Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 19 ÁRNI GREGERSEN A lmenna felagið Bú­ staðir, sum skal útveiga bíligar leiguíbúðir, hevur ongan pening eftir at byggja fyri og skal tí hava heim­ild at læna pening. Landsstýriskvinnan við fíggjar­ málum hevur lagt eitt uppskot fram, sum gevur Bústøðum heimild at læna 250 milljónir krónur at byggja fyri komandi árini. Bústaðir leigar í løtuni 145 bústaðir út, men fleiri byggingar eru í gongd, so tá ið 2018 fer at halla verður samlaða útleiganin 382 leigumál. Í viðmerkingunumn, sum eru við lógaruppskotinum, sum er sent til hoyringar, stendur, at tey serligu atlitini, ið Bústaðir hevur tikið sum alment bústaðarfelag, har húsaleigan skal haldast á einum nøktandi lágum støði, hevur higartil forða fyri deild­ um eigaraskapi við privatar sam­ starvspartar. Hetta lutvíst tí, at eigaraskapur av leigubústøðum, verður mettur at vera uttanfyri teirra virkisøki, og lutvíst tí, at avkastkravið teirra til slíkar íløgur er hægri, enn Bústaðir metir er í samsvar við alment gagnliga útgangsstøði. Pensjónspengar Landsstýriskvinnan sigur, at Bústaðir hedvur fleiri verkætlanir á borð­inum, men tøka gjaldføri røkkur ikki longur enn til tey 382 leigumál, sum stovnurin fer at hava í 2018. Føroyskir peningastovnar og pensjónsfeløg hava víst áhuga í at seta pengar í verkætlanirnar hjá Bústøðum at byggja leigubústaðir, men Bústaðir hevur í løtuni onga lógarheimild at útvega fremmanda fígging til hesar verkætlanir. Samstundis er greitt, at nógv størsti parturin av uppsparing føroyinga í dag verður sett í út­ lendsk virðisbrøv, herundir donsk realkreditlánsbrøv. Henda uppsparing er harvið við til at menna bústaðarmarknaðin uttanlands, heldur enn í Føroyum. Grundarlagið undir Bústøðum er gamli Húsalánsgrunnurin. Grunnurin lænti út til sethúsa­ bygg­ing og seinni orkulán og annað. Í dag eru útlánini 240 milljón­ir krónur. Onkutíð hevur verið nevnt, at grunnurin lættliga í dag kann selja hesi lán til føroysku pen­inga­ stovnarnar. Tað halda Bústaðir ikki vera serliga skilagott, skrivar lands­ stýriskvinnan, tí hetta gevur stovn­ inum eitt serliga gott gjaldføri. Fjøltáttaðan fíggjarmarknað Fyri at fremja ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað og samstundis ein meira fjøltáttaðan føroyskan fíggjarmarknað, verður hetta lógaruppskot lagt fyri Løgtingið, sigur landsstýriskvinnan. Lógaruppskotið heimilar Bú­ stað­um at útvega fígging frá m.a. føroyskum pensjónsfeløgum og øðrum grunnum og stovnum, ið hava tørv á at plasera gjaldførið. Hetta fer eitt nú at gera tað møguligt, at føroysk pensjóns­ upp­sparing, í størri mun enn í dag, fer at kunna gagna føroyska samfelagnum, samstundis sum Bústaðir fer at fáa betri møguleikar at byggja leigubústaðir saman við øðrum. Harvið vil føroyska pensjóns­ uppsparingin, sum í dag í stóran mun fer av landinum, í ávísan mun at kunna virka fyri menning í Føroyum Íleggjarar sum kunnu hugsast at fara at keypa lánsbrøv eru : LÍV, Betri pensjón, AMEG, ALS, Realurin og Tjaldur. Landsstýriskvinnan skrivar, at Bústaðir veitir trygd fyri allari fígging, sum stovnurin fær til vega, við trygd í fastari ogn hjá stovninum. Landskassin átekur sær harvið ongan váða í sambandi við lán­ tøkuna hjá Bústaðir. Til hoyringar Uppskotið um heimild at læna 250 milljónir krónur er til hoyringar í løtuni. Summi tingfólk hava verið ígjøg­num uppskotið, men serliga í and­støðuni er undirtøkan ikki ser­liga góð. Undir einum orðaskifti í fjør, var Bústaðir partur av orðaskiftinum og tá vóru tað fleiri tingfólk, sum funnust at tí, sum Bústaðir higartil hevur brúkt pengar til. Tey hildu, at í staðin fyri at byggja ódýrar íbúðir er støðið lagt ov høgt og tí eru íbúðirnar ov dýrar at leiga. Bústaðir hevur hinvegin víst á, at tað er dýrt at byggja og at tað er torført at fáa fermetra prísin nóg langt niður. Men tá ið landsstýriskvinnan hevur lagt uppskotið fram, so er lítil ivi um, at hetta er eitt uppskot, sum samgongan fer at taka undir við. Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum vil hava føroyskar uppsparingar sum lán til Bústaðir Bústaðir: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, vil geva Bústøðum heimild at læna 250 milljónir krónur Andstøðan hevur funnist at, at Bústaðir ikki hevur megnað at fáa húsaleiguna nóg langt niður í teimum íbúðum, sum Bústaðir eiga FRÁGREIÐING VIL HAVA AT FØROYSK UPP­ SPARING FÍGGJAR ALMENNA BYGGING