Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hálvdan Gudmundsen er útgerðarmaður á trimum línuskipum, ið hava heimstað í Vágum. Hann situr eisini í nevndini hjá Reiðarafelagnum, umboðandi bólk trý, línuskip. Hann mælir frá, at politiska skipanin heldur fram við nýskipanini, tí eftir hansara tykki hevur fiskidagaskipanin rigga væl fyri línuflotan. SÓLVIT NOLSØ F iskidagaskipanin riggar væl fyri línuflotan. Vit fiska kanska eini 10-12 fiska­sløg og um lítið er til av onkrum, so fiska vit okkurt ann­að slag. Vit passa fiskiskapin til eftir umstøðunum. Við eini kvota­skipan fáa vit eina nøgd av einum ávísum slagi og so mugu vit fiska tað slagið og einki ann­að. Tann fiskiskapurin riggar illa, sig­ ur Hálvdan Gudmundsen, ið eisini met­ir, at útblaking kann gerast ein trup­ul­leiki um mann fer aftur til kvota­skipanir. Fiskivinnan skal innorðna seg sjálv Hálvdan Gudmundsen sigur, at eft­ir hansara bestu sannføring skuldi politiska skipanin hildi seg burt­ur frá fiskivinnuni og latið hana funnið útav sínum egnu við­ ur­skiftum.­ – Lati skipanina fáa frið. Hon rigg­ar fínt og vinnan skal nokk finna útav tí sjálv. Øll klára seg ikki líka væl allatíðina, men tað skift­ir. Pelagiska vinnan klárar seg væl beint nú, men hon hevur ikki altíð klára seg væl. Teir vita tó hvussu tað er í vinnuni og tí gera teir íløgur í vinnuna aðrastaðni, so peningurin er í vinnuni og arb­ eið­ir fyri øll. Tað er betur enn at pen­ingurin fer í eitt botnleyst hol hjá landinum, sigur Hálvdan Gud­ mund­sen. – Vinnan lagar seg eftir um­ støð­un­um. Tað hevur hon gjørt fyrr og tað ger hon framyvir. Tað verða íløgur gjørdar har tað loysir seg. Hygg eftir Faroe Origin til døm­is. Har bleiv eitt felag bjargað av nøkrum aktørum í fiskivinnuni. Tað gav einki at byrja við, men við tíð­ini hevur tað laga seg betur, sig­ ur Hálvdan Gudmundsen. Hann sigur, at eitt stað, ið pol­it­ iska skipanin kundi gjørt ein mun var, um peningurin, sum bleiv tikin inn í tilfeingisgjaldi, bleiv merktur til vinnuna. Peningurin, sum bleiv tik­in úr uppsjóvarflotanum í til­ feing­isgjaldi kundi verði koyrdur í ein grunn og kundi síðani verið brúkt­ur aftur sum ein liður í at end­urnýggja føroyska fiskiflotan. – Um eg skuldi givið mítt tilmæli til eina fiskivinnunýskipan, so vil eg siga, at mann skal halda seg so nær til núverandi skipan sum gjør­ligt. Um nakað skal seljast, so kann tað verða yvirskotskvotan av upp­sjóvarfiski., sigur Hálvdan Gud­mundsen. Hevur lítla trúgv uppá uppboðssølu Tað er júst keyp og søla av fiski, upp­boðssølan, har skógvurin ofta trýstir í kjakinum um eina fiski­ vinnunýskipan. Hálvdan Gud­ mund­sen er sannførdur um, at ein upp­boðssøla fyri botnfiskasløgum ong­an áhuga hevur fyri nakran. – Tað verður eingin at keypa botn­fiskin. Tað einasta, sum er áhuga­vert í løtuni er upp­sjóv­ ar­fiskurin. Eg havi sjálvur tvey loyv­ir til yvirs, ið eg havi eftir at eg seldi tvey skip. Eingin hevur spurt eftir teimum, sigur Hálvdan Gud­mundsen. Hálvdan Gudmundsen væntar held­ur ikki, at tað verður nakar ser­lig­ur áhugi fyri at keypa fisk í Bar­entshavinum, aðrir enn teir, sum longu eru har. Tað skulu nógv­ir pengar til, fyri at kunna verða við har. Pengar, sum nógvir akt­ørar í vinnuni ikki hava. – Eg rokni við, at tað mugu út­ lendsk­ir pengar til, um ein skal verða við í Barentshavinum, aðrir enn teir verandi aktørarnir. Eingin hev­ur ráð til tað. Teir einastu, sum kanska kundu keypt fisk í Bar­entshavinum, aðrir enn teir, sum longu eru har, eru tey pel­ag­ isku skipini, sigur Hálvdan Gud­ mundsen. Hálvda Gudmundsen sigur, at tað eru so lítlir pengar í línu­flot­ an­um, at tað verða fáir, um nak­ar, sum fer at hava ráð at bjóða uppá nakr­an serliga fisk í eini upp­ boðssølu. Stuðul skal kanska til Hálvdan Gudmundsen sigur, at fiski­vinnan skal eftir førimuni altíð klára seg sjálva. Tó saknar hann eitt kjak um ávísar stuð­ uls­skip­anir, eins og mann sær til døm­is í Norra. – Norska stjórnin stuðlar síni fiski­vinnu í nærum øllum liðum, tí teir síggja, at nógv fara heldur í olju­vinnuna enn fiskivinnuna. Tað hev­ur kanska ikki riggar nóg væl, ser­liga norðanfyri í Norra, men kanska skuldi mann umhugsa tað her eisini. Eisini í samband við at fáa alt til lands, sigur Hálvdan Gud­mundsen. Hann sigur, at um mann enn ynsk­ir, at smærru reiðaríini skulu klára seg í eini beinleiðis kapp­ ing við tey størru, so eigur mann kanska at umhugsa onkra stuð­ uls­skipan, tí annar væntar hann nøk­ur leggja kongin. VINNAN SKAL FÁA FRIÐ Hálvdan Gudmundsen útgerðarmaður: FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 15