Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Føroyar yvirtóku í 2002 máls­ økið Trygd á Sjónum og í tí sambandi var ein rammulóg samtykt um trygd á sjónum. Lógin gevur landsstýris­ manninum við málsøkinum víðar heimildir at seta reglur í gildi við kunngerð. Hetta var gjørt, tí talan er um eitt sera stórt øki, har neyðugt er at serligar reglur verða gjørdar fyri tey ymisku skipasløgini. Atlit má eisini takast til, at ein stórur partur av reglunum hava sín uppruna í altjóða sáttmálum. Hetta eru týdningar­ miklar reglur, tí hetta snýr seg bæði um vanlukkur sum henda umborð á og við føroyskum skipum, men eisini vanlukkur sum henda við øðrum skipum í føroyskum sjóøki. Síðani yvirtøkuna í 2002 er ongin kunngerð sett í gildi, men vanligt hevur verið at biðja danskar myndugleikar um serkøna hjálp, tá ið okk­ urt hevur verið á vási. Í Danmark eru broytingar hendar í lógarverkinum og í 2011 kom ein nýggj lóg um “Sikkerhed undersøgelsenr til søs” Lógin hevði eisini við sær, at ein føst kanningar­ eind bleiv sett á stovn, har kjarnuviðini eru, at kann­ ingar­nevndin ikki er bundin at øðrum áhuga­málum. Tað er hendan nevndin, sum í Danmark stendur fyri kanningunum av vanlukkum á sjónum. Uppskotið til broytingar í føroysku lógini gevur teimum, sum standa fyri kanningum av vanlukkum á føropyskum skipum og í føroyskum sjógvi ógvuliga víðar heimildir. Myndugleikin fær eitt slag av politimyndugleika og kann fara umborð á skip og á vanlukkustøð uttan rættar­ úrskurð. Skal Sjóvinnustýrið í dag gera slíkt kanningararbeiðið, so er neyðugt at myndug­ leikin fær hesar heimildir frá rættinum í hvørjum ein­ støkum føri. Innlit burtur Umframt at Sjóvinnustýrið fær hendan myndugleika, so hevur hetta eisini álvarsligar broytingar við sær í lógini um alment innlit. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er í dag eisini galdandi í málum um kann­ ingar av vanlukkum og øðrum hendingum á sjónum. Tískil skulu myndugleikar í dag viðgera møguligar inn­lits­umbønir í mál, um kann­ingar av vanlukkum á sjó­num eftir ásetingunum í inn­litslógini. Eftir lógini, sum í dag er galdandi, er ongin serstøk tagnarskylda áløgd teimum, sum gera kanningararbeiðið í sambandi við ókapp og van­ lukkur á sjónum.. Tí ber heldur ikki til at afturhalda upplýsingum í slík­um málum, tí tey eru fevnd av lógini um alment inn­lit. Í nýggja uppskotinum er tagnarskyld áløgd teimum, sum gera slíkar kanningar og hetta hevur so samstundis við sær, at upplýsingar sum koma fram undir kanning­ um, ikki eru fevndar av lóg­ ini um alment innlit. Tó eru endaligar frágreið­ ingar ikki partur a hesum und­antaki frá lógini um al­ ment innlit. Manglandi kunngerð Ongin kunngerð er sett í gildi, síðani føroyingar yvir­ tóku málsøkið fyri 14 árum síðani. Men sjálvandi eru kann­ ingar gjørdar síðani tá, og tá er hetta farið fram eftir mannagongdum hjá Sjó­ vinnu­stýrinum. Í Føroyum er tað Sjó­ vinnu­stýrið, sum stendru fyri kanningararbeiðnum í sam­bandi við vanlukkur á sjónum. Men ofta er tað ikki Sjó­ vinnustýrið sjálvt sum ger hesar kanningar. Sum oftast hevur Stýrið fingið hjálp frá útlendskari ser­frøði, kanska serliga tá ið talan hevur verið um álvar­samar og umfatandi van­lukkur á sjónum. Í 2015 játtaði Løgtingið pening á fíggjarlógini til eddnamálið og tað fekk so eisini Sjóvinnu­stýrið at gera eina samstarvs­avtalu við danska kanningar­myndug­ leikan, Den Maritime Havari­ kommision. Hedst kanningar verða gjørdar tá ið vanlukkur eru ógvusligar, til dømis, tá ið skip ganga burtur ella verða total vrak, deyðs­van­lukk­ur og stórar umhvørvis­van­ lukk­ur. Í avtaluni verður eisini tilskilað, at tær kanningar, sum verða gjørdar, verða gjørdar á ein slíkan hátt, at tær fylgja reglunum, sum eru galdandi í ES. Endamálið Endamálið við kanning av vanlukkum á sjónum er at staðfesta vanlukkuorsøkina umframt framyvir at fyri­ byrgja vanlukkur. Kanningarmyndugleikin skal útvega upplýsingar um veruligu umstøðurnar í sam­ bandi við tilburðin. Við støði í hesum upp­ lýsingum skal kanningar­ myndugleikin staðfesta tær orsøkir og ta tilburðargongd, sum førdi til vanlukkuna ella óhappið soleiðis, at Sjó­vinnustýrið ella onnur kunnu seta fyribyrgjandi tiltøk í verk til tess at minka um vandan fyri endurtøku av tílíkum tilburðum. Kanningin hjá Den Mari­ time Havarikommission hev­ur ikki til endamáls at stað­festa møguliga revsi- ella endur­gjaldsábyrgd í sam­ bandi við tilburðin. Í løtuni eru tað bara starvsfólk, ið vegna Sjó­ vinnu­stýrið eru heimilað at sýna skip, sum hava rætt til, uttan rættarúrskurð, at fara umborð á skip. Hendan áseting hevur hig­artil verið praktiserað so­leiðis, at viðkomandi per­ sónar, ið eru fevndir av áset­ ingini, uttan rættar­úrskurð bæði hava framt sýn og kann­ing av vanlukkum á sjó­num. Fyri at eingin ivi skal vera um, hvat heimildin fevnir um, verður í ásetingini ná­ greinað, at heimildin bæði fevnir um at gera sýn og kann­ing av vanlukkum á sjó­num. Við teimum broytingum, sum verða gjørdar nú, fær sami myndugleiki rætt til at fara inn í hølir, ha vinnuligt virksemi viðvíkjandi skipa­ rakstri fer fram. Broytingarnar í lógini liggja til hoyringar til miku­ dagin í hesi vikuni. Føroyar hava ikki havt nóg greiðar reglur, tá ið tað snýr seg um vanlukkur á sjónum – hetta verður nú broytt FÁA POLITIMYNDUG­ LEIKA MEN GEVA TÓ ONKI ALMENT INNLIT TÍÐINDI Ein slík vanlukka, sum tá ið Olshana fór á land á Flestunum hevði verið kannað eftir nroytingunum, sum nú verða gjørdar í lógini