Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. januar 2017 · Nr. 10 Vilmund Jacobsen Royndir, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður í januar 2017, hava aftur viðført illgruna um sjúku­elvandi ILA virus á aliøkinum. – Aliøkið A-73 Hvanna­ sund Norður hevur verið undir herdum eftirliti síðan juli 2016, tá aliøkið kom undir illgruna um at vera fongt við sjúkuelvandi ILA virus. Sipað verður til fráboðan til marknaðin 14. og 21. juli 2016. Royndirnar, ið vórðu tiknar í januar 2017, vóru partur av herda eftirlitinum av A-73 Hvannasund Norður. Tað sigur Bakkafrost. – Í aliøkinum A-73 Hvanna­sund Norður eru 1,2 mil­jónir fiskar við eini miðal­ vekt á 2,8 kilo rund vekt. Illgrunin um sjúku­elvandi ILA-virus er um tveir ringar. Annar av hesum er tann sami, sum var undir illgruna um sjúkuelvandi virus í juli 2016. Á Bakkafrost siga tey, at fyritøkan er fyrireikað til at taka neyðug stig, og avgjørt er at taka neyðugar atgerðir í stundini viðvíkjandi hesum báðum ringunum. – Vit hava tikið allan fiskin í fyrsta ringinum (um­leið 100.000 fiskar), og vit fara undir at taka næsta ringin (umleið 90.000 fiskar) beinanvegin. Ein miljón fisk­ ar vera á aliøki A-73 Hvanna­ sund Norður, eftir at hesir báðir ringarnir eru tiknir. Lagt verður aftrat, at fyri­bilsmetingar vísa, at tøku­nøgdin í 2017 fer at minka við 600 tonsum í kruvdari vekt við tøkuni av hesum báðum ringunum. Fyribilsmetingar vísa eisini, at um skundað verður undir at taka allan fiskin á aliøki A-73 Hvannasund Norður, fer tøkunøgdin í 2017 at minka við 2.400 tonsum í kruvd­ari vekt. – Aliøkið A-73 verður fram­haldandi undir herdum eftirliti, og kunnað verður nærri, tá endaligu úrslitini av royndunum á aliøkinum eru tøk, og endalig støða er tikin til framtíðar atgerðir, siga tey á Bakkafrost. Vilmund Jacobsen Váðasteinur, sum er einasta føroyska ísfiskalínuskip á Flemish Kap í ár, kom um vikuskiftið á Toftir við stórari last av toski. Teir hava fiskað á Flemish Kap í fimm dagar, og nú teir komu aftur, var lastin full undir lúkurnar, stívliga 230.000 pund. – Um vit rokna veiðina upp á stampar á 300 húkar, so hava teir drigið 99.000 húkar, sum svara til 330 stampar. Tað skrivar sjómans­trú­ boðari, Torleif Johannesen, á Facebook-síðuni hjá Før­ oysku Sjómansmissi­ónini. Sosialurin kann leggja aftrat, at Váðasteinur á hes­ um túrinum hevur fingið sløk 700 pund á stampin í miðal, tá vit býta 230.000 pund við 330 stampum. Besti dagurin hjá Váða­ steini á Flemish Kap var hin fyrsti. Tá fingu teir 70.000 pund á 28 stokkum. Hin vánaligasti dagrin var 24.000 pund á 10 stokkum. - Vit vóna at fáa ein túr aftrat á Flemish Kap, sigur skiparin á Váðasteini, Árni Zachariasen, á Facebook- síðuni hjá Føroysku Sjó­ mans­missiónini. Í fimm dagar á Flemish Kap fiskaði Váðasteinur í miðal 46.000 pund um samdøgnið Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listarfólk verða handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri mikudagin 25. januar. Tað verður Rigmor Dam, sum vegna Mentamálaráðið fer at handa virðislønirnar Vænta nógvan línufisk Fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Ísfiskalínuskipið Váðasteinur er komin av Flemish Kap við toski, og væntandi koma tvey - møguliga trý - undan Føroyum í dag við toski, hýsu, longu og brosmu. Seinni í hesi vikuni koma eisini fleiri línuskip, flestu við toski, hýsu, longu og brosmu. Um frystilínuskipini, sum eru á Flemish Kap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at hesi landa í St. Pierre í Ný Foundlandi. Um útlitini til útróður hesa vikuna verður sagt, at streymurin er góður, men hann harðnar út á vikuna, men veðrið sær út til at fara at roynast. Væntandi er tí, at nakað verður av útróðrarfiski í vikuni. Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. - Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur. Sosialurin kann leggja aftrat, at fiskiskapurin hjá partrolarunum man vera misjavnur, tí í síðstu gjørdu partrolararnir, Heykur og Falkur, roktúr á upsaveiði. Heykur og Falkur, sum royndu sunnast í føroyskum sjógvi, vóru bara úti í fýra dagar og fingu 400.000 pund, sum er ein rættiligur roktúrur. Eitt partrolarapar er á makrelveiði. Seinasta fríggjadag, tá tey á Fiskamarknaðinum gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru tríggir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. - Men, neyvan kemur nakar teirra inn at landa fyrr enn í endanum av hesi vikuni ella fyrst í aðru viku. Tveir fiska upsa, og ein fiskar svartkalva og kongafisk. Ein trolbátur er norðan fyri og fiskar tosk og hýsu - og hinir eru antin vestan fyri ella eystan fyri og fiska havtasku. - Trolbáturin, sum er norðan fyri og tveir, sum fiska havtasku, koma væntandi inn at landa í dag. Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá trolbátunum er á einari leið í løtuni. vilmund@sosialur Árni ætlar sær ein túr aftrat á Flemish Kap Illgruni um ILA-virus er aftur staðfestur í aliøkinum Hvannasund Norður ILA-virus spøkir í Hvannasundi Vágs kommuna hevur nú sett nøkur grundstykki til sølu bíliga. Prísurin er 50.000 krónur, og stykkini eru millum 500 og 800 fermetrar stór Skipari á Váðasteini er Árni Zachariasen Mynd: Torleif Johannesen – Aliøkið A-73 verður framhaldandi undir herdum eftirliti, sigur Bakkafrost Mynd: Vilmund Jacobsen