Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNAN Atli Gregersen: Atli Gregersen metir, at ein uppboðssøla av loyvum er ikki ein rættur máti at skipa vinnuna eftir. Ótryggleikin gerst ov stórur. Tó fegnast hann um, at stovnsrøktin og lívfrøðin fær ein størri leiklut undir nýskipanini, enn hon hevur havt fyrr Sólvit E. Nolsø Fiskivinnunýskipanin hevur ver­ið ávegis í eina tíð nú. Í veru­leik­an­um hevur hon ver­ið ávegis í næstan 10 ár, síð­an ver­andi loyvir blivu upp­søgd at ganga út 31. des­ emb­er í ár. Í nógv ár sá ikki út at henda stórvegis í mál­ in­um, alt meðan vit komu nærri og nærri deg­num har loyv­ini ganga út. Eftir seinasta løgtingsval hevði mann tó ein varhuga av, at okkurt fór at henda nú. And­støð­an, sum sat sein­ asta løg­tings­skeið, Javn­að­ar­ flokk­ur­in, Tjóð­veldi og Fram­ sókn, hevði verið ógvuliga at­finn­ing­ar­som móvegis fiski­vinnu­poli­tikk­inum hjá sam­gong­uni. Tá and­støð­an síð­ani gjørdist samgonga og 31. desember 2017 kom mitt í sam­gongutíðarskeiðnum, visti mann, at ein arbeiðið at gera eina nýskipan fór av álv­ara at taka dik á seg nú. Tað gekk heldur ikki long tíð, so hevði nýggi fiski­mála­ráð­ harr­in, Høgni Hoydal, boða frá, at ein nevnd var sett, ið skuldi koma við einum til­ mæli um eina nýskipan av fiski­vinn­uni. Útgangsstøðið var skeivt Atli Gregersen er fiski­frøð­ ing­ur og nevnd­ar­lim­ur í Før­oya Arbeiðsgevarafelag. Hann hevur í fleiri umførum út­talað seg um nýskipanina av fiski­vinnuni og umboðaði eis­ini arbeiðsgevararnar í ein­um vinnuligum fylgibólki til ný­skip­an­ararbeiðið. Atli Gregersen sigur, at út­gangsstøðið í nýskipanar­ arb­eið­num var skeivt. Held­ ur enn enn at taka út­gangs­ støði í verandi skipan og hyggja eftir hvat riggaði við hennið og hvat ikki rigg­ aði, so valdi mann at geva ný­skip­an­ar­bólk­inum eina bundna uppgávu at koll­velta skip­an­ina til eina skip­an, sum skuldi verða markn­að­ ar­grundað. – Heldur enn at hyggja at, hvat riggaði við ver­andi skipan og rættað henn­ara lýtir, so gav mann ný­skip­anarbólkinum boð um at koma við einum upp­ skoti um ein nýggjan út­lut­ ing­ar­hátt. Tað var ein skeiv byrj­an, sigur Atli Gregersen. Hann sigur, at tað er skeivt tá tað verður ført fram av løgmanni og fiski­ mála­ráð­harr­an­um, at ný­ skip­an­ar­bólkurin hevur givið til­mælir um eitt nýtt slag av útluting. Hon fekk boð um at gera tað og tískil hevði hon einki annað val. – Johnny í Grótinum, for­mað­ur í bólkinum, hevur hin­veg­in ført fram meir enn eina­ferð, at um endamálið er at fáa eina so stóra til­ feing­is­rentu til landið sum møgu­ligt, sum vælsaktans má verða endamálið, so skal vinnan hava trygg rætt­indi og mann má verða fleksi­bul í samráðingunum um ný­ skipanina, sigur Atli Greg­er­ sen. Hann sigur víðari, at tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru samd við Johnny í Grót­ inum um trygg rætt­ind­ir til vinnuna. Tað er ásann­ að, at tað var ein skeiv­ leiki í skipanini, serliga tá ávísir skipabólkar byrj­aðu at forvinna nógv størri peningarupphæddir enn aðrir skipabólkar, mein tilfeingisgjaldið, ið und­an­ farna samgonga sett inn, rætt­aði uppá skeivleikarnar, met­ir Atli Gregersen. Í øllum før­um var tað ein góð byrjan, sum mann kundi arbeitt víð­ ari við. – Eitt lutfalsliga høgt til­feing­is­gjald hevði verið tað rætta at hildi fast í, heldur enn at út­luta loyvir á henda hátt, sum ætlanin er nú. Við ein tilfeingisgjaldi rinda teir, sum hava ein forræt til fólks­ ins ogn, eitt gjald fyri at um­ sita sín forræt. Sam­stund­is virkar tað eisini sum ein forðing fyri stóru pen­inga­ upp­hæddunum, sum skifta hend­ur tá skip verða seld, tí tú lækk­ar um søluvirðið tá tú veit, at eitt tilfeingisgjald skal rind­ast, sigur Atli Greg­ er­sen. Atli Gregersen sigur víð­ ari, at vinnan hevði tikið und­ir við eini tílíkari skipan og hevði væl kunnað virka und­ir hennið. – Tilfeingisg jaldið ræt­taði uppá skeivleikan, ið var komin inn í vinnuna, men var­veitti tryggu rættindini, sum vinnan hevur tørv á fyri at virka og vaksa eftir bestu for­treyt­um, umframt at hon tryggjaði inntøkur í lands­kassan. Mann átti at arb­eitt víð­ari við hesi skipan, held­ur enn at gera ein heilt nýggja skipan við útbjóðing av rættindum, ið hevur ein nógv størri ótryggleika við sær, sigur Atli Gregersen. Taka fult undir við betri stovnsrøkt Tað er ikki bert ein markn­ að­argrundað út­lut­ing av rætt­indum, sum nýskipanin av fiskivinnuni snýr seg um. Ein verður fyrigivin um ein hev­ur fingið tað fatanina, tí kjakið hevur snúð seg um lítið annað, men aðrir um­ ráðandi og umfatandi tætti er eisini við. Millum ann­að skal størri dentur leggj­ast á røktina av okkara fiska­ stovn­um. Eitt átak, sum Atli UPPBOÐSSØLA ER IKKI VEGURIN FRAM