mánadagur 23. januar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
Tað var ein uppgerð við
politisku skipanina og flokk
arnar, tá Donald Trump 8.
november heldur óvæntað
vann amerikanska forseta
valið. Tað metir Jón Tyril, ið
metir at forsetin kann sam
anberast við Bernie Sand
ers, ið gav Hillary Clinton
ein skarpan gang í undan
valinum hjá demokratiska
flokkinum.
– Tað er ein orsøk til, at
Donald Trump vann. Hann
passar ikki inn nakrastaðni,
og er tað eisini grundin til,
at Bernie Sanders kláraði
seg so væl í undanvalinum.
Fólk eru troytt av at skulu
velja millum tað sama. Allir
politikararnir ljóða líka og
politikkurin er nærum tann
sami. Hetta er óansæð um
tú ert til vinstru ella høgru,
republikanari
ella
demo
kratur. Fólk ynsktu okkurt
øðrvísi, tí valdu tey Trump,
sigur Jón Tyril.
Júst tað, at Donald Trump
er eitt óskrivað blað í ameri
kanskum
politikki,
kann
gerast ein fyrimunur hjá
honum.
–
Kanska
er
hann
so
óheftur
av
politiska
maskinarínum, at hann reint
faktiskt megnar at gera onk
ran broytingar í amerikansk
um politikki, sigur Jón Tyril.
Ruskar í tingunum
Sjálvur er Jón Tyril tvíbýttur
í síni meting um nýggja
amerikanska forsetan.
– Hann er ein stuttligur
figurur, ið ruskar eitt sind
ur í tingini. Tað dámar mær
væl við honum. Men so
eru tað onnur ting, ið mær
ikki dámar so væl. Hann er
ófantaligur, ljótur í munn
inum og virkar ov glaður fyri
vald, sigur Jón Tyril.
Undir valstríðnum lovaði
Donald Trump, at hann vildi
betra um sambandið millum
Russland og USA, og blanda
seg minni í alheims politikk.
Tað er nakað, ið Jón Tyril
vónar, at nýggi forsetin fer
at halda.
– Hann lovaði at normali
sera viðurskiftini við Russ
land, ið eru versnaði nógv
seinastu árini undir fráfarnu
amerikansku stjórnini, ið
hevur kroyst Russland í ein
krók, sigur Jón Tyril, og legg
ur afturat.
– Um hann megnar at
betra tað samstarvið, so at
Russland og USA arbeiða
í felag móti IS, heldur enn
at stríðast móti hvørjum
øðrum, so hevði tað verið eitt
framstig. Harumframt vóni
eg, at hann steðgar ameri
kanskari uppílegging í hvør
situr við ræðið í ymiskum
londum í Miðeystri.
Jón Tyril hevur tó ikki tær
stóru vónirnar til, at nýggi
forsetin fer at eydnast betri
enn teir undanfarnu.
– Bæði George W. Bush
og Barack Obama lovaðu
at minka um hernaðarligu
uppíleggingina í viðurskiftini
hjá øðrum londum. Í staðin
byrjaði George W. Bush tvey
kríggj, meðan eingin forseti
í søguni hevur kríggjast so
nógv sum Barack Obama,
vísir Jón Tyril á.
Jón Tyril
Hallur av Rana
Fríggjadagin varð Donald
Trump tikin í eið sum 45.
forsetin í sambandsríki
Amerika. Stóri dagurin
hjá ríkmanninum úr New
York gekk sum væntað
hjá honum og familjuni,
men nývaldi forsetin hevði
ikki meira enn sagt síðsta
orðið í síni fyrstu røðu sum
forseti, áðrenn eitt hart
orðaskifti
kyknaði
um
røðuna í alheims miðlum
og á sosialum miðlum.
Kjakið legði seg ikki um
vikuskiftið, men gjørdist
einans heitari tá hundrað
túsundtals av kvinnum
kring allan heim luttóku
á mótmælisgongum móti
Donald Trump og hansara
úttalilsum um kvinnur.
At meiningar eru nógv
ar um Donald Trump er
ikki nakað nýtt, sum í
fleiri ártíggjund er vorðin
kendur fyri at øsa og arga
amerikanarar
við
síni
ágangandi persónmensku.
Fyrst sum byggiharri í
New York og aktivur lut
takari í almenna kjakinum,
men ikki minst síðan hann
boðaði frá, at hann stillaði
upp sum forsetavalevni
hjá republikanska flokkin
um.
Eisini
í
føroyska
kjakinum
er
Donald
Trump javnan eitt heitt
evni, og hevur Sosial
urin spurt tríggjar per
sónar, ið javnan taka lut
í almenna kjakinum, um
teirra meting av Donald
Trump, nú hann hevur
tikið við hægsta politiska
embætinum í sambands
ríkinum Amerika.
hallur@sosialurin.fo
PROVOKATØRURIN
GJØRDIST FORSETI
AMERIKANSKI FORSETIN
Megnar at ruska í tingunum
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10
Jón Tyril: