Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 ALMENN VITJAN YAR Áki Bertholdsen Føroyingar skulu ikki bjóða russiska forsetanum, Vladi­ mir Putin, og nývalda ameri­ kanska forsetanum, Donald Trump, til Føroya. Tað heldur Sonja Jógv­ ansdóttir, løgtings­kvinna. Í farnu viku fekk Aksel V. Johannesen, løgmaður, eina beinleiðis áheitan frá Miðflokkinum um at bjóða teimum báðum til Føroyar at halda toppfund. Teir báðir tingmenninir fyri flokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen, vísa á, at Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, sum hava frið við bæði stór­veldini og sum eitt lítið oyggja­land eru Føroyar væl­ egnaðar til fundir ímillum ríkisleiðarar við serligum atliti at trygd og tilbúgving. Teir halda eisini, at hetta kann rættiliga seta Føroyar á Heimskortið. Og í býráðnum í Havn eru tey samd, segði Annika Olsen, borgarstjóri við www. in.fo. Og hon heldur eisini, at hetta kundi verið ein fantastisk marknaðarføring fyri Føroyar. Grundleggjandi ósamd Men hesum er Sonja Jógv­ ansdóttir grundleggj­andi ósamd í. Hon vísir á, at høvdu teir sjálvir vilja sloppið til Føroyar, so friður verið við tí. Men beinleiðis at bjóða teimum hendavegin heldur hon er skeivt. Hon vísir á, at báðir tveir standa fyri einum menn­ iskjasýni, sum vit í Føroyum als ikki vilja kennast við. – Putin stendur fyri óteljandi brotsverkum í Russlandi, har fólkaræðið hevur ring kor og har journalistar, og onnur, sum tala at, eirindaleyst verða fyribeind. Og so eru ikki um at tala brotsverkini hjá Putin í Tjetjenia og í Ukreina, har Russland hevur gjørt innrás. Samstundis hevur ný­ valdi amerikanski forsetin, Donlad Trump, aftur og aftur víst, hvussu niðrandi hann er ímóti ymsum kvinnum og øðrum samfelagsbólkum, og hvussu trongskygd sjónar­mið hann hevur í sam­bandi við rættindi hjá minnilutabólkum, tað verið seg vegna uppruna, kynsligan samleika, húðarlit, trúgv, politiska áskoðan, ella brek. Sonja Jógvansdóttir vísir á, at Donald Trump hevur eina so niðrandi og trongskygda menniskjasjón, helst á kvinnur, at kring allan heimin ganga kvinnur, og kvinnurættindastuðlar, í hesum døgum mótmælis­ gongu ímóti honum. – Men í Havnini er ætlanin at rulla reyðu lang­ mottuna út fyri honum og bølmenninum, Vladimir Put­ in, sum traðkar alt undir fót, ið ikki hóvar honum. Kalt niðureftir rygginum Sonja Jógvansdóttir sigur, at kundi talan verðið um ein politiskan toppfund, sum kundi slóða fyri at gjørt heimin betri, og sum kundi slóða fyri at latið heimin upp, kundi hon skilt tað. – Tað var støðan, tá ið Gorbatjov og Reagan hittust í Reykjavík á sinni, tí tá vórðu virðini glæsiligari. Men tað er ikki talan um her. Her er talan um at tveir stjórnarleiðarar, ið halda seg vera rættar menn, sum skulu hittast og tað fer at føra til enn meiri spjaðing. – Málbrúkið hjá Trump er óunniligt, og fær tað mangan at renna kalt niður eftir rygginum, tí hetta minnir ræðandi nógv um tað hjá einaræðisharrum, sum hava spreitt kríggj, hatur og hópoyðing, sigur Sonja Jógvansdóttir Hon ásannar, at sjálvandi kann ein slík vitjan seta Føroyar á heimskortið. Men hon heldur samstundis, at tað skal valdast, hvat vit koma á heimskortið fyri – og annars staðfestir hon, at tað hava tey í Ferðaráðnum duga ómetaliga væl, uttan hjálp frá Putin ella Trump. Spurningurin er so um Sonja Jógvansdóttir fer at mæla løgmanni frá at taka áheitanina frá Miðflokkinum til eftirtektar. Men tað heldur hon, er óneyðugt. – Í fyrru atløgu kennur hann míni sjónarmið og í øðrum lagi vænti eg ikki, at løgmaður yvirhøvur hugsar um at taka áheitanina til eftirtektar, tí hann er javn­ aðarmaður og tað liggur fjart frá Trump og Putin Sonja Jógvansdóttir sigur, at við hesum setir hon als ikki spurnartekin um at Donald Trump er valdur til forseta, tí hann er lógliga valdur eftir teirri skipan, tey hava í USA. Men hann hevur ikki ein savnandi boðskap, tí tað hann prædikar, er enn meiri spjaðing í heiminum. – Mátin, hann tosar upp á, elvir til spjaðing, og øsir fólk upp ímóti hvørjum øðrum, og slík fólk eru vandamikil, leggur Sonja Jógvansdóttir afturat. Føroyingar skulu ikki rulla reyðu langmottuna út fyri stjórnarleiðarum, sum eggja til stríð og ósemju, heldur enn til frið og semju Slíkt skulu Føroyar ikki leggja navn til Sonja Jógvansdóttir: am tað tey hava ein heilan her av embætisfólki, og øðrum, við sær umframt øll tíðindafólkini, sum høvdu komið hendavegin. – Men tað kundi verið aðrar almennar vitjanir, sum vit saktans høvdu maktað og tí vilja vit vísa á, at vit eru til reiðar at hava ein virknan leiklut, sigur Gunnvør Balle.