisfólk um broytingina av hjúnabandslógini, Bergur Debes Joensen, prestur, hevur hildið prædiku, har hann m.a. tosaði um “fíggindar hjá hjúnalagnum” og Miðflokkurin hevur kært løgmann fyri hansara embætisførslu í samband við broytingina av hjúnabandslógini. Alt hetta stríðið fyri at forða summum at giftast borgarliga.