hósdagur 19. januar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Dánjal í Skálum, reiðari, sigur, at hansara felag vil ikki standa seg í eini skipan, sum er bygd uppá
eina uppboðssølu. Tí væntar hann at gevast um nýskipan broytir skipanina grundleggjandi.
SÓLVIT NOLSØ
D
ánjal í Skálum sigur
seg verða eitt sind
ur ovfarnan av fiski
vinnunýskipanini, sum
hann ikki væntaði fór at koma so
langt. Hann sá nakað heilt annað
fyri sær í 2007, tá loyvini blivu
uppsøgd at ganga út við ársenda
2017.
– Eg uppfataði tað sum, at
landið vildi staðfesta sín ogn
arrætt tá tvær sølur fóru fram í
2007. Eg væntaði, at tey brúktu
hetta sum ein máta at staðfesta
sín ognarrætt á loyvunum, men
síðani fóru at lata vinnuna liva sítt
lív, sigur Dánjal í Skálum.
Uppboðssølan til
fyrimun hjá teim stóru
Tað er serliga uppboðssølan, sum
er tað stóra ivamálið hjá millum
øðrum Dánjal í Skálum. Hann sig
ur seg ikki skilja hví mann vil gera
so stórar broytingar og í einum
avhøvda eina skipan, sum er góð,
men eisini lættliga kann gerast
betur.
– Fiskidagaskipanin er kanska
eitt sindur stirvin, men tað er tí, at
mann ikki hevur justera hana fyrr.
Tað kann mann gera. Teir velja
heldur at avhøvda hana. Tað skilji
eg ikki. Um ein bilur punkterar, so
skiftir tú dekkið. Tú skiftir ikki bil
in út, um tú annars er nøgdur við
hann, sigur Dánjal í Skálum.
Dánjal í Skálum sigur, at
fólk hyggja skeivt uppá fiski
dagaskipanina. Høvuðsaktivið í
skipanini er mátin mann fiskar
uppá. Skipini fiska har fiskur er
og tá fiskur er. Dánjal í Skálum
sigur, at fólk hyggja bert uppá tey
viðurskiftir í skipanini, sum ikki
rigga, sum til dømis endurnýggj
anin av flotanum. Tað kann mann
loysa innanhýsis í skipanini.
– Tú kann loysa upp í hvussu
teim ymsu bólkarnir eru skipaðir
og hvussu møguleikarnir at end
urnýggja flotan eru. Skipan er
grundleggjandi góð, men skuldi
verið justera av og á, sigur Dánjal
í Skálum.
Hann hevur eisini trupult við
at síggja veruliga endamálið við
uppboðssøluni. Hann væntar tað
fer at gera enda á fleiri reiðaríðum.
– Tað verða so fá, sum fara at
hava ráð at keypa fiskin. Tað verða
teir, sum frammanundan hava
pening, so tað verða kanska nógv,
sum detta burturímillum, sigur
Dánjal í Skálum, sum væntar, at
teir gevast við sínum virksemi
um ein uppboðssøluskipan kemur
ígjøgnum.
– Vit hava keypt rættindir og
bygt skip uppá ein tryggleika, at
vit sleppa út at fiska. Hevði eg vita,
at eg bara hevði loyvir í eitt ella
fimm ár, so hevði eg ongantíð farið
í holt við tað.Nú snakkar mann um
at byrja við at keypa fiskin, áðrenn
mann er farin út. Tað er umvent.
Vit eru ikki handilsmenn, vit eru
fiskimenn. Hetta er ein skipan til
handilsmenn. Tí vænti eg, at vit
gevast um uppboðssølan kemur,
tí loyvini verða tikin frá okkum,
sigur Dánjal í Skálum.
Kvotaskipan eingin
gongd leið
Dánjal í Skálum mælir staðiliga frá,
at ein fiskivinnunýskipan fer ov
langt frá tí núverandi dagaskipan.
At fara til eina kvotaskipan ella
onkrum, sum líkist, vildi verið at
farið aftureftir. Hann sigur eis
ini, at um eingin tryggleiki er hjá
manningini tá árið byrjar, so verð
ur tað torført at fáa manning til
skipini, tí eingin tímir at arbeiða
umborð, um teir ikki vita um teir
sleppa til arbeiðis ella ikki.
– Um árið byrjar við, at vit
eingi rættindi hava, ella um vit
missa kanska eini 20%, so missa
vit manningina og so er alt longu
dømt frá byrjan av. Tá tímir eingin
at koma við longu, men tað vísir
seg, at longur tú kemur burt frá
skipinum og keikantinum, størri
er áhugin fyri eini kvotaskipan.
Hon er løtt at selja og at tosa um.
Tað er nemt at skilja. Fiskaríið og
hvussu mann fær fiskin til høldar,
tað leggja teir einki í, men teir
skilja eina kvotaskipan. Tí hava
teir læst seg fastar á tað hugskotið,
sigur Dánjal í Skálum.
Dánjal í Skálum sigur, at hug
skotið við eini fiskidagaskipan er
ikki at fiska uppá kilo, men tú fisk
ar har sum fiskur er. Um lítið er til,
so fiskar mann minni. Er fiskur til,
so fiskar mann meir. Um flotin er
rættur og orkan í flotanum er røtt,
so eru eingir trupulleikar við hes
um slagnum av fiskiskapi.
– Tað eru fleiri ættarlið í Før
oyum, sum hava drivið fiskiskap
og hava gjørt tað gott. Mann lagar
seg eftir viðurskiftunum og eftir
náttúruni. Tað eru treytirnar, sum
fiskivinnan hevur havt. Nú tropp
ar eitt ættarlið upp, sum ikki hev
ur skilt ein pinn av tí. Eg veit ikki
hvat ætlanin við nýskipanini er,
ella hvussu hon kemur at síggja
út, men í mínari verð kunnu teir
akkurát tað sama koyra alt á upp
boðssølu. Annhvørt hevur tú eina
loyvisskipan ella ikki, sigur Dánjal
í Skálum.
VN659 – Tindur
VN559 – Skálafossur
VN459 – Vesturbúgvin
Øll skipini hoyra heima í
Vestmanna
Dánjal í Skálum er
útgerðarmaður á
Dánjal í Skálum, reiðari:
UPPBOÐS-
SØLAN
GER ENDA
Á OKKUM
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
14
TEMA Fiskivinnan