Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 10 Niels Bentsen, rikisum­boðs­ maður í Føroyum 1981 – 88, doyði 16. januar 2017. Hann var føddur í mars 1936, so hann hevði fylt 81 til várs, varð honum lív lagað. Hann tók løgfrøðiligt em­bætis­prógv í 1960 og fór straks í ríkisins tænastu, fyrst í kenslumálaráðið og síð­an innanríkisráðið, har hann gjørdist skriv­stovu­ stjóri í 1975. Haðani kom hann til Føroya í 1981 sum ríkis­umboðsmaður. Tá hevði hann drúgvar royndir sum embætis­maður, serliga í heilsu­málum, og hevði sitið í yms­um nevnd­um og eisini tikið lut í euro­peiskari og í norð­ur­lendskari sam­vinnu. Sjálvur var eg komin heim­aftur á klettarnar fáar mánaðar framm­an undan og var virkandi skriv­stovu­stjóri í Tinganesi inntil á heysti 1984. Har tókst eg mest við uttanlanda- og fiski­vinnu­ mál, so vit fingu ikki so nógv við hvønn annan at gera. Tað var starvsbróðir mín í Tinganesi, Johan Djurhuus, sum hevði mesta samskiftið við hann. Tað gjørdist skjótt greitt, at Niels Bentsen var sendur til Før­oya við tí uppgávu at gera ríkis­myndugleikarnar meira sjónligar í Føroyum. Tað tóktist sum at teir á Slotts­hólminum hildu, at javn­vágin millum land og ríki tey seinru árini var farin nakað av lagi til fyrimunar fyri landsmyndugleikarnar, og at hetta var Niels Bentsen rætti maðurin at rætta uppá. Niels fór hugagóður und­ ir hesa uppgávu, og helst man hann hava verið nakað óstortligur viðhvørt. Ídni hansara varð ikki líka væl dámt allastaðni millum før­ oyskar politikkarar og í før­ oyska em­bætis­verkinum. Tann altíð orð­kringi Finn­ bogi Ísakson, ið eisini dugdi sína danmarkarsøgu, mint­ ist til, at einaferð í mið­ øld var danskur kongur nevnd­ur Niels, so hann gav skjótt nýggja ríkis­umboðs­ manninum eyknevnið ”Kong Niels”, og tað var hangandi. Og ikki haldi eg, at honum dámdi tað so illa. Niels var sera virkin, og sum fráleið helt hann vist, at embætis­skyldurnar tóku í minna lagi av hansara tíð. Hann fór so til stuttleikar at gera kanningar til bók sum hann í 1988 læt geva út um føroysku fólktingsum­ boðanina ígjøgnum tíðirnar. Niels fór úr Føroyum í 1988. Tá var runnið saman millum hansara og Dinnu Gilstón, og giftust tey bæði árið eftir í føroysku kirkjuni í Keypmannahavn. Tá hevði hann – eftir enn eitt stutt skeið í innan­ríkisráðnum, fingið starv sum stifts­ amt­maður í Roskilde, sum hann røkti til embætið varð niðurlagt í 2005, stutt áðrenn hann fylti 70. Tann Niels, ið kom nið­ ur­aftur til Danmarkar í 1988 var ikki sami maður, ið kom til Føroya sjey ár framm­anundan. Framvegis hevði hann atfinningar um mangt og hvat í almennu Før­oyum, Men, nú hevði hann nógv meiri ans fyri øllum tí, sum ger Føroyar áhuga­verdar. Hann var nú rættur føroyavinur, og hann og Dinna gjørdust virk­in í tí føroyska um­ hvørv­inum í danska høv­ uðs­staðarøkinum. Tá ið før­ oyska listafelagið í Danmark skip­aði fyri stórari og nógv róstari fram­sýning av før­ oyskari list í Roskilde í 1992, lá hansara partur ikki eftir. Eisini skipaði hann fyri onkrari føroyaferð fyri felags­skap í Roskilde. Niels var virkin pension­ istur. Serliga eftir at eisini Dinna gavst í starvi sínum í danska kenslu­mála­ráðnum gjørdu tey nógv av at ferðast. Nakað av tí, sum Niels segði hevði dámt honum best við starv­in­um sum ríkis­umboðs­maður vóru tey mongu fólk, ið vitjaðu á amt­ mans­borgini. Honum dámdi væl at vera saman við fólki. Eisini í Ros­kilde fekk hann samband við nógv fólk, m. a. við at taka aktivan lut í felags­lívinum á staðnum. Niels fylgdi til tað seinasta væl við í, hvat fyrifórst í før­ oysk­um politikki og sam­ felagslívi og vildi gjarna skifta orð um hesi viður­skifti við fólk við skili fyri føroysk­ um viðurskiftum. Tá ið hann frætti um bankaskrædlini í 1992-93 og tey eftirfylgjandi tiltøkini, helt hann fyri, at hetta fór at fáa ógvus­ligar avleiðingar fyri ríkisfelags­ skapin. Hesum fekk hann við tíðini rætt í. Hesi árini vóru Føroyar og føroy­ingar ofta fyri ágangi í danskari pressu, og meira enn einaferð tók Niels til orðanna ímóti slík­ um álop­um. Sjálvur var eg saman við hon­um fyri fáum døgum síðan sam­an við øðrum før­ oy­ingum og føroya­vinum. Hann var lívsfúsur sum altíð. Lítið vardi tað okkum, at fáar dagar seinri fór hann ikki longur at vera okkara mill­um. Eftir sita tríggjar døtur frá hans­ara fyrra hjúnalagi, sum allar eru væl undankomnar, og Dinna, sum fyri kortum upplivdi ta størstu sorg ein móðir kann koma út fyri, nevn­liga at jarða dóttur sína, Duritu. Ferðin til jarðarferð Duritu gjørdist seinasta før­ oyaferðin hjá Niels Bentsen. Annars var nú drúgvari mill­ um føroyaferðir hans­ara, tí sum hann segði, tey flestu hann kendi í síni tið sum ríkisum­boðsmaður vóru ikki á foldum longur. Og nú fór eisini hann. Vit hava samkenslu við teimum, ið mist hava, bæði døtr­um hansara og teirra næstringum, og Dinnu. Friður veri við minninum um ein rættskafnan em­ bætis­mann og eitt sera liv­ andi menniskja. Árni Olafsson Kendur embætismaður farin Leys størv á Landssjúkrahúsinum Uddannelsesblok i almen medicin på Færøerne Umsóknarfreist 24. januar 2017 Sjúkrarøktarfrøðingur til Medisinska depilin/B8 Umsóknarfreist 24. januar 2017 Elektrikari til Landssjúkrahúsið/Tænastudepilin Umsóknarfreist 6. februar 2017 Frítíðaravloysarar summarið 2017 Umsóknarfreist 17. februar 2017 Sjúkrarøktarfrøðingur til Medisinska depilin/B6 Umsóknarfreist 20. februar 2017 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo NØVN MSC fundur Stað: Kaffihúsið í Tórshavn Bryggjubakki 14 - 100 Tórshavn Tíð: Mánadag 23. januar kl. 15.00-17.30 Tíð Dagsskrá Talarar 15.00-15.15 Byrjan Gisli Gislason MSC Stróri Ísland, Føroyar og Grønland 15.15-16.00 MSC í UK og Norðurevropa Toby Middleton Skipanarstjóri Norður eystur atlantic 16.00-16.15 Kaffi 16.15-17.00 Menning av MSC í Spania, Gisli Gislason Portugal, Italia og Asia MSC stjóri Ísland Føroyar og Grønland 17.00 Spurningar Gísli Gíslason er frá Ne- skaupstaður og er vaksin upp í eini fiskarafamilju, arbeiddi á fiskavirki og á sjónum. Útbúgvin frá Tromsö og hevur arbeitt við MSC síðan 2008. Toby Middleton er ú Onglandi. Hann hevu ein master í ”environmental management” og hann hevu arbeitt innan hetta økið í meira enn 20 ár og frá 2008 hjá MSC.