hósdagur 19. januar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
17
Fólkaflokkurin vil hava ein heilt annan fiskivinnupolitikk
enn tað, sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum ætlar
ÁRNI GREGERSEN
A
t Fólkaflokkurin og
Tjóðveldið og harvið
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum
hava hvør sína uppfatan av,
hvussu fiskivinnan skal skipast,
er ikki nýtt.
Men nú setir formaðurin
í Fólkaflokkinum orð á, hvat
tað er, sum hansara flokkur
ætlar við vinnuni. Og tær ætl
anirnar víkja langt frá tí, sum
landsstýrismaðurin við fiski
vinnumálum higartil hevur meld
að út, at hann hugsar sær.
Uppboðsølan hevur fylt nógv
gjøgnum alt kjakið og fyri tey
sum hava fylgt við, stendur nokk
so greitt, at landsstýrismaðuin við
samgonguni aftanfyri seg, stend
ur einsamallur við ætlanini um
at selja øll rættindi á einari upp
boðssølu.
Fólkaflokkurin heldur, at fiski
vinnan skal rekast av teimum,
sum hava søgulig rættindir at
fiska undir Føroyum og at fiska
av føroyskum kvotum í fremm
andum ella altjóða sjógvi.
– Er tað neyðugt, so eru vit eis
ini sinnað til at krevja eitt gjald
inn fyri hesi rættindi, sigur Jørgen
Niclasen, formaður Fólkafloksins.
– Men hetta skal vera eitt gjald,
sum verður útroknað. Skilt uppá
tann mátan, at í til dømis hvørjum
bólki, verður roknað út, hvat tað
kostar at veiða tann fiskin, sum
veitt verður eftir og ein miðal
vinningur verður so ásettur. Av
hesum verður so ásett eitt gjald,
sum skipini so skulu gjalda.
– Gjaldið verður sett í mun til
eina miðalinntjening, so tað ikki
rakar tey, sum eru mest dugnalig.
Vinna tey meira enn meðal, tí tey
kanska eru eitt sindur dugnaligari,
so sleppa tey at behalda eyka
vinningin, sigur Jørgen Niclasen.
– Vit halda, at tað er betri, at vit
hava eina slíka útlutan heldur enn
eina politiska útreinsan í vinnuni,
leggur hann afturat.
Umsetiligheit
Meðan landsstýrismaðurin í sín
um ætlanum sigur, at skulu rætt
indi ella kvotur seljast, so skal
hetta fara fram um eina almenna
uppboðssølu, har tað almenna
fær vinningin, so heldur Fólka
flokkurin fast um, at tað er av
gerandi neyðugt, at vinnan slepp
ur at selja rættindi millum sín.
Landsstýrismaðurin heldur
ikki tað er rímuligt, at tey sum
hava fingið rættindi frá landinum
at brúka, kunnu selja tey og sjálvi
taka vinningin. Fólkaflokkurin
hevur eina heilt aðra hugsan.
– Fyri at vinnan kann gerast so
effektiv sum til ber, so er neyðugt,
at hon sleppur at rationalsera seg.
Tað ger hon við at selja og keypa
rættindir og kvotur, so hon kann
laga seg til tær fortreytir, sum til
eina og hvørja tíð eru galdandi fyri
júst tey, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur eisini, at hetta ger
at vit fara ikki at hava fleiri skip í
fiskivinnuni enn tað skulu til fyri
at fiska tær kvotur, vit eiga.
Fiskidagar heldur
enn kvotur
Fólkaflokkurin heldur eisini fast
um, at vit skulu varðveita fiskidag
arnar heldur enn at skipa vinnuna
við kvotum.
– Fiskidagar gera, at tey dugna
ligastu í vinnuni klára seg best,
meðan kvotur elva til, at fólk royna
at lumpa og snýta á ymiskan hátt,
sigur Jørgen Niclasen.
– Tey sum minnast, tá ið vit
eitt skifti í níti-árunum høvdu
kvotur vita, at alt verður gjørt
fyri at snúgva sær undan at hava
uppfiskað kvotuna. Fiskur skift
ir navn undir avreiðing, meska
støddir verða broyttar, fiskur sum
ikki er loyvdur at veiða, men kort
ini kemur á dekkið, verður tveittur
útaftur og so framvegis.
– Avgerandi er við lógarsmíði av
hesum slag, at vit alla tíðina hava
tankan um “leið meg ikki í freist
ingar” við, tá ið lógin verður gjørd,
sigur Jørgen Niclasen..
Útlendskir pengar
Formaðurin í Fólkaflokkinum
sigur, at tað helst ikki er semja í
flokkinum um útlendskar peng
ar í vinnuni, men semja er um, at
ræðisrætturin skal liggja í Før
oyum.
– Sjálvur veit eg ikki um útlend
ingar skulu kunna eiga 25 ella 33
prosent ella onki. Veruleikin er, at
skalt tú byggja nýggj, nýmótans
skip, so hevur vinnan brúk fyri
útlendskari fígging. Og lángevarar
leggja treytir við. Spurningurin er
bara um vit megna at tryggja okk
um, at ræðisrætturin er í Føroyum,
sigur Jørgen Niclasen
– Vit skulu bara gera okkum
eitt heilt greitt, at pengar flyta seg
skjótari enn politikkur. Tað vil siga,
at uttan mun til hvørjar reglur vit
seta í verk, so finnur kapitalurin
veg til tær vinnur, sum geva stór
avkast, sigur Jørgen Niclasen.
Fólkaflokkurin heldur eisini,
at skipanin innan alivinnuna eig
ur at verða brúkt, tá ið talan er um
longdina á loyvunum. Í alivinnuni
er hon 12 ár og tað heldur Fólka
flokkurin hon eisini eigur at vera
í fiskivinnuni.
Fólkaflokkurin hevur eisini
gjørt sær eina meinig um sokallað
nýggj rættindi.
– Fáa vit nýtt tilfeingi av onkr
um slag, so havi eg onki ímóti at
hetta verður lutað út, men so skal
tað gerast eftir einum leisti, sum
er samfelagsliga mest gagnligur.
Til dømis við at lata loyvir til
ávís geografisk økir, sigur Jørgen
Niclasen.
Grundleggjandi heldur Fólka
flokkurin ikki, at fiskivinnan skal
gjalda beinleiðis skatt ella avgjald
fyri rættindi.
– Fyri okkum er tað avgerandi,
at peningurin kemur í umferð
í landinum og setir ferð á aðrar
vinnur. Tað er meira gagnligt,
sjálvt um avgjøld og skattir ikki
fella við kassa eitt. Samfelagsliga
gagnar tað munandi betur, at pen
ingurin eftir at hava verið í um
ferð, heldur kemur inn við kassa
trý ella fýra. Tá liggur mest eftir til
samfelagið, sigur Jørgen Niclasen.
Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin við fiskivinnu
málum, er í miðdeplinum, nú uppskot skal
tilevnast um nýskipan av fiskivinnuni.
Jørgen Niclasen, formaður
Fólkafloksins, leggur her fram,
hvussu Fólkaflokkurin sær
eina nýskipan av fiskivinnuni.
Jørgen Niclasen:
SKULU KUNNA
SELJA FISKI-
RÆTTINDI