Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 9 HALLUR AV RANA U m tú hevur lisið eitt kjak á Facebook um trúgv, so eru sannlíkindi stór fyri at tú hevur sæð navnið Jústinus Eidesgaard, ið er íðin at kjakast á sosialum miðlum um hvussu kristindómur skal skiljast. Seinastu dagarnar hevur hann eisini fleiri ferðir kasta seg út í kjak um prædikuna hjá Bergi Debes Joensen, presti, ið hann er alt annað enn fegin um. – Eg havi nokk so ringt við at skilja hvat endamálið er við henni. Tí skriftin sigur so øgiliga nógv. Tað ber ikki til at taka pettir úr skriftini og siga, at tey skula verða tikin bókstavliga, samstundis sum man fer lættari um nógv onnur skriftstøð. Tað kann ikki vera annað enn, at man heilt tilvitað happar og forfylging einum lítlum minniluta í samfelagnum, er harði dómurin frá Jústinus Eidesgaard. Hóast Bergur Debes Joensen í prædikuni nevndi fleiri ymiskar syndir, ið hann mettir vera ein hóttan móti hjúnabandinum, so uppfataði Jústinus Eidesgaard nevniliga prædikuna sum eitt greitt álop á tey samkyndu. Sjálvur er Jústinus Eidesgaard limur í fólkakirkjuni, og hóast hann kann vera ósamdur við nógvum, so hevur hann ongar ætlanir um at melda seg úr henni. Men eftir hansara huga er tað skeivt, at ein prestur nevnir ein minniluta í samfelagnum á slíkan hátt. – Tað er ikki uppgávan hjá fólka­ kirkjuni at pilka ein minniluta burturúr. Samkynd verða altíð ein minniluti í einum samfelag, sigur Jústinus Eidesgaard. Hevur rætt men tó Jústinus Eidesgaard ger greitt, at hann er fult greiður yvir, at tað sum Bergur Debes Joensen bar fram í prædikuni er rætt sambært bíbliuni, men sambært honum, so er tað ikki uppgávan hjá presti at geva fólki ringa samvitsku. – Eg veit gott, at Bergur Debes Joensen hevur rætt. Fyriuttan tað hann sigur um porno, tí tað var ikki til tá, so stendur tað, ið hann sigur, í skriftini. Men mín trupul­leikin er, at endamálið við prædikuni var ikki at lyfta fólk upp, men pilka við tað, ið vit øll hava í okkum á ein ella annan hátt, sigur Jústinus Eidesgaard, áðrenn hann grundgevur við einum dømi. – Hvør kann siga seg frían at hyggja eftir kvinnu næsta tíns. Tað er ein so stórur trupulleiki, at Jesus tók tað upp, men segði aldrin, at man ikki skal gera tað, sigur Jústinus Eidesgaard. Jústinus Eidesgaard metir nevniliga, at tankarnir eru so truplir at stýra, at tað ikki er rímiligt, at prestur brúkar tað í slíkum prædikum. – Tú klárar ikki at stýra øllum tínum tonkum. Tá er tað ikki uppgávan hjá presti at geva okkum ringa samvitsku yvir tankar, ið vit eru fødd við, sigur Jústinus Eidesgaard. Kirkjan má tillaga seg Jústinus Eidesgaard er av tí sann­ føring, at fólkakirkjuni má fylgja tí samtíð, ið hon er í, heldur enn at halda fast í nøkur vers, ið eru skrivað fyri fleiri túsund árum síðan. – Bergur snakkar um skriftina sum nakað konstant, sum ein ævigan sannleika, ið man ikki skal pilka við. Men tíðirnar broytast. Í dag hava vit eina javnstøðulóg, men Paulus bað kvinnurnar tiga í samkomuni. Prestur sigur tað er synd at liva saman tvey av sama kyni, men innan stutta tíð fáa vit eina nýggja hjúnabandslóg, ið ger, at tvey av sama kyni kunnu giftast, sigur Jústinus Eidesgaard og heldur fram. – Alt má tillagast samtíðini, eisini kirkjan. Tú kanst finna grund­gevingar í skriftini fyri trælahaldi, men tú kanst ikki hava trælahald í Evropa í dag. Tað bar til, tá bíbliuna varð skrivað. Sjálvandi skal bíblian fylgja tíðini. Hetta er ikki sama samfelag, ið tað var fyri 2-3.000 árum síðan, sigur Jústinus Eidesgaard. Hóast Jústinus Eidesgaard sostatt er rúkandi ósamdur við prædikuna hjá Bergur Debes Joensen, so metir hann ikki, at prestur nýtist at biðja um um­ bering fyri hana. – Tað er ikki neyðugt, men eg haldi at prestur skal skera út í papp, at prædikan er soleiðis hann sær skriftina. Men tað er ikki tað sama sum, at skriftin sigur tað. Skriftin verður tulkað av hvørjum tí einasta eina menniskja, ið prædikar úr henni. Um hann hevði viðurkent tað, so hevði tað klætt honum væl, sigur Jústinus Eidesgaard. HALLUR@SOSIALURIN.FO – Alt má tillagast samtíðini, eisini kirkjan. Tú kanst finna grundgevingar í skriftini fyri trælahaldi, men tú kanst ikki hava trælahald í Evropa í dag. Tað bar til, tá bíbliuna varð skrivað. Sjálvandi skal bíblian fylgja tíðini. Hetta er ikki sama samfelag, ið tað var fyri 2-3.000 árum síðan, sigur Jústinus Eidesgaard Jústinus Eidesgaard: Tilvitað happing og forfylging Tú klárar ikki at stýra øllum tínum tonkum. Tá er tað ikki uppgávan hjá presti at geva okkum ringa samvitsku yvir tankar, ið vit eru fødd við Jústinus Eidesgaard