Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 20 10 TEY BESTU TÓNLEIKAAVR Topp 10 Føroyskir sangarar og bólkar hava seinastu árini støðugt gjørt vart við seg í tónleikakappingum uttanlands. Serliga er tað í Danmark, at føroysku sangararnir hava roynt seg, men summir sangarar og bólkar hava verið við í kappingum aðrastaðni. Í hesum døgum er danska X Factor kappingin aftur farin í gongd, og leygarkvøldið luttekur føroysk songkvinna í finaluni Dansk Pop Talent. Her hava vit valt 10 avrik burturúr, sum hava verið serliga góð. Aðrir sangarar og tónleikarar hava eisini roynt seg, og tað ber til at siga, at hvørja ferð føroyskir sangarar taka lut í kapping, standa teir seg væl og eru góð umboð fyri føroyskan tónleik. Yvirskriftin leggur upp til, at hetta er bestu tónleikaavrikini, men vert er undirstrika, at hesin listin byggir á luttøku í tónleikakappingum uttanlands og umfatar ikki øll hini fantastisku tónlistarligu avrikini, sum føroyingar hava staðið fyri gjøgnum árini. TÓNLEIKUR Guðrun Sólja Jacobsen STJERNE FOR EN AFTEN, DANMARK (2002). Tað var í teimum døg­um, tá ið vit ikki vóru von við tónleika­kapp­ingar sum X Factor og Idols. Alt kend­ ist onk­urs­vegna nýtt og spenn­andi. Fólk kendu traditionellar kapp­- ingar sum Grand Prixið og Prix Føroyar, men tá ið kappingar sum Stjerne for en aften komu á skíggjan, gjørdist tað onkursvegna ein nógv meiri persónlig kapping. Umframt at fylgja luttakarum viku eftir viku á palli, komu hyggjarar eisini at kenna nakað til per­ sónarnar. Guðrun Sólja Jacobsen bleiktraði sum ein stjørna í kappingini í 2002. Hon sang framúr væl, hon dugdi at svara fyri seg, og sum heild megnaði hon at fevna allar partar í kappingini. Guðrun Sólja vann og eftir stendur, at avrikið hjá henni var minniligt – eisini tí alt kendist so nýtt og fremmant. 1 Jógvan Hansen X FACTOR, ÍSLAND (2007) Jógvan Hansen flutti til Íslands at arbeiða sum frisørur, men í við­føri­ num var eisini sang­talentið, sum hann hevði brúkt í Føroy­um. Tá ið íslendingar royndu eina X Factor kapping í 2006/07, varð Jógvan teknaður til kappingina. Hann var sum gjørdur til hesa sjón­varps­ kapping, og hann endaði við at vinna hana í stórum stíli. Jógvan er helst tann føroyski sangarin, sum hevur fingið mest burtur úr sjónvarskapping av hesum slagnum. Hann fekk eina veruliga yrkisleið sum pro­fessionellur tónleikari í Íslandi og er framegis í undirhaldsvinnuni. 2 Hamferð WACKEN METAL BATTLE, TÝSKLAND (2012) Tungmálsrockbólkurin Hamferð fekk í 2012 møguleikan at luttaka á Wacken Metal Battle, sum er eitt slag talentkapping fyri bólkar, ið spæla harðan roktónleik. Kappingin verður hildið á størsta tung­ málms­festivlinum í Europa, Wacken Open Air. 28 bólkar spældu í kappingini, og Hamferð vann. Hetta var eitt flott avrik av føroyska rockbólkinum, sum síðani hevur spælt nógvar konsertir kring Europa. 3 EYÐUN KLAKSTEIN