hósdagur 19. januar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
8
HALLUR AV RANA
N
ógv at tí, sum Bergur
Debes Joensen sigur
er synd, eri eg nokk
líka sek í, sum so nógv
onnur, men eg dugi ikki at síggja
hann tosar niður á nakran. Eg haldi
tað var ein frígerandi og deilig tala,
har hann kallar ein spaka fyri ein
spaka.
Tað sigur Birita Lamhauge
Jóansdóttir, MA í sexologi, BA í
estetikki, mentan og sálarfrøði og
MA-lesandi í sálarfrøði, um præ
dikuna hjá Bergur Debes Joensen.
Tá Birita Lamhauge Jóansdóttir
setti seg at lurta og lesa prædikuna
eftir, at hon hevði elvt til so nógv
kjak, varnaðist hon tað, ið hon
metir, er ein samanbrestur av
tveimum diskursum, ið ikki kunnu
sameinast.
– Tað órímiliga í flestu viðmerk
ingum er, at tær flestu eru úr einum
humanistiskum, seinmodernaðum
og verðsligum sjónarmiði, sigur
Birita Lamhauge Jóansdóttir og
leggur afturat.
– Men prestur prædikar hundr
að prosent úr bíbliuni. Tað er tað
einasta hann ger. Tá ber ikki til at
taka ein seinmodernaðan diskurs
og tann teologiska diskursin og seta
teir upp móti hvørjum øðrum sum
kjak. Tað gevur bara ikki meining.
Tað blíva bara samanbrestir, sigur
Birita Lamhauge Jóansdóttir.
Tí hann er prestur
Sjálv ivast Birita Lamhauge Jóans
dóttir í, um ein slík analysa hevði
fingið somu viðgerð, um tað var ein
sálarfrøðingur, ið segði hana.
– Um ein sálarfrøðingur hevði
sagt tað sama um eitt nú porno,
ótrúskap, avleiðingarnar av hjúna
skilnað o.s.fr., so hevði tað neyvan
fingið somu reaktión. Men um ein
prestur sigur tað og staðfestir tað
sum synd, so er verri hjá fólki at
fyrihalda seg til tað, tí tey verða
rakt á ein annan hátt. Tey mugu
taka eina moralska støðu til tað,
sigur Birita Lamhauge Jóansdóttir.
Í kjakinum hevur verið ført
fram, at Bergur Debes Joensen við
síni talu setir seg hægri enn onnur
fólk. Hetta sjónarmiðið skilur
Birita Lamhauge Jóansdóttir als
ikki.
– Bergur Debes Joensen vísir á,
at vit eru fødd elska, men ófull_
komin, og eru tí øll syndarar.
Hann ger seg ikki betri enn onnur.
Hann hevjar seg ikki yvir onnur
og setir ein moral. Hann vísir á ein
moral, ið longu er skrivaður fyri
langari tíð síðani. Nevniliga, at
vit í hjúnabandinum mugu vera
tilvitað um, at verja og virða hvønn
annan og gera tað, ið er moralskt
rætt, heldur enn tað, vit bara hava
hug til, sigur Birita Lamhauge
Jóansdóttir.
Bíbilska hjúnabandið
Ein onnur misskiljing, ið Birita
Lamhauge Jóansdóttir vil vísa á er,
at Bergur Debes Joensen talaði bert
um tað bíbilska hjúnalagið, og ikki
aðrar fatanir av hjúnabandinum.
– Tað, sum fær sinnið í kók hjá
fólki er, tá ið hann tosar um syndina
og hóttanir móti hjúnalagnum.
Men hann nevnir bara tað bíbilska
hjúnabandið. Tað er so greitt sum
tað kann vera. Tá nevnir hann
m.a. at liva saman ógiftur, at vera
ótrúgvur, at dríva hor, hann nevnir
sálarligan og likamliga harðskap,
porno og hjúnaskilnað, sigur Birita
Lamhauge Jóansdóttir, og leggur
afturat.
– Men prestur vísir ikki á synd
irnar mótvegis hjúnabandinum
fyri at døma nakran. Prestur
áminnir okkum bert um eitt av
kjarnuvirðunum í bíbilska hjúna
bandinum – altíð at leita inn í
hjúnabandið og í fyrstu at atløgu
raðfesta hvønn annan, heldur enn
nakað annað.
Sum sálarfrøðingur og sexolog,
so metir Birita Lamhauge Jóans
dóttir, at prestur hevur fatur á
rætta endanum, tá hann sigur
tíðina vera skrupforrvirraða, og
roynir at verja hjúnabandið við at
ávara um vandarnar mótvegis tí.
– Hjúnaskilnaðir verða alsamt
fleiri og fleiri. Áleið helmingurin av
hjúnabondum enda í hjúnaskilnaði
og triði hvør persónur er ótrúgvur.
Sjálvandi ávirkar hetta samfelagið
og børnini. Pornoídnaðurin er ein
av størstu peningamaskinunum í
heimum og er bæði korruptur og
misnýtir kvinnur. Bara í heilt fáum
førum er porno gott fyri parløg,
men vanliga endar tað bara við
øvund og ovurnýtslu, sigur Birita
Lamhauge Jóansdóttir.
Sum eitt mótrák til hetta, so
vísir prestur til nakað heilt annað,
sambært Birita Lamhauge Jóans
dóttir.
– Hann vísir til eitt moralskt
akker. Soleiðis sum vesturheimurin
er í dag, so hevur prestur fatur
á onkrum. Individualisman er
um at fáa valdið á okkum, men
prestur vísir at vit eru skapt til
samanhald og ikki til einsemi. Tí
vísir hann á hjúnabandið sum
uppruna felagsskapin, sigur Birita
Lamhauge Jóansdóttir.
Syndin fær øði í fólk
Tað er serliga parturin har prestur
tosar um synd, ið hevur vakt ans,
og fingið øði í nógv fólk. Tað skilur
Birita Lamhauge Jóansdóttir eisini
væl.
– Fólk skilja kanska ikki rætti
liga hugtakið synd og fata dømini
um syndina sum beinleiðis at
finningar at teimum sjálvum, men
dømini lýsa heldur viðurskifti, ið
kunnu fáa bíbilska hjúnabandið av
kós. Eitt nú at liva sum samkynd
er, sambært presti, synd, men
tað er tað so nógv annað, sum
eisini er. Prestur leggur ikki eftir
samkyndum, men vísir bert á,
at samkyndleiki er synd móti tí
bíbilska hjúnabandinum. Eg trúgvi
lítið, at Bergur Debes Joensen
hatar nakran samkyndan, sigur
Birita Lamhauge Jóansdóttir.
Sjálv metir Birita Lamhauge
Jóansdóttir ikki, at prædikan hjá
Bergi Debes Joensen er ein forðan
fyri øðrum sløgum av parløgum,
enn tí bíbilska hjúnabandinum.
– Samkynd eru ein partur av
føroyska samfelagnum og skulu
sjálvandi hava somu rættindi og
trygd sum øll onnur. Tað nýtist
bara ikki at vera í tí bíbilska hjúna
lagnum, ið Bergur Debes Joesen so
týðiliga prædikar um.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
– Soleiðis sum vesturheimurin er í dag, so
hevur prestur fatur á onkrum. Individualisman
er um at fáa valdið á okkum, men prestur
vísir at vit eru skapt til samanhald og ikki
til einsemi. Tí vísir hann á hjúnabandið sum
uppruna felagsskapin, sigur Birita Lamhauge
Jóansdóttir, ið ikki heldur, at prædikan hjá Bergi
Debes Joensen, er nakað at øsa seg upp um
Prestur hevur
fatur á rætta
endanum
Birita Lamhauge Jóansdóttir:
FÓLKAKIRKJAN
Um ein sálarfrøð
ingur hevði sagt
tað sama um eitt nú
porno, ótrúskap,
avleiðingarnar
av hjúnaskilnað
o.s.fr., so hevði
tað neyvan fingið
somu reaktión
Birita Lamhauge Jóansdóttir