Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 13 SÓLVIT NOLSØ A nfinn Olsen sigur, at tað er ikki ein trupulleiki í sær sjálvum, at landið vil staðfesta sín ogn­ ar­rætt. Tað er heldur eingin trup­ ul­leiki við at leggja størri dent á til dømis stovnsrøkt, tí har hava før­oyingar ikki verið nóg framm­ arliga í skónum. Grund­leggj­andi trupulleikin í nýskipanini er hin­ veg­in mátin, ið kvotur og loyvir verða boðin út. – Tað eru fleiri trupulleikar í tí. Millum annað, at útbjóðarin er bert tann eini, landið, og trygg­leik­ in í vinnuni verður burtur tá tú ikki veit meir enn eitt stutt tíð­ar­skeið at tú kann fiska. Hvør fígg­ing­ar­ stovnur gongur við uppá tað, spyr Anfin Olsen. Ein uppboðssøla er ein skeivur máti at dríva fiskivinnu uppá sig­ur Anfinn Olsen. At áseta ein mið­al­ prís uppá eitt loyvi ella eina kvotu við hagtølum frá árinum fyri, er alt ov ótrygt. Um tú so eisini endar við at keypa eitt sindur dýrt, so bíðar tú við at fara út inntil tú er eitt sind­ur vísari í einum betri prísi og har­við styttist tíðariskeiðið. – Eg vildi mælt til eitt til­feing­is­ gjald við langtíðarloyvum. Tað vil siga, at tá tað gongur væl í fiski­ vinn­uni, so fær landið eitt størri gjald. Tá tað gongur verri í fiski­ vinn­uni, so tekur land­ið minnið upp­hæddir frá fiskivinnuni. Tá fær landið pengar tá ráðini eru til tað í vinnuni. Hevur tú eisini tá loyv­ini tryggjaði, so hevur vinnan góð viðurskiftir at skipa seg, sigur An­finn Olsen. Hava gjørt eftir boðum Anfinn Olsen sigur, at tá lógin um vinnu­lig­an fiskiskap kom í 1994, hevði lands­stýr­ið framt eina út­ rudd­ing av ein­um stórum parti av fiski­flot­an­um og segði har­um­ framt við restina av vinnuni, at hon nú skuldi skipa sínir við­ur­skifti sjálv. Síðani hevur vinnan arb­eitt fyri at effektivisera og ration­a­ li­sera seg sjálva, men tá vinn­an byrjaði at vinna pening og nakr­ar skipasølur fóru fram, har selj­ar­in forvann pening, byrjaðu fleiri at seta spurnartekin við hvat fór fram. – Politiska skipanin gjørdi hetta til ein part av teirra for­deil­ ingspolitikki, har teir sóu fyri sær, at nú var ein møguleiki at fáa størri upp­hæddir úr fiskivinnuni. Sam­ stund­is gjørdist tað eisini eitt trýst á fiski­vinnuna, tí nú vildi fleiri sleppa innum har pengar vórðu at tjena, sigur Anfinn Olsen. Anfinn Olsen sigur, at tað vórðu kanska nøkur lýtir við skipanini frá byrjan av, men nú er flotin mink­aður og er blivin effektivari. Enn er kanska eitt sindur eftir á mál, men gongdin hevur verið tann rætta og skal sleppa at halda fram, sigur Anfinn Olsen, sum tó ikki heldur at ein av teimum størru trup­ulleikunun, endurnýggjanin av flotanum, er eitt úrslit av eini stirvn­ari skipan. – Tað er eitt úrslit av óvissuni, sum vinnan hevur livað undir í 10 ár nú, sigur Anfinn Olsen. Nógvir fara út vinnuni Anfinn Olsen metir, at við nýggja út­lut­ing­arháttinum, upp­boðs­ søl­uni, fara nógvir at velja ikki at halda fram í vinnuni, tí tað gevur lítla meining at bjóða uppá eina kvotu við útboð, tá ein kanska vænt­ar eitt negativt rakstrarúrslit long­ur at byrja við. – Sum eg síggi tað fyri mær, so verða bara teir eftir, sum hava eitt ser­ligt ynski um at verða línumenn ella trolaramenn eftir í vinnuni. Tað verður sum í gomlum døgum, har skip og flakavirkir blivu keypt fyri at skaffa arbeiðspláss til økir. Anfinn Olsen sigur víðari, at hann heldur tað ikki verða so løg­ ið, at sterkar kenslur stinast upp í vinnuligum aktørum í hesum døg­ um. Hann sigur, at hóast ný­skip­ an­in skal eitast at verða fyri øll, so eru tað fyrst og fremst teir í vinn­ uni, sum verða beinleiðis raktir av hes­um og eru blivnir ein partur av kjak­in­um. Anfinn Olsen er útgerðamaður á einum luftalsliga stórum parti av føroyska fiskiflotanum. Áhugamál hansara røkka eisini inn í fleiri skipabólkar, frá uppsjóvarskipum til línuskip. Harumframt er hann nevndarformaður í Føroya Reiðarafelag. Samanumtikið, so hevur hann fleiri orsøkir at hava eina greiða meining um eina fiskivinnunýskipan, tí um hon ávirkar nakað, so er tað hansara virksemi. Hann mælir frá, at fiskivinnunýskipanin fer yvir í eina uppboðssølu, men heldur letur vinnuna innorðna seg sjálva sum hon hevur gjørt í nógv ár. Nýskipanin er fordeilings­ politikkur