Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 Heilar níggju dagar hevur Føroya rættur sett av til eitt sakarmál, har ein lækni er ákærdur fyri at hava gjørt dg seksuelt inn á 13 kvinnur Lækni ákærdur fyri seksuelt at hava følt upp á 13 kvinnur RÆTTARMÁL Árni Gregersen Føroya Rættur er í dag far­in undir at viðgera ákær­urnar móti einum komm­unu­ lækna. Læknin er áærdur fyri í 13 ymiskum førum at hava gjørt seg seksuelt inn á kvinnur, sum vóru til lækna­kanningar. Hann er í flestu førum ákærdur fyri brot á grein 150 og grein 232 í revsilógini. Í báðum førum kann dóm­ur geva fongsulsrevsing og tað kravdi ákærin eisini. Harumframt kravdi ákær­ in, at læknin missur rættin at virka sum lækni. Læknin sjálvur noktaði seg sekan í øllum 13 ákær­ un­um. Føroya rættur hevur sett níggju dagar av til at viðgera málið. Sambært ákæru­ ritnum, so eru fyrstu brotini framd í 2010. Málið hevur verið alment kent í nøkur ár og læknin hevur síðani hann bleiv skuldsettur ikki arbeitt sum lækni. Tá ið ákærin las ákæru­ ritið upp í rættinum fyrra­ partin var læknin sjálvur til staðar í rættinum saman við verja sínum Bjørni á Heyg­ um, advokati. Linda Hellelberg var ákæri, men annars vóru bert fýra fjølmiðlafólk á áhoyr­ araplássunum. Kommunulæknin noktaði seg sekan í øllum ákærunum. Í fleiri støðum Sambært ákæruritinum, so hevur kommunulæknin ikki bert gjørt seg inn á kvinn­ urnar í fleiri ymiskum við­ taluhølum kring um í Før­ oyum. Flestu ákærurnar snúgva seg um læknaviðtaluhølir í Havn, herundir eisini komm­ unulæknaviðtaluhølið á Lands­sjúkrahúsinum. Men í ávísum førum eru hendingarnar farnar fram í Runavík og í Fuglafirði. Fyrsta brotið er eftir ákærurtinum farið fram í 2010, meðani tað seinasta eftir ákæruritinum er hent á sumri 2014. Í øllum førum er talan um kvinnur, sum eru farn­ ar til læknan fyri at fáa gjørt undirlívskanningar. Sam­bært ákæruritinum, so er læknin farin longur enn vanligt er í slíkum førum og hevur brúkt høvi til at stimu­lera og følt kvinnurnar í neðra. Í einstøkum føri hevur hann eisini tikið um bróstini hjá kvinnu og følti tey longri enn vanligt er til slík­ ar kanningar umframt at hann hevur tikið um bróst­ vorturnar við tveimum fingrum í ov langa tíð. Talan er um hetta slag av seksuellum brotum, men í ongum føriu er læknin ákærdur fyri at hava gjørt meira enn tað. Langt mál Talan er um eitt rættuliga stórt og langt sakarmál. Rætturin hevur mett, at tað fer at taka heilar níggju dagar at koma gjøgnum allar avhoyringarnar av kvinn­ unum umframt at avhoyra læknan. Umframt at læknin, um hann verður funnin sekur, kann fáa fongsulsrevsing, so mælir ákæruvaldið eisini til, at læknin í minsta lagi í eina tíð ikki sleppur at arbeiða sum lækni. Meðan sakarmálið hevur verið undir fyrireiking eftir at tær fyrstu kvinnurnar høvdu meldað læknan, eru aðrir komnar afturat, sum skuldseta læknan fyri at hava gjørt tað sama við tær. Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð at ein lækni er ákærddur fyri slíkar gerðir. Umframt at hava gjørt seg inn á kvinnurnar, so er hann eisini ákærdur fyri at hava misnýtt sín rætt sum lækni, sum er ein almennur myndugleiki Færoya rættur avgjørdi áðrenn farið verður undir sjálva viðgerðina, at ikki verð­ur loyvt at referera frá máls­viðgerðini. Í kommunulækna viðtaluhølinum á Landssjúkrahúsinum skal onkur hending vera farin fram.