hósdagur 19. januar 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
25
Úrslitið av amerikanska
forsetavalinum hevur elvt
til stúran um allan heim, sum
m.a. sæð í hesi tekningina
hjá Christian Bloom, ið bleiv
prentað í norska blaðnum
VG síðsta vikuskiftið, men
hevur síðan gingið sína
sigursgongd um allan heim.
tey ikki vænta nakra hjálp frá
Bretlandi longur, og at eingin
avtala, er betri enn ein vánalig
avtala, sigur Áki Johansen.
Leisturin sum Theresa May
kunngjørdi í gjár tykist tó at
miðja eftir, at allir partar vinna í
komandi samráðingunum, metir
føroyski sendimaðurin.
– Farið verður eftir tí djørvu
semjuni, har báðir partar vinna.
Áðrenn røðuna hava mót
støðufólk ákært Theresu May
fyri at vilja eta alla kakuna sjálv,
men tað hon nú leggur upp til
er eitt rættvíst býti, sigur Áki
Johansen, og leggur afturat.
– Tað inniber m.a. at bretar
framyvir sleppa undan at rinda
meira til ES enn tey fáa frá ES,
men einans rinda fyri tær tæn
astur, ið tey nýta.
Ivast í tíðarætlanini
Sjálvur loyvir sendimaðurin sær
at ivast í, um tíðarætlanin hjá
Theresu May og bretsku stjórnini
fer at halda.
– Man væntar, at samráðingar
byrja í mars og eru lidnar um
tvey ár. Men tú kanst ímynda tær
øll fólkini, ið samráðast. Bæði tey,
ið sita við samráðingarborðini
og baklandið. Tá ein avtala so er
røkkin, skal hon góðkennast av
27 ymiskum londum, umframt
Bretlandi, sigur Áki Johansen,
og leggur afturat.
– Tá allar stjórnirnar hava
hugt eftir avtaluni og gjørt sínar
viðmerkingar, skal hon so aftur
viðgerast við samráðingarborðið,
og skal gjøgnum alla mylluna
umaftur. Tá skal hon umaftur út
til øll 27 ES-londini og Bretland.
Eg ivist í, at tað kann ganga so
skjótt fyri seg, men her í London
vænta tey, at tað letur seg gera.
Skotar á bakbeinini
Tað er tó langt frá allastaðni í
enska ríkinum, at tey fegnast
um ætlanirnar at fara úr ES, og
minst av øllum í Skotlandi. Á
fólkaatkvøðuna um Brexit valdu
skotar við stórum meiriluta at
vera verandi í ES, men máttu
góðtaka, at tað ikki broytti saml
aða úrslitið, ið gjørdist eitt nei
til ES.
Røddir hava verið frammi
um, at um Bretland fer úr ES, og
ikki megnar at fáa eina nøktandi
avtalu um framtíðar samstarv,
so kann tað enda við, at skotar
krevja eina nýggja fólkaatkvøðu
um loysing frá Bretlandi.
Áki Johansen ivast tó í, um
undirtøkan er til staðar í Skot
landi fyri loysing frá restina av
Bretlandi.
– Skotar hótta við eini fólka
atkvøðu, men satt at siga, so
gongur tað ikki serliga væl í
Skotlandi í løtuni. Skattainn
tøkurnar eru lágar og oljuprísurin
er lágur, meðan skúlaverkið og
heilsuverkið kosta meir enn
væntað, sigur Áki Johansen, og
leggur afturat.
– Meirilutin at vera verandi er
størri enn hann hevur verið áður.
SNP, skotski stjórnarflokkurin,
vil tó vera við, at ein vánalig
avtala við ES kann ávirka tann
stuðulin, ið Bretland hevur í
Skotlandi, sigur Áki Johansen.
Klandur um fiskivinnuna
Eitt av málunum, ið sendimaðurin
metir kann føra til rok millum
bretsku og skotsku stjórnirnar
er hvør skal umsita fiskivinnuna,
tá hon verður tikin heim frá ES.
– Sum nú er, so umsitur
ES allar kvotur hjá bretum.
Spurningurin er so hvat hendir,
tá bretar aftur skulu umsita sínar
egnu kvotur, serliga havandi
í huga, at fiskivinnan er eitt
yvirtikið málsøkið í Skotlandi.
Altjóða politikkur so sum avtalur
um kvotur í altjóða sjógvi er
enn bretskt málsøki sigur Áki
Johansen.
Føroyski sendimaðurin í
London vísir á, at tað eru fleiri
partar, ið hava áhugað í at umsita
fiskivinnuna.
– Í London meta tey, at slík
ar samráðingar eiga at fyri
ganga her, skotar siga tað sama
um, at tað skal umsitast úr
Holyrood, meðan hetlendingar
meta, at fiskivinnan eigur at
hava høvuðssæti har. So tey
klandrast innanhýsis um hvør
skal umsita fiskivinnuna og
samráðast um kvotur, sigur
Áki Johansen, ið tó ivast í, at
tað er gott fyri føroyingar, um
skotar ella hetlendingar fáa
sín vilja og sleppa framat sam
ráðingarborðinum.
– Tað eru ikki pen orð, ið
skotskir miðlar viðhvørt brúka
um føroyingar og føroysk skip.
Vit verða mest at líkna við
sjórænarar, sigur Áki Johansen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Farið verður eftir tí
djørvu semjuni, har
báðir partar vinna.
Áðrenn røðuna hava
mótstøðufólk ákært
Teresu May fyri at vilja eta alla
kakuna sjálv, men tað hon nú
leggur upp til er eitt rættvíst býti