Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 16 TEMA Fiskivinnan Sum einasti flokkur hevur Sambandið gjørt sítt egna uppskot til, hvussu hann heldur fiskivinnan skal skipast ÁRNI GREGERSEN M eðan nógv kjak hev­ ur verið seinastu ár­ ini um hvussu okk­ ara fiskivinna skal skipast eftir nýggjár, so kom Sam­ bands­flokkurin 25.november í fjør við einum uppleggið um, hvussu tey halda hon skal vera. Í nýskipanini er dentur lagdur á eina marknaðargrundaða skip­an, soleiðis at vinnutólini verða optimerað við tildømis, at skipa­talið ikki verður størri enn neyð­ugt og karmarnir eru nóg støð­ug­ir til, at vinnutólini verða end­ur­nýggjaði. Harvið verður tryggjað, at skipaflotin verður rikin so prod­ uk­tivt og effektivt sum gjørligt. Sambandsflokkurin mælir til, at flutt verður fra fiskidagskipanini til eina kvotaskipan. Hesar áseting merkja, at veiði­ rætt­indini verða lutaði út til eitt reið­arí og ikki eitt ávíst skip. Orsøkin er, at á henda fær tann vinnu­rekandi frælsi til at leggja til rætt­is framleiðsluna so lønsamt sum gjørligt. Veiðirættindini eru eitt ávíst prosent av samlaðu heild­ar­kvot­ uni fyri ávísa fiskaslagið. Um heild­ar­kvotan broytist, vil kvotan hjá einstaka reiðarínum broytast sam­svarandi. Ein slíkan skipan gevur reið­a­rí­ um rætt til sjálvi at avgera, hvussu tey veiða tann fisk, sum tey hava rættindi til. Tað vil siga, at tey sjálvi avgera um veiðan verð­ur tikin við línu ella troli ella á ann­ an hátt. Sambandsflokkurin mæl­ir eisini til umsetiligar kvot­ur, so reið­arí kunnu selja kvot­ur sína­ millum ella til land­ið. Veiðu­loyv­ini skulu eft­ir upp­skot­inum hjá Sam­ bands­flokk­inum strekkja seg yvir átta ár. Brúksskylda Vit hava ikki áður havt brúksskyldu, men Sambandsflokkurin mælir til, at tey sum fáa rætt til kvotur, eis­ ini hava skyldu at gagnnýta tær. Verð­ur tað ikki gjørt í tvey ár, so fella kvoturnar aftur til landi. Land­ið kann so luta hesi rættindi út­aft­ur gjøgnum uppboðssølu. Eitt annað, sum uppskotið hjá Sam­bandsflokkinum tekur við, er, at alt veitt tilfeingið skal førast í landi. Tað umfatar høvd, garnar, rogn og livur og annað. Flokkurin heldur eisini at forð­ingar eiga at setast fyri, at ov nógv­ur fiskur fer óvirkaður av land­inum. Verður fiskur útfluttur óvirk­aður, so kann eitt gjald leggj­ ast á, á sama hátt sum nú er gald­ andi fyri makrel. Flokkurin mælir eisini til, at tann grunnur ella stovnur, sum um­situr tilfeingisgjaldið, eisini skal fíggja rávørugoymslur, so vinnu­liga menningin á landi verð­ ur stuðlað. Tilfeingisgjald Tilfeingisgjald verður álagt ein­ staka fiskaslagnum eftir útrokning av einum normalbruttovinningi eft­ir einum miðalroknskapi. Ein óheftur stovnur skal umsita til­feingisgjaldið og peningurin fer inn í ein langtíðargrunn, har t.d. eitt inngjald eitt ár verður útgoldið við 1/10-parti, hvørt fylgjandi ár í eitt 10-ára skeið. Um uppboðssølu sigur flokk­ur­ in, at nýggj veiðurættindi skulu á upp­boðssølu. Nýggja rætt­indi eru eftir uppskotinum frá Sam­bands­ flokk­inum; Nýggj fiskasløg, sum ikki hava ver­ið kvoteraði áður • Øking av verandi fiskasløgum upp um søguliga hámarkið sein­ astu 20 árini • Ógagnnýtt tilfeingi Ásetingarnar taka støðið í, at nýtt tilfeingi skal bjóðast javnt út til verandi og nýggjar aktørar í fiskivinnuni. Hetta merkir, at hvørki ver­andi ella nýggir aktørar fáa framí­hjá­ rætt til tilfeingið, men verða javn­ sett­ir og mugu bjóða uppá rætt­ ind­ini. Ásetingin um, at ein øking av ein­um verandi fiskaslagi fer upp um eitt søguligt hámark merkir, at um fiskiskapurin eftir t.d. toski fer upp um tað “besta” árið seinastu 20 árini, skal tað, sum kvotan fer upp um hámarkið, bjóðast út á upp­boðssøluni. Sambandsflokkurin mælir eis­ ini til eina antitrust lóg, sum forð­ ar nøkrum í at eiga meira enn 15 pro­sent av samlaðu fiski­rætt­ind­ un­um og ongin kann eiga meira enn 30 prosent av rættindunum til eitt einstakt fiskaslag. Tey siga eisini, at útlendingar ikki kunnu eiga meira enn 25 pro­ sent og at peningur, sum verður tik­in úr feløgunum skal skattast hart.. Sambandsflokkurin heldur eis­ini, at politiska skipanin alt meira skal fylgja lívfrøðiligu ráð­ gev­ingini, tá ið tað snýr seg um stovns­røktina. Fara aftur til sam­ ráðingar Sambands­flokkurin fer aftur til sam­ráð­ ing­ar við sam­gong­ una um nýskipan av fiski­vinnuni Samráðingar hava ver­ið mill­um lands­stýr­is­mannin við fiski­vinnu­mál­um og Sambandsflokkin og nýggj­ar samráðingar eru avtal­að­ar. Bárður á Steig Nielsen, for­mað­ur Sambandsfloksins, heldur kanska at tað ber til at finna eina semju um, hvussu nýskipanin sær út, men enn er uppboðssølan eitt knútapunkt, sum loysn skal finn­ast á. Undir seinastu samráðingum vísti tað seg, at í fleiri førum ber til at finna semju um, hvussu skip­an­in skal broytast. – Men enn eru vit ikki komin ser­liga langt og tað eru fleiri punkt sum vit ikki av álvara hava kjakast um – í hvussu so er ikki so mikið, at vit hava funnið eina loysn, sigur Bárð­ur S. Nielsen. Miðflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki longur er partur av sam­ráð­ ingunum uttan so, at hann gerst partur av samgonguni. Nýtt Sjálvstýri tók seg úr sam­ráð­ingunum um samgongu eft­ir seinasta løgtingsval, tí hann ikki vildi vera partur av einari sam­ gongu, sum hevði ætlanir um at selja fiskirættindini á upp­boðs­sølu. Bárður S. Nielsen: ­SAM­BANDS­ FLOKK­URIN NÆRKAST HOYDAL Bárður S. Niel­sen og Sam­bandsflokkurin hava verið til samráðingar við land­sstýrismannin í fiskivinnumálum og nýggjar samráðingar eru avtalaðar.