Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 11 Fiskivinnan Greining av fiskivinnunýskipanini TÁ TÍÐIN RENNUR UNDAN SÓLVIT NOLSØ L andsstýrismaðurin við fiski­vinnu­mál­um, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, hev­ur ein mánaða eftir at finna eina semju um nýggju fiski­vinnu­ skip­an­ina. Tilgongin hevur verið long. Tá ið hendan samgongan tók við 15. sept­ember 2015 var boðað frá, at ný­skip­an av fiskivinnuni fekk hægstu raðfesting. Landsstýrismaðurin setti ein bólk at gera eitt álit ella upplegg til fiskivinnuna. Tað tók sína tíð at manna bólkin, kanska tí at arbeiðssetningurin var so trongur. Í treytunum stóð, at nýggja skip­anin skal vera markn­að­ar­ stýrd og at farast skal frá einari pol­it­iskari útluting. Nýskipanarbólkurin skuldi vera liðugur við arbeiðið sítt á ólav­søku í fjør, men tað eydnaðist ikki. 1.oktober kom bólkurin út við álitinum og síðani hevur tað fing­ ið almenna viðgerð, umframt við­ gerð í politisku flokkunum. Andstøðan hevur verið ógvu­ liga atfinningarsom móti ný­skip­ an­ar­álit­in­um. Nógvar við­merk­ing­ ar eru til uppskotið, ið andstøðan met­ir taka allan tryggleika úr vinn­uni. Tá verður atlit serliga tikið til út­luting­ar­háttin í tilmælinum, tann sokallaða uppboðssølan av loyv­um ella kvotum. Teir útgerðarmenn, sum hava úttalað seg og sum vit hava tosa við, mæla allir frá eini upp­boðs­ sølu. Mett verður, at hjá nógvum verð­ur tað torført at nóg mikið av pen­ingi at verða við í eini útbjóðing av kvot­um og fiskiloyvum. Andstøðan metir eisini, at grund­ar­lagið gerst alt ov ótrygt hjá vinnuni og at nógvir vinnuligir akt­ør­ar fara at stinga í sekkin. Andstøðan mælir til, at heldur skal eitt tilfeingisgjald leggjast á vinn­uni og so kann landið á tann hátt fáa pening inn. Nógvir vinnu­ lig­ar aktørar siga tað sama. Ósemja er tó um hvussu stórt tilfeingisgjaldið skal verða, men bæði Fólkaflokkurin og Sam­ bands­flokkurin mæla til, at gjaldið verð­ur álagt eftir einum úrsliti, sum ein miðalroknskapur í júst tí vinn­uni hevði víst. Í vinnuni mæla summi til, at til­feing­isgjaldið skal tillagast eftir fiski­skap­inum. Samgongan við fiski­mála­ ráð­harr­anum á odda, hevur ikki tikið atfinningarnar til sín. Í samgonguskjalinum stend­ur skrivað, at ein nýggjur út­lut­ing­ar­ hátt­ur skal finnast og tað heldur Høgni Hoydal seg til. Hann er í samráðingum við part­ar­nar í løtuni og fæst tískil ikki at siga stórvegis um, hvussu enda­liga uppskotið væntandi fer at síggja út. Øll loyvir eru uppsøgd at fella aft­ur til landið, tá ið hetta árið end­ar. Tí byrjar tíðin av álvara at ganga undan. Politiska skipanin hevur í ára­ vís víst á, at broytinganar ikki mugu koma so tætt uppundir eitt tíð­arskeið, har núverandi lóg fer úr gildi. Vinnan skal hava høvi at til­laga seg í góðari tíð. Tíðin er farin avstað uttan at nak­að munagott er gjørt hóast tað eru 10 ári síðan loyvini blivu upp­ søgd til 31. desember í ár. Henda sam­gongan fekk drunnin og hevði einki val annað enn at fremja ný­ skip­an­ina, tí loyvini ganga út í hennara tíðarskeiði. Spurningurin er so, um tilber yv­ir­høvur at finna eina politiska semju og ein semju, sum vinnan eis­ini kann taka undir við. Fakta: Samgongan, andstøða og vinnan sjálv Hetta skilur partarnar: Nógv ber til at semjast um. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at tað eru trý kjarnupunkt í tilmælinum, sum fokserað verður á og tvey av teimum kunnu flest øll verða samd um: At størri dentur skal leggjast á stovnsrøkt og at virðisøkingin av okkara tilfeingi í Føroyum skal gerast størri, so størri avkast fellur inn í samlaða samfelagsbúskapin. Enn sum áður er tað tó spurningurin um útluting – uppboðssøla ella útluting- sum av álvara skilir samgongu og andstøðu. Sambandsflokkurin sigur í sínum uppskoti, at nýtt tilfeingi, óbrúkt rættindi og øktar kvotur kunnu seljast á uppboðssølu, meðan Fólkaflokkurin blankt avvísir uppboðssølu. Spurningurin um umsetiligheit skilir eisini partarnar. Samgongan heldur ikki, at loyvir, sum vinnan hevur fingið ókeypis, skulu kunna seljast privat við vinningi. Hon heldur, at hesi rættindi heldur skulu seljast álmennum uppboði, har landið fær vinningin. Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin halda, at fyri at vinnan kann rekast mest optimalt, so skal hon kunna selja loyvir sínaámillum og tillaga seg eftir aktuellu støðuni. Tíðin trýstir politisku skipanina og øll vita, at ein loysn má finnast. Hvør boyggir seg mest, er torført gita, men okkurt bendir á, at fær landsstýrismaðurin ikki semju við andstøðuna, so verður nýskipanin atkvødd ígjøgnum við samgonguatkvøðunum og uttanflokkaatkvøðuni.