Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 7 – Prestar hava prædikufrælsi og kunnu tí siga tað teir hava hug til – tó grundað á kirkjunnar læru. Tað er tó altíð skilagott at hugsa seg um: Hvussu sigi eg hetta ella hatta, so at eg fái boðskapin best fram. Skynsamt er at vanda sær um orðini, at vera so savn­ andi og fevnandi í orðavali sum til ber og hava í huga orðafellið: Snildur sum ormur og falsleysur sum dúgvan. Men vit skulu tora at tala at – prædika ímóti tíðarandanum og stríða ímóti streyminum, um vit halda tað vera neyðugt uttan at hugsa um, um tað verður væl ella illa upptikið, um eg verði væl ella illa dámdur. Vit hava jú fingið álagt sambært prestalyftinum at prædika orði reint og rætt – og tað mugu vit gera eftir okkara bestu sannføring. BARBARA HOLM Fólkakirkjan hevur Bíbliuna sum missión ella “virkisgrundarlag”, um vit skulu brúka eitt annað heitið. Og tað er Bíblian øll sum hon er, sum liggur til grund fyri tí, sum kirkjan byggir á, heldur Ovi Brim. – Eg haldi, at kirkjan má fyri­ halda seg til alt sítt grundarlag, um hon framvegis ynskir at vera ein sonn kirkja, sigur Ovi Brim. Spurdur um, hvørt prestar eiga at vanda sær um orðini fyri at tryggja, ein eingin verður stoyttur frá tí talaða orðinum, svarar hann soleiðis. – Í øllum lívsins viðurskiftum skal man vanda sær um orðini. Hinvegin hava vit prestar skrivað undir eitt prestalyfti sum leggur eina við, at vit prædika Guds orð reint og rætt og leikluturin hjá presti má vera út frá tí samlaða grundarlagnum – Bíbliuni, vísir Ovi Brim á. Og tá ið prestur skal nýta alt grundarlagið sum útgangsstøðið fyri prædikum, so vil avleiðingin vera, at fólk fara at kenna seg rakt. – Vit fara øll at vera rakt av tí, sum stendur í Bíbliuni so ella so. Eg verið eisini raktur av tí, sum prestar prædika. Og tað er hart hjá okkum menniskjum at hoyra, at vit eru syndarar og hava tørv á einum frelsara. Tí øll sonn menniskju fara at kenna seg rakt av onkrari prædiku, sigur Ovi Brim. Hann vísir at enda eisini á, at tað er ikki nakað nýtt, at talaða orðið er hart at hoyra. – Í Bíbliuni verður eisini tosað um, at Jesus tosar við læru­svein­ arnar og tað er hørð tala. Teir spyrja, hvør orkar at hoyra tað. So tað hevur altíð verið tosað um harða talu, sigur Ovi Brim. BARBARA@SOSIALURIN.FO Ovi Brim, sóknarprestur á Nesi: Man má fyrihalda seg til alla Bíbliuna BARBARA HOLM Tá ið umræður spurningin um, hvørt kirkjan púra ótarnað skal prædika skriftina uttan mun til, hvør verður stoyttur av tí talaða orðinum, ella hon skal rúma og savna fólk rundan um boðskapin, so er Marjun Bæk ikki í iva. Eftir hennara uppfatan er fremsta uppgávan hjá kirkjuni at vera staðið, sum fevnir øllum – eisini um so er, at einki annað stað í samfelagnum ger tað. – Øll skulu vera vælkomin í kirkjuni og kenna seg heima. So má alt annað rætta seg eftir tí, sigur Marjun Bæk. Tí skriftin kann misbrúkast og orðini kunnu stoyta. – Tá eg sigi, at kirkjan skal kunna fevna øllum, so merkir tað, at tú ikki skal reka nakran úr kirkjuni við tínum orðum. Tað merkir, at tú ikki skalt reka nakran frá Guds lyftum og fyrigeving og vón. Eingin skal rekast frá øllum tí, sum Gud stendur fyri. Tað er størsta syndin eg haldi man kann gera, sigur Marjun Bæk. BARBARA@SOSIALURIN.FO Marjun Bæk, sóknarprestur í Fuglafirði: Størsta syndin er at reka fólk frá Gudi – Kirkjan skal vera har, sum hon altíð hevur verið, men hon skal fevna øllum og skal vera staðið, har øll eru vælkomin, sigur Marjun Bæk, prestur – Missiónin hjá kirkjuni er bygd á Bíbliuna. Kirkjan stendur og fellur við Bíbliuni. Um tú frásigur tær partar av henni, so kemur kirkjan í stríð við sín egna identitet, og so er spurningurin, kann kirkjan loyva sær tað, sigur Ovi Brim, prestur Emil Olsen, sóknarprestur á Eiði: Emil prestur hevur sent okkum hesi boð: