hósdagur 19. januar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
SOSIALURIN 9
28
ÍTRÓTTUR
FIFA KOLL
VELTIR
FÓTBÓLTIN
TRÓNDUR ARGE
F
ótbóltur og fótbóltsspælið
hevur verið fyri støðugum
broytingum gjøgnum tíð
ina. Onkrar broytingar
hava veruliga broytt spælið. Eitt nú
triðja útskiftingin, og at málverjin
ikki hevur loyvi at taka bóltin upp,
eftir afturlegging. Vit hava eisini
sæð broytingar uttanfyri vøllin.
HM endaspælið er í dag fyri 32
lond. Í 1930 var tað 13 lond eftir
innbjóðing, meðan tað í dag er 32
lond eftir drúgva undankapping.
Millum seinastu broytingarnar eru
máltøkni, sum vit síggja í størru
kappingunum.
Eisini hava áløgdu flyting
arvindeyguni broytt, hvussu
spælarar blíva keyptir og seldir.
Bosman-dómurin broytti eisini
valdsdystin millum spælarar og
feløg, tí spælarar nú kundu fara
frítt, tá sáttmálin gekk út.
Eisini eru kvoturnar broyttar,
fyri hvussu nógvar útlendskar
spælarar eitt lið kann hava. Hetta
er ymiskt frá landi til landi, men
eitt nú er tað við lóg staðfest, at tað
er ikki lov at seta kvotu á spælarar
úr EU, sum spæla í EU.
FIFA forsetin spælir høgt
spæl – 48 lond til HM
Tað var ein tíð, tá tú við vissu
kundi siga, at tað vóru tey bestu,
sum komu til HM endaspælið. Her
vóru fyri tað mesta dystir millum
tey bestu. Stóri áhugin fyri fótbólti,
og ein veksandi áhugi fyri at økja
um inntøkur hjá FIFA hava broytt
hetta.
Undir leiðslu av João Havelange
forseta økti FIFA tvær ferðir talið
av luttøku londum. Til HM enda
spælið í 1982 verður talið av londum,
sum sleppa til endaspælið økt úr
16 upp í 24. Í seinastu setuni økti
João Havelange aftur luttøkutalið,
so at 32 lond sloppu við til HM 1998
í Fraklandi.
Sepp Blatter hótti við at økja
luttøkutalið, men tað var bara sæð
sum valagn. Nú er Sepp Blatter
vekk, men nýggi FIFA forsetin skal
eisini gera seg væl við meginpartin
av teimum 211 limalondunum. Tí
er tað við góðkenning og stuðli av
Gianni Infantino, at FIFA um árs
skiftið kunngjørdi, at 48 lond koma
til HM endaspælið í 2026.
Bólkaspælið kollvelt
Hugskotið við 48 liðum er, at tað
skulu verða 16 bólkar við trimum
liðnum. Hetta er ein kollvelting frá
vanliga bólkaspælinum, har tað eru
fýra lið. Fyrimunurin er, at talan
verður um ein dyst færri fyri hvørt
liðið í bólkaspælinum, umframt
at møguleikin fyri dystum uttan
týdning blíva færri.
Ein kritikkur av bólkaspælinum
við fýra liðum er, at eitt ella enntá
bæði tvey eru víðari undan seinsta
umfarinum. Hetta hevur elvt til
fleiri óáhugaverdar dystir, har ov
lítið stendur upp á spæl.
Vansin er hinvegin, at tað er
sannlíkt at tey bæði liðini, sum
møtast til seinst í bólkaspælinum
kunnu koma víðari við einum ávís
um úrsliti. Tá er hugsandi at vit
fáa ein dyst, har hvørki av liðnum
leypur á meir enn neyðugt. Tí er ein
ætlan at arbeiða við einum upp
skoti, har ongin dystur kann enda
við javnleiki. Tað er púra óhoyrt í
bólkaspæli.
Fleiri dystir
- meiri pengar
Hóast vegurin til finaluna ikki verð
ur longri, so verður talan um fleiri
dystir. Í løtuni verða 64 dystir spæl
ir í einum HM endaspæli, meðan
tað við nýggjastu broytingini verða
spældir 80 dystir. Tó spælir hvørt
einstakt land spælir ikki fleiri dyst
ir enn undir núverandi skipan.
Tað verður mett, at FIFA økir
inntøkurnar áleið 800 milliónir
krónur, við at loyva 48 londum við
til HM endaspælið. Tað merkir, at
áleið ein fjórðingur av øllum FIFA
limalondunum sleppa til HM enda
spælið.
Evropa lítlan ágóða
Evropa hevur í løtuni 13 pláss í HM
endaspælinum. Tað verður økt upp
til 16, meðan Suðuramerika fer frá
fýra og einum play-off dysti, til
seks pláss.
Stóru vinnararnir eru Afrika
og Asia. Tey fara frá 9 og einum
play-off dysti til 17 og eina play-
off finalu móti Norðuramerika,
sum fær trý pláss eyka.
Tað vil siga, at tungvektarnir
úr Evropa og Suðuramerika fáa
22 pláss til samans, meðan Afrika,
Asia og Norðuramerika fáa 24
pláss. Síðani fær osiania eitt pláss,
umframt vertstjóðin fyri HM.
HM ein pengamaskina
Dagarnir, tá endaspølini vóru fyri
tey útvaldu, eru taldir. Nú skal
endaspælið tjena so nógvar pengar
sum gjørligt. Eisini verður tað brúkt
sum politiskt spæl, tí tað er ilt at
síggja aðrar orsøkir til at økja um
talið av londum til HM endaspælið.
Heitið endaspæli missir sítt virðið,
tá veikar fótbóltstjóðir skulu spæla
á stóra pallinum. Tú kanst eisini
argumentera fyri, at tað gevur
fleiri møguleikan at koma við og
harvið mennast.
Champions League er heldur
ikki fyri meistarar longur, men fyri
tey ríku. Pengarnir ráða í fótbólti.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur og fótbóltsspælið sum vit kenna tað,
stendur fyri nógvum broytingum komandi
tíðina, um tað er upp til ovastu høvdini í FIFA.
Fyri kortum bleiv viðtikið, at 48 lond skulu
við til HM endaspælið í 2026, meðan tekniski
stjórin leggur upp til tíggju broytingar í sjálvum
spælinum. Onkrar av teimum er kollveltandi
Gianni Infantino forseti í FIFA