hósdagur 19. januar 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
29
TRÓNDUR ARGE
M
arco van Basten er
tríggjar ferðir kosin
til heimsins besta
fótbóltsspælara.
Hann eigur eisini eitt tað flottasta
málið í heimssøguni, tá hann í EM
finaluni í 1988 bankaði bóltin í
handara síðunet úr spíksum. Málið
er endurspælt óteljandi ferðir.
Í septembur heitti altjóða
fótbóltssamgongan á Marco van
Basten, um at blíva tekniskur stjóri
í FIFA. Hann tók av og hevur síðani
arbeitt við møguligum broytingum
í fótbóltsheiminum. Nú hevur
hann víst á nakrar broytingar – og
tað er ikki hissini broytingar, sum
hann er kemur við.
Millum annað heldur heimsins
besti fótbóltsspælari frá 1988, 1989
og 1992, at regulin um rangstøðu
skal ógildast. Orsøkin er, at liðini í
dag hava ov lætt við at verja.
– Tú sær í dag fótbóltslið spæla
við níggju monnu í verjustøðu,
meðan tað er torført hjá áleyp
andi liðnum at skora. Um ongin
rangstøða er við, so kunnu spælar
arnir renna innum verjuna áðrenn,
og har við fáa fleiri møguleikar, sig
ur Marco van Basten millum annað
við týska Bild.
Tað er ongin ivi um, at hetta er
størsta broytingini í heimsfótbólti
í longri tíð, um hon gerst veruleiki.
Skulu spæla færri dystir
Marco van Basten er sannførdur
um, at fótbóltsspælarar í dag spæla
ov nógvar dystir. Í hesum døgum
er ikki óhugsandi, at teir bestu
spæla upp ímóti 80 dystum upp á
eitt kappingarár.
Eg havi tosað við venjarar kring
heimin. Teir ynskja ikki fleiri dyst
ir, men betri dystir. Tað kunnu vit
tryggja, við eitt at seta eitt loft fyri
hvussu nógvar dystir ein spælari
kann spæla, sigur Marco van
Basten.
Hann vísir á eitt nú Lionel Messi
úr Barcelona og Cristiano Ronaldo
úr Real Madrid, sum spæla nógvar
dystir, men at vit helst ynskja at
síggja teir spæla við yvirskoti.
Hann heldur eisini, at tíðin er røtt
at kjakast um skipanina í Ongland
og Frakland, sum bæði hava tvær
steypakappingar.
Brotsspørk skulu dribblast
Framherjin við framúr góða skot
inum heldur eisini, at brotsspørkini
skulu avtakast. Tað er ov tilvildar
ligt hvør skorar og hvør ikki skorar.
Tí heldur Marco van Basten, at vit
skulu til at dribbla úr 25 metrum,
og tú hevur átta sekund at skora.
Tá er tað meiri upp til evnini hjá
spælaranum at avgera, um hann
skorar, heldur Marco van Basten
fyri.
Hetta bleiv roynt í Major League
Soccer mitt í 90 unum.
Bara liðskiparin tosar
við dómaran
Ein afturvendandi trupulleiki í
fótbólti eru vánaligir dómarar, ið
ikki døma sum spælararnir vilja.
Tí hava spælararnir ongan annan
møguleika at sverta dómaran til.
Tað passar sjálvandi ikki, men tað
er ein afturvendandi trupulleiki, at
spælarar ikki duga sær hógv, tá teir
samskifta við dómaran.
Upp til fleiri ferðir er reglugerðin
herd, men tað er framvegis ein
trupulleiki.
Í rugby er reglugerðin, at tað
bara er liðskiparin, ið hevur loyvi
at tosa við dómaran. Hetta heldur
Marco van Basten eisini er eitt gott
hugskot í fótbólti.
Aðrar broytingar
Somuleiðis skal eitt lið kunna gera
fleiri útskiftingar enn tær tríggjar,
sum eru loyvdar nú, tá farið verður
til longda leiktíð.
Hann heldur eisini, at ein verju
spælari, eins og í kurvabólti, bara
skal kunna gera eitt ávíst tal av
fríspørkum. Eitt nú fimm fríspørk,
so skalt tú út, men ein annar kann
koma í títt stað.
Av øðrum kunnu nevnast, at ein
spælari skal út í tíggju minuttir
fyri gult kort, og at talan verður um
effektiva spælitíð seinastu tíggju
minuttirnar, so drál verður komið
til lívs. Her er tankin, at bólturin
ikki skal liggja stillur longri enn
tíggju sekund á gangin, áðrenn
spælið skal takast upp aftur.
Nú verður spennandi at fylgja
gongdini í hesum málinum, tí
tað kemur heilt víst at broyta
fótbóltin, sum vit kenna hann
í dag. Tó er væntandi, at Marco
van Basten og hansara stuðlar fáa
nógva mótstøðu, tí fótbólturin er
tiltikin siðursvandur.
trondur@sosialurin.fo
Rangstøðan út
Marco van Basten, teknsikur stjóri í FIFA, ynskir at
gera tíggju broytingar í fótbóltslógini. Onkrar av
broytingunum eru einki minni enn kollveltandi
Marco van Basten:
Listin hjá Marco van
Basten leggur upp til
1. Ongin rangstøða
2. Ávíst tal av fríspørkum fyri hvønn spælara
3. Effektiv spæltíð frá 80. minutti
4. Gult kort merkir út í tíggju minuttir
5. Brotsspark verður ein dribbling frá 25 metrum
6. Bara liðskiparin hevur lov at tosa við dómaran
7. Fleiri útskiftingar í longdari leiktíð
8. Færri dystir
9. Færri spælarar á vøllinum í yngri deildunum
10. Flúgvandi útskiftingar í ungdómsdeildunum
Um reglarnir koma í gildi, so verður verri at steðga Lionel Messi
Marco van Basten
Polfoto
Petur Reinert í kjaki við spælarar