hósdagur 19. januar 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
18
Fiskimálaráðið
Ábyrgdarøki
Samskiparin skal, vegna landsstýris
mannin í tilbúgvingarmálum, tryggja eina
samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og
veita myndugleikum, kommunum og
fyritøkum ráðgeving.
Høvuðsuppgávur
• At tryggja, at ein lýsing av allari
tilbúgvingini altíð er tøk, ment og
dagførd. Lýsingin staðfestir ábyrgd
og uppgávur hjá myndugleikum og
øðrum, ið eru partar av tilbúgvingini.
• At gera greiningar av ábyrgdarbýti,
samskipan, váða, dimensionering,
viðbrekni o.a.
• At veita myndugleikum, kommunum,
fyritøkum og feløgum ráðgeving, eins
og at umsita ymsar eftirlitsuppgávur
innan tilbúgving.
• At umboða landsstýrismannin í
tilbúgvingarmálum í síni heild, eitt nú
sum formaður í Tilbúgvingarráðnum
og í ymsum arbeiðsbólkum, tað veri
seg í Føroyum og í norðurlendskum
samstarvi.
• At standa fyri lógar og kunngerðasmíði
og at orða nýggjar reglugerðir og
leiðbeiningar.
• At umsita alla málsviðgerð innan økið,
harundir stuðul til bjargingarfeløg.
Almenn førleikakrøv
• Viðkomandi útbúgving.
• Starvsroyndir innan virkisøkið ella
royndir, ið kunnu setast í samband við
økið.
• Tað er av týdningi, at samskiparin hevur
góð evni at síggja virkisøkið í síni heild,
men eisini evni at fara í smálutir, tá
ávísar arbeiðsuppgávur krevja tað.
• Fyrimunur er at hava góð evni at
samskifta við eitt nú heimligar og
útlendskar myndugleikar og umboð fyri
yrkisbólkar, virki og feløg.
• Góð evni at gera greiningar eins og
evni at miðla fløktar spurningar á ein
greiðan hátt.
Setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálaráðið og stovnar undir tí,
umframt hini stjórnarráðini.
Umsókn
Umsókn, saman við upplýsingum um
prógv, royndir og møgulig viðmæli,
verður send til Fiskimálaráðið, postrúm
347, FO110 Tórshavn, ella við telduposti
til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 28. januar
2017.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá
Hera Joensen, deildarleiðara, á tlf. 55 32 12,
ella Rógva Reinert, aðalstjóra,
á tlf. 55 32 11.
Samskipari í tilbúgvingarmálum
Søkt verður eftir samskipara í tilbúgvingarmálum til Fiskimálaráðið.
Fiskimálaráðið er eitt av átta Stjórnarráðum í Landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 15 starvsfólk.
Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, búnaðarmál, bjarging, tilbúgving og trygd.
Hevur tú viðkomandi útbúgving innan tekniska økið frá
hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingar-
støði og royndir, ert tú serfrøðingur við almennari tilgongd,
ið eisini dugir fyrisitingarliga handverkið, og hevur tú
kunnleika til leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring, so ert tú
kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.
Starvskarmar og -innihald
Klaksvíkar býráð er virkið í arbeiðinum at menna kommun-
una. Hetta setur tekniska stjóranum serlig krøv. Hann skal,
saman við hinum stjórnarlimunum og starvsfólkunum á
teknisku deild, stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og
megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í
samstarvi við borgarar og vinnulívið í kommununi.
Tekniski stjórin mannar stjórnarbólkin saman við borgar-
stjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og
vinnu- og mentanarstjóranum.
Tekniski stjórin hevur leiðsluliga og fakliga ábyrgd av
tekniska økinum, sum fevnir um:
• býarskipan
• byggiverkætlanir
• byggimálsviðgerð
• býargartnara
• ferðslumál
• infrakervi
• vatnveiting
• umhvørvismál
Starvsøkið og týdningarmestu uppgávurnar hjá tekniska
stjóranum eru lýstar nágreiniligari í starvs- og persónspro-
filinum, sum liggur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu,
www.klaksvik.fo. Á heimasíðuni finnur tú eisini aðrar við-
komandi upplýsingar um kommununa.
Setanarviðurskifti
Starvið sum tekniskur stjóri verður sett í 5 ár. Starvið er
flokkað í 36. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastu-
mannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið umframt 10 % í
viðbót fyri tíðaravmarkað starv.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og
persónligum førleikum.
Upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar, ella ynskir tú fleiri upplýsingar, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við:
Tummas T. Eliasen, kommunustjóra
Tlf. 217788
Teldupostur: tummast@klaksvik.fo
Umsókn
Umsókn til starvið skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi
í seinasta lagi mánadagin 6. februar 2017 kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til:
Klaksvíkar kommuna
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postboks 2
FO-710 Klaksvík
ella sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo. Viðmerk
“Tekniskur stjóri” á umsóknina.
Tekniskur stjóri
til Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna skal hava
nýggjan tekniskan stjóra.
www.klaksvik.fo
starv