hósdagur 19. januar 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
24
BREXIT
HALLUR AV RANA
Ø
ll
heimsins
eygu
vóru týsdagin vend
móti bretska høvuðs
staðnum London, har
Theresa May, bretski forsætis
ráðharrin, helt helst mest týdn
ingarmestu politiska røðu í
hennara lívi.
Síðan Theresa May tók við
leiðsluni av konservativu stjórn
ini eftir David Cameron, hevur
mest sum tøgn valdað um ætl
anirnar hjá bretsku stjórnini
at taka seg úr Evropeiska Sam
veldinum. Lítið hevur verið at
frætt um hvussu stjórnin tulkar
fólkaatkvøðuna, hvussu Brexit
skal fremjast og nær tilgongdin
at taka Bretland úr ES byrjar.
Men í síni ein tíma longu
røðu týsdagin svaraði forsætis
ráðharrin upp á flest øll ivamál,
og setti eina greiða kós, ið skal
leiða Bretland úr Evropeiska
Samveldinum. Í tólv punktum
nevndi hon hvussu Bretland
frá mars 2017 skuldi byrja til
gongdina at taka seg úr ES tey
næstu tvey árini.
Ein greiður boðskapur
Ein teirra, ið fylgdi væl við røðuni
hjá bretska forsætisráðharranum
var Áki Johansen, føroyski sendi
maðurin til London. Sambært
honum, so var talan um eina
greiða talu frá einum forsætis
ráðharran, ið áður ikki hevur
sagt so nógv.
– Stórur spenningurin var
knýttur at taluni hjá forsætis
ráðharranum, tí frammanundan
hevði hon hildið kortini tætt
at sær. Tað sást millum annað
tá Ivan Rogers, bretski sendi
maðurin til ES, segði sessin frá
sær, tí hann visti ikki hvørjar
ætlanir stjórnin hevði, sigur Áki
Johansen.
Nógv av tí, ið varð ført fram
í taluni var tað, ið man kundi
væntað, men sambært sendi
harranum stakk hon eisini nøkur
ting út í kortið, ið man ikki visti
av áðrenn.
– Tað at hon meldar út, at
Bretland fer úr ES, tað visti
man áðrenn. Men at Bretland
ikki longur verður ein partur
av tollsamgonguni ella innara
marknaðinum hevði man einans
gitt um. Men í taluni gjørdi hon
tað øgiliga greitt, at hetta verður
tað, ið man fer eftir, sigur Áki
Johansen.
Skifti hest
At 52 prosent av bretsku velj
arunum 23. juni 2016 valdur at
fara úr ES kom óvart á tey flestu.
Harímillum fleiri av leiðandi
politikarunum í landinum, ið ikki
ímyndaðu sær, at ónøgdin við
ES var so stór, at fólkið ynskti at
sleppa úr gamla samstarvinum.
Theresa May var tá millum
teir politikarar, ið stuðlaðu fram
haldandi limaskapi í ES, men tá
David Cameron legði frá sær
eftir fólkaatkvøðuna, vann hon
neyðuga stuðulin innanhýsis
í flokkinum til at gerast nýggi
forsætisráðharrin. Tað merkti
samstundis, at hon fekk til
uppgávu at føra landið úr tí
samstarvi, ið hon sjálv stuðlaði.
– Tað er rætt, at hon ikki var
millum teirra, ið var fyri ES, ið
rópti harðast undir valstríðnum,
men nú hevur hon átikið sær
ein heilt annan leiklut sum
forsætisráðharri. Hon hevur
átikið sær at ganga á odda
fyri demokratiska viljanum
hjá fólkinum. Meirilutin var
fyri Brexit. Hóast tað ikki var
hennara ynski, so er tað nú tað,
ið hon heldur fast uppá, og virkar
fyri, vísir Áki Johansen á.
Hóast talan hjá Theresu May
var ein greið fráboðan til ES um,
at Bretland meinar tað í álvara,
og byrjar nú tilgongdina at fara
úr ES, so metir Áki Johansen, at
talan hevur verið væl móttikin
kring alt Evropa.
– Man hevur næstan bara
hoyrt positivar fráboðanir um
røðuna her í Bretlandi og í ES.
Nú vita allir partar hvat støðan
er, og at bretska tokið er startað,
sigur Áki Johansen.
Hóttanir hómast
Nógvir viðmerkjarar hava
skýrt nýggju linjuna fyri at
vera ein hard brexit. Tað er ikki
torført at skilja, tí talan er um
eitt fullkomiligt slít av gamla
samstarvinum. Og hóast Theresa
May í røðuni legði upp til eina
friðarliga loysn, so vóru eisini
onkrar vinarligar áminningar
at hóma um, at Bretland kann
gera lívið súrt fyri ES, um sam
ráðingarnar ikki ganga væl.
– Hon nevndi millum ann
að, at um ES ætlar at revsa
Bretland, ið hevur tikið eina
demokratiska avgerð at fara
úr ES, so kann stjórnin seta
partabrævaskattin niður, so
altjóða fyritøkur velja Bretland
framum ES. Harumframt vísti
hon á samstarvið innan fregnar
tænastuna, ið hevur hjálpt
øllum ES-londum at fyribyrgt
yvirgang og annað, sigur Áki
Johansen og vísir á, at tað bara
vóru tvey av fleiri dømum, ið
forsætisráðharrin nevndi.
Sum heild metir føroyski
sendiharrin í Bretlandi tó, at
tónin í røðuni var sera høviskur.
– Forsætisráðharrin var sera
høvisk, og nevndi m.a. at ES
var besti vinurin hjá Bretlandi.
Tað er í sær sjálvum óvanligt, tí
stjórnir hava ikki vinir, tey hava
áhugamál. Men tað varð millum
linjurnar gjørt greitt, at um ES
vendir Bretland bakið, so skulu
Áki Johansen, føroyskur
sendimaður til London
Meirilutin var
fyri Brexit.
Hóast tað ikki
var hennara
ynski, so er
tað nú tað, ið
hon heldur
fast uppá, og
virkar fyri
THERESA VALDI
HØRÐU LEIÐINA
– Forsætisráðharrin var sera høvisk, og nevndi m.a. at ES var besti vinurin
hjá Bretlandi. Tað er í sær sjálvum óvanligt, tí stjórnir hava ikki vinir, tey hava
áhugamál. Men tað varð millum linjurnar gjørt greitt, at um ES vendir Bretland
bakið, so skulu tey ikki vænta nakra hjálp frá Bretlandi longur, og at eingin avtala,
er betri enn ein vánalig avtala. Tað sigur Áki Johansen, føroyskur sendimaður
til London, nú bretska stjórnin hevur boðað frá hvussu Brexit verður framt