Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vága kommuna søkir eftir Námsfrøðingum til Sóljugarð Sambært dagstovnalógini verður søkt eftir námsfrøðingum til Sóljugarð, at byrja 1. mars. Talan er um fulltíðarstørv við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Eisini verður søkt eftir avloysarum undir sjúku og tá annars tørvur er á tí. Virðisgrundarlagið hjá dagstovnaøkinum í Vága kommunu er: Spæligleði, Samstarv og Viðurkenning. Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss, har pláss er fyri ymiskleika, og har námsfrøðin alla tíðina er í menning. Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Okkara arbeiði byggir á: Spornámsfrøði - tað sum hugtekur barnið. Viðurkennandi námsfrøði - jaliga barna- og lærings áskoðan. Spæligleði - Vit leggja dent á, at spæl og rørslur hava stóran týdning fyri menningina hjá barninum. Vit vænta av tær, at tú: Hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum. Hevur góð samstarvsevinr og kann arbeiða sjálvstøðugt. Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum. Ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin. Ert forvitin eftir at finna “Spor”, lurta og dokumentera. Sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum. Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya kommunala Arbeiðsgevarafelag og fylgir lønarstigunum frá 11 til 19. Umsókn saman við prógvum, royndum og viðmælum, skulu vera Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, í hendi seinasta lagi mikudagin 1. februar kl. 12.00. Viðmerk á brævbjálvan “Umsókn um starv”. Teldupostur er, vaga@vaga.fo. Meira fæst at vita við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456 ella 344450. Ella á helena@vaga.fo. Sóljugarður - ein dagstovnur í Vága kommunu fyri børn frá 0-7 ár. Stovnurin liggur í Sandavági, miðskeiðis í bygdini, við sera vakrari náttúru rundanum. Her er bæði á, viðalund, sandur og fótbóltsvøllur beint við. Garðurin er stórur við eini á og bøi, har uppruna lendið er varveitt. Stovnurin heldur til í trimum húsum. Her eru tríggjar barnagarðsstovur, ein kreativur verkstaður, tvær vøggustovur og eitt hús við teimum 6 ára gomlu. Stovnurin er opin frá kl. 7.00 til 17.00