Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ALMENN VITJAN Áki Bertholdsen Føroyingar eru væl førir fyri at hýsa einm toppfundi sum hesum Tað heldur Annika Olsen, borgarsjóri í Havn Hon sigur við www.in.fo, at Tórshavnar Býráð hevur umrøtt sermerktu áheit­ anina frá Miðflokkinum á løgmann um at bjóða Trump og Putin til Føroya. – Hon sigur, at hetta er ikki ein nýggjur tanki, men nakað, sum hon hevur hugsað um leingi. Hon heldur, at tað hevði av álvara sett Føroyar á heims­kortið. – Tað hevði verið ein fantastisk marknaðarføring av Føroyum, sum eisini hevði tænt vinnuni væl, sigur hon. Annika Olsen vísir ivast ikki í, at føroyingar eru væl førir fyri at fyriareika og hýsa slíkum fundum – og hon sigur, at Føroyar eru sera væl egnaðar til slíkar toppfundir. – Her er sera friðarligar, lítil og eingin kriminalitetur, so av trygdarávum eru Før­ oyar eitt sera gott stað til slíkt. Á býráðnum í Havn hava tey sostatt gjørt av at løgmanni og til uttan­ ríkisráðnum bræv, har tey boða frá, at Tórshavnar kommuna fegin vil hava ein virknan leiklut í hesum máli, og at tey samstundis bjóða høvuðsstaðin fram at hýsa einum slíkum toppfundi. Russlandi er tað landið, sum Føroyar hevur nógv størst handilssamstarv við. 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør útflttu føroyingar fyri 1,5 milliardir krónur til Russlands. Tað er tað sama sum 23 prosent av samlaða útflutninginum. Á øðrum og triðja plássið er USA, sum keypti fyri 745 milliónir krónur úr Føroyum, sum er 11 prosent av samlaða útflutninginum. So um fremsu ríkis­leið­ ararnir í heiminum koma til Føroya, so eru teir sam­ stundis umboð fyri tvey tey størstu keyparalondini av føroyskum vørum. TRUMP OG PUTIN HØVDU SETT FØROY Á HEIMSKORTIÐ Tað hevði verið ein fantastisk marknaðarføring av Føroyum at fingið Trump og Putin til Føroya, heldur borgarstjórin í Havn Áki Bertholdsen – Skuldu vit fingið almennar vitjanir til Føroya, vilja vit, sum høvuðstaður fegin bjóða okkum fram at hava ein virknan leiklut í tí sam­ bandi. – Men tað merkir ikki, at vit taka støðu til uttan­ ríkispolitisk viður­skifti. Tað er ikki okkara borð, tí tað er ein spurningur, landsstýrið einsamalt tekur støðu til. Tað sigur Gunnvør Balle, varaborgarstjóri í Havn. Hon sigur tað í sambandi við, at Miðflokkurin hevur heitt á løgmann um at bjóða Donald Trump og Vladimir Putin til Føroya at halda toppfund. Annika Olsen, borgar­ stjóri, segði við www.in.fo, at í hesum sambandi hevur Tórshavnar Býráð bjóðað seg fram, tí hon heldur, at hetta kundi verið ein fantastiskur møguleiki at sett Føroyar á heimskortið. Hinvegin heldur Sonja Jógvansdóttir, løgtings­ kvinna, at Trump og Putin umboða eina menniskjasjón, sum er so fjar frá okkara, at vit eiga ikki at bjóða slíkum fólki hendavegin. Havnin bjóðar seg fram Gunnvør Balle er samd í, at Havnin eigur at bjóða seg fram. – Nú tankin um at bjóða Trump og Putin til Føroya, halda vit í Tórshavnar býráð, at sum høvustaður vilja vit fegin bjóða okkum fram at hava ein virknan leiklut í eini slíkari vitjan, sigur Gunnvør Balle. Men hon leggur dent á, at við hesum hevur býráðið als ikki upp á nakran máta tikið støðu til tey politisku viðurskiftini. – Tað stendur ikki til Tórshavnar Býráð at taka støðu til uttanríkispolitisk viður­skifti, tí tað áliggur landsstýrinum einsamøllum, so tað hava vit onga meining um yvirhøvur, sigur hon. – Tað einasta, sum liggur í hesum er, at skuldu vit fing­ ið eina almenna vitjan uttan­ eftir, um tað so eru Trump, Putin, ella onkur heilt annar, vilja vit sum høvuðstaður bjóða okkum fram at hava ein virknan leiklut, sum vertir fyri eini slíkari vitjan, leggur hon afturat. Hon sigur, at Havnin hevur royndir í at skipa fyri stórum tiltøkum og vit vilja fegin bjóða okkum fram sum ein altjóða ráðstovubýur og vertsbýur fyri ymisk tiltøk, eisini fyri vitjanir uttanlands, sum landsstýrið kundi fingið. Sjálv ivast hon ikki í, at tað kundi havt ómetaligt lýsingavirði fyri Føroya at fingið eina almenna vitjan. Kortini ivast hon í um tað ikki hevði verið ov stórur biti fyri eitt lítið land sum okkara at hýst einum toppfundi ímillum Putin og Trump, tí Í Tórshavnar Býráð taka vit ikki støðu til politikkin hjá Trump og Putin, men vit vilja fegin bjóða okkum fram Vit bjóða okkum fra – og onki meiri enn Gunnvør Balle: