Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 12 TEMA Fiskivinnan SÓLVIT NOLSØ T að er eingin loyna, at fiski­vinnunýskipanin hev­ur verið undir eini sera drúgvari tilgond og hev­ur ofta verið drigið í gjøgnum myll­una, so at siga. Tilgongdin hev­ur vart seinastu 10 árini í veru­ leikanum, síðan loyvini blivu upp­ søgd av fyrstan tíð. Nógvar eru meiningarnar um ný­skip­an­ina. Summi fegnast, at okk­urt hendir meðan summi er at kalla meira stúrin um hvussu hon fer at síggja út. Tað ger seg kanska serliga galdandi hjá teim­ um, sum til dagliga starvast í vinn­ uni. Annahvørt sum á landi ella á sjó­n­um. Høgni Hoydal er fiski­mála­ráð­ harri og hevur til uppgávu at skipa fyri eini nýskipan og at fram­leiða eitt uppskot, sum ein breið semja helst skal verða um. Bæði politiskt og á aðrar mátar. Ein uriaspostur vildu summi sagt, men ikki Høgni Hoydal. Hann fegnast hinvegin um møgu­leikan. Vit hava, sum tað einasta land­ið eg veit um, ein møguleika at gera ein heilt nýggja skipan fyri fiski­ vinn­una. Tað er ein møguleiki, sum eingin annar hevur havt. Tað eiga vit gera okkum dælt av, sigur Høgni Hoydal. Uppboðssølan Tað er eingin loyna, at tað er serliga um orðið ”uppboðssøla”, at ósemja hev­ur stungið seg upp. Tað, at land­ ið skal hava ognarrættin til loyv­ ini í føroysku fiskivinnuni og at eing­in privat søla skal fara fram av fiskiloyvum. Tað er ein týðandi part­ur av nýskipanini sigur Høgni Hoy­dal, men er bert ein partur og ikki øll nýskipanin. – Í tilmælinum frá nevndini um fiskivinnunýskipaini er ein markn­ að­argrundað skipan ein partur, men ikki alt. Tað eru tilsaman eini tíggju punktir, sum vit hava kókað nið­ur í trý. Tey eru, at vit skulu hava eina lívfrøðiliga burðardygga veiðu og stovnar, og at vit skulu eina so sam­felagsliga burðardygga veiðu sum gjørligt eisini. Tað vil siga, hvussu kunnu vit virðisøkja fiskin so nógv sum gjørligt í Føroyum, í øll liðum av vinnuni. So at siga øll kunnu verða samd um hesi bæði, sig­ur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal sigur víðari, at kjak­ið ofta druknar í orðinum ”upp­boðssøla”, men soleiðis sum hann sær tilfeingisrentuna, sum hann kallar tað, so er tað ein leiga av loyvinum til tilfeingi, sum før­ oysk­ar fyritøkur kunnu nýta. – Eg skilji væl stúraninar hjá til døm­is okkara botnfiskaflota, sum sig­ur, at tey hava ongan kapital at keypa fisk fyri og tí fara tey ikki at klára seg í eini skipan við út­ boðið av loyvum. Eg haldi tó ikki, at tann stúranin kemur frá eini skipan, sum ikki er komin enn, men hinvegin eitt úrslit av tí, sum er farið fram í árunum framm­an­ undan og kanska serliga tey sein­ astu 10 árini, sigur Høgni Hoydal. Hann hevur hug at venda spurn­ing­inum og spyrja hvussu tað ber til, at botnfiskaflotin er so illa fyri og hvussu kann tað ger­ast betur. Í uppskotinum vil Høgni Hoydal hava eitt tilmæli um hvussu atgondin til tilfeingi eis­ini kann tryggjast hjá teimum, sum ikki eru í tí parti av vinnuni, sum forvinnur stórar upphæddir í løt­uni. – Vit mugu hava eina skipan, sum leggur upp til, at tað ikki er neyð­ugt at hava stóran útlendskan kapi­tal í rygginum, um atgongd skal tryggjast til ein part av vinn­ uni, har nógvir pengar eru at vinna í løtuni, sigur Høgni Hoydal. Skilir stúraninar hjá vinnuni Fleiri ferðir hevur Høgni Hoydal hoyrt argumentini hjá teimum, sum eru ímóti eini nýskipan. Hann vil tó staðfesta, at hann hev­ur ong­ar ætlanir um at arbeiða ímóti vinn­uni, men hinvegin er enda­mál­ ið at fáa eina enn betur og eff­ekt­ iv­ari vinnu, ið kann forvinna størri upp­hæddir til samfelagið. – Størsta avbjóðingin hjá okk­um í fiskivinnuni, serliga botn­fiska­ stovninum, hevur verið mangl­ andi stovnsrøkt. Vit hava havt eina skipan, ið eggjar til nógv fisk­ a­ríð, heldur enn virðisøking. Har hava vit ikki regulera nóg væl. Eis­ini hevur tað verið sera dýrt hjá fólki at sleppa inn í vinnuna, tí tey hava verið noydd at keypa skip við veiðiloyvi sera dýrt, bara fyri at sleppa at fiska. Tað vil siga, tú rind­ar nógv og í nógv ár framyvir, bara fyri at sleppa at fiska. Høgni Hoydal sigur seg væl skilja tey, sum nú stúra fyri ný­ skip­an­ini, men hann heldur, at broyt­ingar mugu til, tí núverandi skip­an, ið leggur upp til at mann skal rinda í dýrum dómum fyri at sleppa í vinnuna, er ikki haldbær. – Eg skilji stúraninar, men mæli held­ur til, at fólk taka støðu til tað endaliga uppskotið, ið kemur á borðið, heldur enn taka støðu áðr­ enn alt er klárt, sigur Høgni Hoy­ dal. Útlit fyri eini semju Politisku brotasjógvarnir hava brot­ið í kjakinum um nýskipanina. Til tíðir kann tað síggja út sum at flokk­ar eru so langt frá hvørjum øðr­um, at semja kann ikki fáast í lag, men so svartskygdur er fiski­ mála­ráðharrin tó ikki – Eg kann ikki siga so nógv um eina semju í løtuni, tí samráðingar eru í gongd, men jú nærri vit koma til marts mánaða, tá uppskotið skal leggjast fram, nærri koma part­ arnir. Tað eru enn partar av ný­ skip­an­ini, sum skulu fáast uppá pláss, men eg haldi útlitini verða góð, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal sigur, at um flokk­ar kunnu semjast um eitt enda­mál við nýskipanini og hvat mann vil fáa burturúr, so kann ein semja finnast at enda. VIT HAVA EIN FANTASTISKAN MØGULEIKA Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, heldur at møguleikin at gera eina nýskipan er ein, sum eingin annar hevur fingið fyrr. Tí skulu vit taka av og fáa sum mest burturúr. Hann skilir tó stúranirnar hjá teimum, ið ikki hava funnið frið í fiskivinnunýskipanini. Hann roynir at ganga teimum á møti og vissa um, at eingin vil fiskivinnuni nakað ilt.