týsdagur 17. januar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálptu til á ymsan hátt, tá okkara elskaði maður,
pápi, verpápi og abbi
Hans Jákup Mikkelsen
f. 07.07.1943 d. 02.10.2016
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Jóannes Fonsdal, prest, fyri góða hjálp og
góð og troystarík orð á kapellinum á Bispebjerg
sjúkrahúsi.
Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri vitjanir og
góð og troystarík orð í kirkjuni. Somuleiðis takk
til Marjun Lómaklett, prest, fyri vitjanir og góð og
troystarík orð í kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Takk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og tykkum
øll, sum hjálptu til við ervinum.
Takk til tykkum, sum ringdu, komu inn á gólvið og
til tykkum mongu, sum bakaðu.
Takk fyri blómur, peningagávur, kransar og
minnisgávur til Nýrafelagið.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna, Paula og Sigrid
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu
tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma og
omma
Meinhild Thomsen
Tvøroyri
f. 02.06.1955 d. 17.03.2016
so brádliga og í besta blóma varð tikin frá okkum.
“Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um
sýnina.
Lívið er framvegis dýrabart; tað er eins, og tað
altíð varð; tað heldur fram øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman.”
Tøkk til tykkum, ið á staðnum veittu hjálp og
tykkum á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tøkk til familju,
vinir og kenningar fyri hjálp og stuðul.
Ein serstøk tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri
troystarrík orð í heiminum, kapellinum og í
kirkjuni. Stóra tøkk til Trónd Enni fyri vakran
sang í kirkjuni, sangarar, dekn, organist, klokkara
og gravara. Eina hjartans tøkk til øll tykkum, ið á
ymiskan hátt vístu okkum umsorgan.
Takk fyri vakrar blómur, kransar og gávur til
Heilafelagið.
Takk til tykkum mongu nær og fjar, ið fylgdu
Meinhild til hennara seinasta hvíldarstað á fold.
Fyri tey avvarðandi
Oddmar, Jákup, Ólavur, Birita, Regitsa og Jutta
“Ikke før væven er standset og skytten holdt op med
at slå vil Gud tage tæppet til side og lade os rigtig
forstå, hvorfor de mørke tråde, såvel som som de
gyldne bånd var lige nødvendige for mønstret i
mesterens kyndige hånd!”
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Benny Drewsen
føddur 06.12.1936, deyður 25.11.2016
andaðist og varð jarðaður.
Takk til talarar, sangarar, spælarar og tykkum, sum
bakaðu og hjálptu til við ervinum í Ebenezer.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Zarepta.
Takk øll tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Esther, Svend Åge, Eyðfinn & Anita
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá
okkara høgt elskaða kona, mamma, vermamma og
omma
Sólmá Fríðgerð Hermansen
f. 18.07.1952. d. 01.12.2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkið á B6 og heimasjúkrasystrarnar,
fyri góða røkt seinastu tíðina.
Takk til Sverra Kass, fyri góð og troystarrík orð
á kapellinim. Takk til Símun P. Jakobsen, fyri
heimavitjan, meðan sjúkan herjaði, og góða
prædiku til jarðarferðina. Takk til kirkjutænarar og
sangarar.
Takk til bindiklubban, familju og vinir, fyri alla
hjálp í sambandi við jarðarferðina og ervið.
Takk fyri alla sýnda samkenslu, bæði við vitjanum,
uppringingum, bakstri og gávum.
Takk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Við ynskjum um eitt av Harranum vælsignað
nýggjár.
Finnbjørn, Anita, Trygvi, Áki og Unn,
við familjum
Andlát
Niels Bentsen,
fyrrverandi Ríkisumboðsmaður í Føroyum,
andaðist mánadagin 16. januar á Ríkissjúkra
húsinum í Keypmannahavn, 80 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Himmelev Kirke í Roskilde,
leygardagin 21. januar kl 11.00.
Vegna familjuna
Dinna, Hallur og ommu- og abbabørn
Tey, ið ynskja at minnast Niels, kunnu geva
eina peningargávu til felagið GirlTalk á konto
4579553982 í Spar Nord (9385).
Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu
FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir
Vaskifólki
at byrja skjótast til ber
Vit sóknast eftir einum røskum fólki at vaska.
Starvslýsing:
• Starvið umfatar: at vaska í handlinum,
matarhølinum og skrivstovunum.
• Arbeiðstíðin er uml. 20 tímar aðru hvørja
viku, ella eftir avtalu. Arbeitt verður
eftir, at handilin er stongdur.
• Løn sambært sáttmála við fakfelag.
• Seinasta freist at søkja er mikudagin 18.
januar 2017
Keypssamtøkan
Dr. Jakobsensgøtu 4
Postsmoga 349
FO 110 Tórshavn
Tel 66 00 10
Att.: Bogi Vík, tel 228222
bv@fk.fo