mánadagur 23. januar 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
AMERIKANSKI FORSETIN
Hallur av Rana
Tað er ikki so vanligt, at
fólkavaldir politikarar her
á landi aktivt viðmerkja
alheims politikk á sosial
um miðlum, men tí við
víkjandi er Kaj Leo Holm
Johannesen,
løgtings
maður og fyrrverandi løg
maður, eitt undantak.
Seinastu
mánaðirnar
hevur
løgtingsmaðurin
regluliga
viðmerkt
for
setavalstríðið í USA, harí
millum eisini møguleik
arnar hjá Donald Trump at
gerast forseti.
– Eg hugdi eftir nøkr
um av valfundunum og
sendingunum, tá republi
kanski
flokkurin
skuldi
velja
forsetavalevni.
Tá
skrivaði eg rímiliga skjótt,
at Donald Trump hevði ein
møguleika. Tá trúði eingin
veruliga upp á hansara
møguleikar at vinna, men
eg sá beinanvegin, at hann
megnaði at fáa samband
við vanliga veljaran, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Dámar ikki alt
Tað er serliga retoriski
stílurin hjá nýggja for
setanum, ið Kaj Leo Holm
Johannesen
hevur
lagt
merki til.
– Hann sigur tingini
sum tey eru. Hann roynir
ikki at pynta um nakað,
og tú fært tað, ið tú sært.
Tað virkar sum nakað
nýtt í amerikanskum poli
tikki, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, ið tó vísir á,
at tað er ikki alt, ið hóvar
honum.
– Nøkur úttalilsir hava
stoytt meg, tí tey hava verið
keðilig, harðlig og niðrandi
yvirfyri
øðrum,
sigur
fyrrverandi løgmaður.
Má virða hann
Fleiri
mótmælisgongur
hava verið skipaðar móti
nýggja forsetanum áðrenn
hann reiðiliga er komin
í gongd í sínum nýggja
arbeiði. Tað er ein demo
kratiskur rættur, vísir Kaj
Leo Holm Johannesen á,
men metir tó, at tær eru í
so tíðliga.
– Tá ein meiriluti hev
ur atkvøtt fyri Donald
Trump, so má man gevur
hon tað virðing, ið hann
hevur
uppiborið,
inntil
annað er prógvað. Nógv
av tí, ið verður sagt um
hann, er langt úti, tí eitt
hvørt menniskja eigur at
fáa møguleikan at prógva
hvat man er verdur, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Mótstøðan
móti
nýggja forsetanum minn
ir løgtingsmannin á ein
annan forseta.
– Hann minnir meg um
Ronald Reagen. Hann varð
eisini skírdur bæði eitt og
annað, men hann varð ein
sterkur leiðari. So eg trúgvi
og vóni, at hetta verður ein
nýggj byrjan fyri USA og
heimin. Tí tað hevur ikki
gingið serliga væl seinastu
átta árini í amerikanskum
uttanríkispolitikki,
sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Kaj Leo Holm Johannesen:
Vóni hetta er ein nýggj byrjan