Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 5 BARBARA HOLM Prestar hava givið eitt lyfti, har teir lova at gera sær ómak at prædika Guds orð reint og rætt, soleiðis sum tað stendur í skriftunum. – Gera vit ikki tað, so gera vit ikki eftir tí, sum vit hava givið lyfti um, sigur Símun Persson Jacobsen. Hann heldur tað vera ógvuliga áhugavert, at tað hevur fingið øði í grindina, at ein prestur prædikar um nakað, sum er aktuelt og sam­ stundis trúfast mótvegis skriftini. – Sumt av tí, sum hevur verið frammi, er helst kanska ein óbein­ leiðis kritikkur av fólka­kirkjuni. Seinastu 10-20-30 árini eru vit kanska blivnir ov “fittir” og megna kanska ikki rættiliga at liva upp til tað lyfti, sum vit hava givið. At prædika reint og rætt tað sum skriftirnar siga. Nú kemur ein prestur so, við ógvuliga klárari talu, og so elvir tað til øsing, sigur Símun Persson Jacobsen og vísir samstundis á, at tað hava sanniliga eisini verið ótrúliga nógvar góðar prædikur seinastu 30 árini, hóast alt. Um so var, at allir prestar áhaldandi høvdu treysti og firvi til at prædika Guds orð klárt og týðiliga inn í dagsins samfelag, so høvdu fólk ikki verið so bilsin. – So høvdu tey kanska hugsað, okey, har var okkurt, sum rakti meg eins og prestur mangan sjálvur fær nakað at hugsa um, tá ið Guds orð ljóðar, sigur prestur. Tí eitt er vist sambært kristnu boðsakpinum, og tað er, at syndin er ein partur av okkum øllum. – Orð Guds snýr seg tíbetur ikki bara um syndina. Tað snýr seg um, at vit kunnu fáa syndanna fyrigeving, kærleika og náði frá Gudi – við trúnna á Jesus. Tað er tað, sum gleðiboðskapurin gevur. Og tað er eingin ivi um, at tað er tað, sum prestar vísa til, tá ið teir nevna syndirnar. Tí uttan kunnleika um syndina – eingin tosti eftir náðini og frelsandi trúnni, sigur Símun Persson Jacobsen. Víðari vísir hann á, at prestar ikki kunnu avmarkast til at vera pleasarar. – Kirkjan og prædikan kann ikki bara vera politisk korrekt. Tí so broytir trúgvin og orðið skap alt eftir, hvat frammi er í tíðini. Tað er onkursvegna villleiðandi í ævinleikans høpi. Kirkjan má altíð vera sína uppgávu vaksin og ikki lata seg trýsta til at fylgja tilvildarligum og skiftandi rákum, sigur Símun Persson Jacobsen. At enda heldur prestur, at øll prædika – eisini hin svára og av­ dúkandi – hevur kærleikan, troyst­ ina og vónina fyri eyga. BARBARA@SOSIALURIN.FO Símun Persson Jacobsen, sóknarprestur Innan Glyvur: Prestar eru ikki pleasarar – Tað er ikki fremsta uppgávan hjá presti, at pleasa øllum í samfelagnum. Men dagsins rák hevur við sær, at sigur prestur nakað frá skriftini, sum kann raka onkran, so verður tað skjótt tulkað sum fordøming og niðrandi útsagnir. Tað virkar mær heilt einfalt, men hevur sínar orsøkir, sigur Símun Persson Jacobsen, prestur BARBARA HOLM K irkjan er aftur í and­ glett­inum, men í mun til undanfarnar støður, eru prestar hesaferð til reiðar at siga sína hugsan um málið. Ein teirra, sum hevur greiða hugsan í málinum, er Sverri Steinhólm, sjúkrahús og sóknar­ prestur í Havn. Hann er av teirru fatan, at tað kann á ongan hátt vera rætt, at prestur skal vera so trillrundur í præ­dikunum, at øll fara smílandi og flennandi úr kirkjuni aftur, uttan at vita, hvat tey í veruleikanum eru so glað um. – Tað undrar meg, at vit eru av tí fatan, at prestur og fólkakirkjan skal vera so trillrund, at eingin skal siga nakað sum helst, sigur Sverri Steinhólm. Hann heldur, at fjølmiðlarnir eru ørindafólk fyri LGBT, tí allar hinar prædikunar, sum verða hildn­ar kring landið hvørja viku, er eingin almennur áhugi fyri. – Men harkar onkur úr LGBT, so fara summar fjølmiðladyr á víðan vegg, sigur prestur. – Kirkjan skal ikki vera so aftur­ úrsilgd, at hon ikki kann taka nakað dagsaktuelt upp á tunguna. Um vit bara skulu tosa um gomul viðurskifti frá 1500 talinum, so kunnu vit veruliga siga, at kirkjan er yt, sigur Sverri Steinhólm og sipar til, at í dag er tað yt, at vera í móti tí samkyndu rørsluni. – Tað er nærmast vorðið tann størsta »religiónin« í landinum. Men vit mugu øll tora at siga okk­ ara hugsan við virðing fyri hvørj­ um øðrum. Bæði tey í LGBT og tey, sum hava eina øðrvísi fatan, sigur Sverri Steinhólm. Eftir hansara fatan hevur fólka­ kirkjan partvíst seg sjálva at takka fyri, at fólk nú blíva púra ørkymlað, tá ið prestur tekur okk­urt aktuelt evni upp. – Tað vísir seg, at kristiliga vitanin er er minkað nógv millum okkara ungu, tað vita vit, sum hava konfirmantar kanska serliga í Suðurstreymi. Tey ungu vita minni og minni um Guds orð. Eisini hava fólk vant seg við seinastu nógvu árini, at prestar og fólkakirkjan sum so ikki luttaka í aktuellum orðaskiftum, eins og kirkjur í Miðamerika eru kendar fyri. Tað skulu vit blíva betur til, greiðir prestur frá. Hann vísir á, at tað átti at verið vent á høvdið. Tí tað er eftir hans­ ara fatan ein størri katastrofa, um prædikur eru púra uttan kant og ongan raka ella skaka. – Ein prædika skal skaka onkran – annars er einki sagt. Tú fert í kirkju fyri at hoyra Guds orð – ikki mannað orð. Tann, sum prædikar skal ikki óttast menniskja men Gud. Vit eru øll syndarar og tað skal prestur fyrihalda seg til. Men Guds orð er ikki bara syndirnar, tað er eisini fyrigeving, kærleiki og náði til syndararnar, sum eru vit øll. So sjálvandi skulu orðini hjá presti onkuntíð skaka, eins og tey onkuntíð skulu troysta, sigur Sverri Steinhólm. Hann vísir á, at 2. sunnudag eftir 13., tá teksturin er um, tá ið Jesus var í brúdleypi í Kána, vanliga verður brúktur til at prædika um hjúnalagið. – Tá talaði eg í Havnar kirkju um hjúnalagið millum mann og konu. Eg brúkti brúðarritualið, har Jesus endurgevur Gamla Testamentið: Tí skal maður fara frá faðir sínum og móðir síni og tey tvey skulu vera eitt hold, ikki tvær ella tveir í einum hjúnalagi, men maður og kona, greiður prestur frá. – Skal eg sum prestur prostitu­ era meg og mína meining og bara siga tað, sum er frammi í tíðini, so er einki grundarlag long­ur. Eg haldi man eigur at vera samfelags­ kjakandi og tora at siga, hvat Guds orð hevur av týdningi fyri okkum í 2017. Tað er freistandi at bara venda bunkanum og siga somu orð ár eftir ár. Men prestar skulu vera aktuellir og lýsa dagsins samfelag í mun til Guds orð, sigur Sverri Steinhólm, prestur. – Skal eg sum prestur prostitu­ era meg og mína meining og bara siga tað, sum er frammi í tíðini, so er einki grundarlag longur. Eg haldi man eigur at vera samfelags­ kjakandi og tora at siga, hvat Guds orð hevur av týdningi fyri okkum í 2017. Tað er freistandi at bara venda bunkanum og siga somu orð ár eftir ár. Men prestar skulu vera aktuellir og seta dagsins sam­ felag inn í Guds orð, sigur Sverri Steinhólm, prestur. BARBARA@SOSIALURIN.FO Sverri Steinhólm, sjúkrahús- og sóknarprestur: Ein prestur skal skaka – Gud náði tann kropp, sum er í móti LGBT í hesum døgum. Vilja fólk veruliga hava eina prædiku, sum er trillrund og skal behaga øllum, spyr Sverri Steinhólm, prestur Jógvan Fríðriksson, bispur: Bispur hevur onga viðmerking til íkomnu støðuna júst nú. Hann sigur tó, at hann vil viðmerkja málið um eina tíð. Inga Poulsen Dam, sóknarprestur Miðvági: – Hevur onga viðmerking í málinum nú. Hanus á Gørðum, sóknarprestur í Klaksvík: – Eg vísi bara til bisp. Tað er hann, sum úttalar seg. Derhard Jógvansson: – Eg havi ikki hug at úttala meg um tað nú.