hósdagur 19. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
FÓLKAKIRKJAN
BARBARA HOLM
Jens Mortan Mortensen hevur
áður úttalað seg um støðuna hjá
eitt nú samkyndum í fólkakirkjuni.
Hesaferð hevur hann bert eina
stutta viðmerking til málið.
– Eg haldi tað vera spell, at fólk
kenna seg stoytt av einari prædiku.
Tað eru jú nógvir ymiskir mátar at
tosa um synd, so tað nýtist ikki at
vera so. Men eg haldi tað vera fínt, at
LGBT og Humanistafelagið reagera
og gera vart við sína hugsan, sigur
Jens Mortan Mortensen
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Hvalba:
Fínt, at tey
ósamdu
reagera
BARBARA HOLM
Prestar skulu hava talufrælsi
eins og øll onnur og harvið eisini
rættin at siga tað, sum teir hava
upp á hjarta.
Men tá ið tað er sagt, at so er
eisini so við talufrælsinum hjá
prestum, at tað er við ábyrgd.
– Man kann ikki siga hvat
sum helst. Tú kanst til dømis
ikki eggja til harðskap ella morð
ella líknandi hóast tú hevur
talufrælsi. Men tá ið tað er sagt, so
mást tú hava loyvi til at siga, hvat
tú hevur upp á hjarta. Tó haldi eg,
at tað eru ymiskir mátar at siga
tingini upp á, sigur Bergtórur
Hjelm Bjarkhamar.
Tá ið umræður spurningar,
sum man veit kunnu elva til kjak
og atfinningar móti kirkjuni, so
heldur Bergtórur prestur, at tað
er umráðandi, at vera eitt sindur
snildur.
– Eg haldi summar prædikur
kunnu vera ótaktiskar. Um tú
vilt práta um hjúnarbandi, so
eru tað nógvir mátar at gera
tað uppá, sigur Bergtórur Hjelm
Bjarkhamar.
Um hann til dømis skuldi tosað
um hjúnabandi og hann var av tí
áskoðan, at tað hoyrir mann og
kvinnu til, so hevði hann sagt tað.
– Hví ikki bara tosa um hjúna
bandi millum mann og kvinnu og
gera tað upp á ein konstruktivan
og uppbyggjandi máta? Hví
taka tað við, sum tú ikki gongur
inn fyri og soleiðis gera tað
niðurbrótandi, spyr Bergtórur
Hjelm Bjarkhamar.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar,
sóknarprestur í Hvalvík:
Snilt
at vera
taktiskur
BARBARA HOLM
Maria Jørðdal Niclasen er av
teirru áskoðan, at prestar eru
settir í verðina fyri at boða gleði
boðskapin. Í telduposti til Sosialin
skrivar hon soleiðis.
– Danski presturin Johannes
Møllehave segði einaferð í einum
av prædikum sínum (mín tulking):
“Eitt orð er morð – uttan m.... Til
veran er full av mordarum. Vit
hava ikki dripið við knívum ella
skotvápnum – men við orðum.
Orðum, sum oyðiløgdu lívið hjá
einum, vit áttu at deila tað við.
Orðum, sum tóku lívsgleði og lívs
dirvi frá menniskjanum...”
Víðari sigur hon, at kirkjan og
tænarar í kirkjuni eru bundin av
Halgu Bók.
– Kirkjan og tess tænarar eru
í boðan síni bundnir at tí, sum
skrivað er í Halgu bók. Vit hava
sostatt altíð við ein autoritativan
tekst at gera. Men harvið er ikki
sagt, at teksturin kann leysrívast
frá teirri tíð, hann var skrivaður
í, enn minni, at hann ikki eigur
at verða tulkaður inn í ta tíð,
vit sjálvi eru partur av. At boða
gleðiboðskapin er ikki einans at
endurgeva, men eisini at tulka.
– Hvussu ein prestur velur
at bera boðskapin fram er upp
til hvønn einstakan prest. Hetta
hevur hann/hon boðanarfrælsi
til. Men vit eru, sum kirkjunnar
tænarar, sett boða gleðboðskapin,
og gleðiboðskapurin ger ikki mun
á fólki á nakran hátt. Vit eru sett at
boða gleðiboðskap, ugga og kveika
lívsmót hjá øllum Guds elskaðu
skapningum, sigur Maria Jørðdal
Niclasen, prestur.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur í Kvívík:
– Vit hava øll talufrælsi, men tað
er við ábyrgd, sigur Bergtórur
Hjelm Bjarkhamar, prestur
– Eg haldi, at tað eru nógvir mátar at siga
tingini upp á. Tú nýtist kanska ikki altíð
at styggja við orðunum, sigur Jens Mortan
Mortensen, sóknarprestur í Hvalba
– Gleðiboðskapurin ger ikki mun á fólki á nakran
hátt, sigur Maria Jørðdal Niclasen, prestur
SOSIALURIN 9
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
Eitt orð er morð
– uttan m...