Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 21 RIKINI Linda Andrews X FACTOR, DANMARK Gospel­song­kvinnan gjør­ dist stóra stjørnan í donsku X Factor kapp­ingini í 2009. Fyrst og fremst komst tað av, at hon sang so ser­stak­ liga væl. Tað er ikki altíð, at lut­takararnir í X Factor syngja væl, men teir duga ofta at framføra og vera á palli. Linda Andews var í serflokki sum sangari í kappingini, hon hevði nógvar góðar fram­førslur, og hon var eisini lønt við einum væl uppibornum sigri. Linda Andrews kundi eftir kapp­ingina fegnast um at vera ovast á single-hitlistanum í Danmark, og hon hevði eisini eina útgávua á hitlistanum í nakrar vikur. 4 Boys In A Band GLOBAL BATTLE OF THE BANDS, ONGLAND (2007) Framfýsni rockbólkurin Boys In A Band um­ boðaði í 2007 Føroyar í altjóða tónleika­ kappingini Global Battle of the Bands. Hetta er hørð og fjølbroytt kapping, har bólkarnir úr umleið 30 londum hava stutta tíð til at gera vart við seg og sín tónleik. Fram­førslurnar hjá Boys in a Band vóru tó so góðar, at bólkurin fór allan vegin og vann kappingina. 5 Hjarnar RADIO LUXEMBOURG (1985) Rockbólkurin Hjarnar luttók í 1985 í einari tónleikakapping á væl umtóktu europeisku út­ varpsstøðini Radio Luxem­ bourg. Kappingin, sum Seven Up stuðlaði, snúði seg um at senda sang til kappingina, og síðani skuldi ein dómsnevnd finna vinnaran. Sangurin Breaking my Heart gjørdist nummar 2 í kappingini, og tutlað varð um, at ein annar bólkur vann, tí tað var praktiskari enn at lata bólk úr Føroyum vinna. Sangurin hjá Hjarnum stendur eftir sum ein av størstu klassikarunum í føroyskari rocksøgu. 6 Annika Hoydal GRAND PRIX, DANMARK (1979) Hetta var fyrstu ferð, at ein føroyingur tók lut í tón­leika­ kapping av hesum slagnum, og merkisvert er tað, at í Føroyum fingu føroyingar ikki veruliga fylgt kappingini, tí tá var sjónvarp ikki komið til Føroya. Annika Hoydal, sum var útbúgvin sjónleikari og hevði spælt í fleiri donskum filmum, royndi seg í Melodi Grand Prix, og tað gjørdi hon við sangi á føroyskum máli. Tað gekst henni heilt væl í kappingini, og hóast hon ikki vann, stóð framførslan sterk, og hon endaði sum nummar 4 við sanginum Aldan, sum hon og beiggin Gunnar Hoydal høvdu skrivað. 7 Jógvan Joensen X FACTOR, DANMARK (2015) Fuglfirðingurin Jógvan Joensen var millum stóru profilarnar í donsku X Fac­ tor kappingini í 2015. Hann kundi tykjast nakað alter­ nativur til slíka popp­uta tónleika­kapping, men hann framstóð ektaður og dugnaligur, og tað bar hann lagt í kappingini. Hann átti kanska bestu einstøku fram­ førsluna í kappingini, og hann kom eisini allan vegin í finaluna, har hann endaði sum nummar 2. 8 Anna Nygaard X FACTOR, DANMARK (2010) Í grundini kom Anna Nygaard ikki so langt í X Factor kappingini sum aðrir føroyskir sangarar, men hon gjørdi eitt so stórt inntrykk, at fólk bæði í Føroyum og Danmark framvegis minnast hana fyri luttøkuna í X Factor. Anna var helst sterkasti sangarin í X Factor í 2010, men hon fall, tá ið dómarin Remee skuldi velja millum tveir av sínum sangarum. Dramatiska løtan endaði við, at Anna Nygaard varð send heim – av órøttum hildu mong. Síðani hevur Anna givið tónleik út og hevur javnan havt framførslur bæði í Danmark og Føroyum. 9 Jasim Dahl X FACTOR, DANMARK (2014) Blaðunga Jasmin Dahl mannaði í 2014 bólkinum Anthony Jasmin saman við Anthony Lopez. Tey bæði høvdu alt, sum ein slík tónleikakapping krevur. Tey sungu væl, dugdu væl at framføra, og vóru fitt og sympatisk á sjónvarpsskíggjanum. Tey megnaðu eisini tað, sum eingan annar hevði megnað áður. Tey vunnu donsku útgávuna av X Factor sum bólkur og gjørdu innspæling av einari EP-útgávu í USA. 10