hósdagur 19. januar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
4
Kirkjan í andglettinum
PRESTAR
ÓSAMDIR
UM KÓSINA
Skal kirkjan vera savnandi, fevnandi og vanda sær um orðini, so at eingin verður
stoyttur av tí, sum prestur sigur? Ella er tað upp til fólkakirkjuna at minna á
skriftirnar og endurgeva hvassliga, uttan mun til, hvør nú kann taka tað illa upp?
Vikuskiftis Sosialurin hevur verið í samband við fleiri prestar í Føroyum,
og greitt er, at teir eru ikki á einum máli um, hvør rætta kósin er
FÓLKAKIRKJAN
Sosialurin hevur roynt
at fingið fatur á øllum
prestunum í landinum.
Tað eydnaðist okkum tó
ikki at fáa viðmerking frá
hesum níggju prestunum :
Una Næs, Hera Joensen,
Sonju Klein, Meinhard
Bjartalíð, Bergi Debes
Joensen, Patrick Conway
de Neergaard, Marjun í
Kálvalíð, Havstein Klein
og Marjun Lómaklett.
Samstundis eru Theodor
Eli Dam Olsen, Ann Dahl
Hansen burturstaddur,
meðan Jónsvein Bech er
sjúkrameldaður og Anne
Mette Greve Klementsen
er í barnsburðarfarloyvi.